mánadagur 28. oktober 2013síða 14
‹ fyrra síða allar 84 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 28. oktober 2013 · Nr. 124
14
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
ítróttur ítróttartoymi
M
einingarnar eru ógvuliga ymiskar um
uppskotið hjá TB, um vit eiga at fylgja
tí íslendska kappingarstrukturinum
við 12 liðum í fremstu fótbóltsdeildini,
sum møtast heima og úti. Talan hevði verið um 22
umfør, har rættvísisprinsippið er galdandi við einum
heimadysti og einum útidysti ímóti hvørjum liði.
Sama rættvísisprinsipp verður so aldrin galdandi,
tá lið møtast tríggjar ferðir, tvær ferðir úti og eina
ferð heima, ella eina ferð úti og tvær ferðir heima.
Ein fremsta deild við 12 liðum hevði eisini givið
eina størri landafrøðiliga umboðan. Vit hava havt
9 kappingár við 27 umførum, og spælarar, nevndir,
miðlar og viðhaldsfólk hava vant seg við frimilin,
og tað er møguliga orsøkin til, at ein rímiliga stórur
partur av fótbólts-Føroyum vil halda fast við
núverandi kappingarstrukturin? Ein triði bólkur
er nú eisini uppstaðin, sum sigur, at tey vilja heldur
hava átta lið í bestu deildini, sum møtast tvær ferðir
heima og tvær ferðir úti, also 28 umfør. Hetta hevði
givið fleiri intensar dystir, og hevði ment teir fremstu
spælararnar enn meira. Tey sum halda fast við átta
lið endurtaka eisini, at næstbesta deildin hevði verið
nógv meira spennandi, og hevði havt nógv fleiri
fyrstu lið hjá fleiri feløgum kring landið, og hevði
tí verið ein kapping, sum hevði vakt størri áhuga
millum manna. Ein deild við 12 liðum, um enn hon
hevði givið nakrar dystir við stórtapum, og eina stóra
frástøðu millum tey fremstu og aftastu liðini hevur
tó eitt ógvuliga gott perspektiv, sum ein fremsta
deild við 10 ella 8 liðum ikki hevur. Siga vit, at tað
eru í snitt 15 spælarar á hvørjum liði, sum fáa nógva
spælitíð, so mennir ein fremsta deild við átta liðum
bara 120 spælarar. Ein fremsta deild við 10 liðum
mennir mennir 150 spælarar, meðan ein fremsta deild
við 12 liðum, sum TB skýtur upp hevði ment heilar
180 spælarar. Jú ein deild við 12 liðum hevði havt
sínar vansar, men eitt argument sum sigur, at vit
skulu menna 180 spælarar í fremstu fótbóltsdeildini
eigur at viga tungt, tá fótbóltsfeløgini skulu umrøða
framtíðar kappingarstrukturin. Allir steinar mugu
vendast, áðrenn ein endalig avgerð fellur.
Skulu vit
menna 120
ella 180
spælarar?
www.ab.fo: (Sjurður Olsen)
“Bill er ein sympatiskur og grundigur venjari, sum passar perfekt til okkara
uppbyggingarfasu. Konseptið hjá okkum er at byggja felagið upp við
egnum leikarum”
www.b36.fo:
Vit fingu onga hjálp, men tað nýttist heldur ikki. Við tryggum 3-1 sigri í
Fuglafirði syrgdu okkara menn fyri, at B36 spælir í Europa í 2014
www.vikingur.fo:
So var kappingarárið '13 av og tað bleiv til eitt 6. pláss í einum lítið
undirhaldandi seinasta dystið við Stórá.
www.tb.fo:
Tá 10 minuttir restaði í, bleiv Óli Johannesen settur inn. Hetta var møguliga
seinasti dysturin hjá Óla fyri TB, hetta fáa vit vónandi avgreitt innan langa
tíð. Teitur Olsen var tikin út fyri Óla, sum fór fram í álopið. Legendan og
protégé’in.
www.hb.fo:
Endabresturin við Løkin var eitt brak av einum dysti, sum tíverri ikki
koppaði okkara veg. NSÍ hevði meira at stríðast fyri, men hóast teir fult
uppiborið vunnu ein góðan og greiðan sigur á okkum, rakk hetta ikki til
heiðurskrónur í ár.
www.07vestur.fo:
Eisini ársins leikari 2013 bleiv kosin í gjárkvøldið, og tað var málverjin,
Andras Gango, ið streyk avstað við heiðrinum. Tað var rættiliga javnt í
atkvøðugreiðsluni. Áðrenn tvær tær síðstu atkvøðurnar komu inn, stóð á
jøvnum millum fýra leikarar.
www.nordlysid.fo:
11.389 gjaldandi áskoðarar sóu KÍ á heimavølli í 2013, ið gevur eina
knappa millión í inntøkum.
www.portal.fo:
A-landsliðið hevði havt trupulleikar móti einum fullmannaðum HB-liði. Tað
heldur HB-venjarin Oddbjørn Joensen, sum kallar hópin hjá HB í ár fyri tann
besta nakrantíð í føroyskum fótbólti.
Heimasíðurnar skriva:
Ítróttar klumman
Heri Simonsen
Tróndur
Arge
Hilmar Jan
Hansen
Heri
Simonsen
Jóannes
Hansen
Pætur
Albinus
Álvur
Haraldsen
Pætur Eyð.
Jensen
Birgit og Sofía vunnu aftur
Tróndur Arge
– Vit vunnu ein lættan 3-0
sigur ímóti Køge. Sjálvt um
vit ikki fingu serliga nógva
mótstøðu, klaraðu vit væl
at halda okkara støði, sigur
Sofía Purkhús, sum saman
við Birgit fekk spælitíð í
dystinum.
– Tað gekk gott. Vit
spældu við munandi færri
feilum frá okkara síðu enn
seinasta dyst. So vit kunnu
ikki klaga um byrjanina av
kappingarárinum
higartil,
sigur Birgit Guttesen.
Sofía Purkhús byrjaði inni
men spældi bara tað eina
setti, meðan Birgit kom inn
seinni í dystinum og gjørdi
góðan mun.
– Birgit spældi nógv inni
í dag. Hon var í øllum førum
ein av okkara profilum í
álopinum, og vann nógvar
góðar bóltar. Eg spældi ikki
so nógv meira enn eitt sett,
tí eg, saman við venjaranum,
avgjørdi, at eg ikki skuldi
spæla so nógv meira enn eitt
sett hendan dystin vegna
mín skøddu øksl, sigur Sofía
Purkhús.
Tær
skulu
í
næstum
luttaka í NCC kappingini,
sum er ein kapping fyri lið
úr norðurlondum.
– Tá spæla vit 3 dystir
uppá 3 dagar, ímóti einum
íslendskum, svenskum og
donskum liði. So vónandi
verið eg klár til teir dystirnar
sigur Sofía Purkhús.
Tær leggja tó afturat, at
tað sleppa bara 12 spælarar
frá Frederiksberg við til
kappingina. Tað merkir, at ein
spælari í hópinum sleppur
ikki við. Birgit og Sofía vóna
báðar at sleppa upp í part til
kappinga.
Frederiksberg Volley, við Birgit Guttesen og Sofíu Purkhús
á liðnum, vann aftur hetta vikuskiftið. Tær vunnu fyrsta
dystin farna vikuskiftið og hesa ferð vunnu tær 3-0 á Køge,
sum er uppflytari í bestu flogbóltsdeildini í Danmark
Pál Joensen tryggjaði føroyingum greipuna í 1500
metra frísvimjing á donsku regiónsmeistarastevnunum,
tá ið hann á Østdanske Kortbanemesterskaber
í Farum svam teinin uppá 15:00.85, har Alvi
Hjelm hevði vunnið tilsvarandi teinin í Århus.
Mynd: Privat