Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-10-28, síða 40
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 28. oktober 2013síða 40

‹ fyrra síða allar 84 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

VIKA 44 | 28. OKTOBER 2013 Ókeypis lýsingarblað 4 Sosialurin er nú einasta dagblaðið í landinum. Sosialurin kemur út tríggj- ar ferðir um vikuna og bjóðar lesar um sínum fjølbroytt tilfar um sam felags- viðurskifti, politikk, ítrótt, mentan og annað. Miðlalandslagið er nógv broytt sein nu árini. Frá at hava bløð í hópa- tali, sum komu út fleiri ferðir um viku na, er talið á prentaðum bløðum nógv minkað seinnu árini. Hinvegin er virksemið hjá miðlunum umvegis inter netið nógv økt hesa tíðina. Men framvegis kann prentaða blað ið bjóða nakað, sum aðrir miðlar ikki kunnu, og tí yvirliva bløðini fram- veg is. Sosialurin er nú í serstakari støðu, tí blaðið er einasta landsdekkandi dag blaðið, sum er eftir, og hesa ábyrgd vil Sosialurin eisini taka á seg við at raðfesta kritiskan journalistikk, har farið verður aftur um týðandi sam felags mál. Eisini bjóðar Sosialurin lesarum sín um annað tilfar – áhugaverdar per sóns søgur, meiningar og klummur, ítróttar tilfar og mangt, mangt ann- að. Í blaðnum fríggjadag er innleggið Viku skifti partur av Sosialinum. Í Viku skifti er góður lesnaður til viku- skiftið. Sosialurin bjóðar tykkum í løtuni eitt sera gott tilboð at tekna hald av blað num. Blaðið til føroyingar Sosialurin bjóðar øllum føroyingum eitt gott tilboð at takna hald av blaðnum um dar ur, nn- gið . Í ku- uni av r Einasta tíðindablað í Føroyum Fjølbroytt við dygdargóðum journalistikki Einasta tíðindablað í Føroyum Fjølbroytt við dygdargóðum journalistikk Einasta tíðindablað í Føroyum Fjølbroytt við dygdargóðum journalistikk SoSialurin lovar:ii Eg ynski at gerast haldari av Sosialinum Ja takk... ■ Sosialurin hald kr. 380,- ( Ársfjórðingin ) NavN: BúStaður: tEl.: Tórsgøta 1, Boks 76, 100 Tórsha til tín Sosialurin lovar føroyingum eitt tíðindablað við dygdargóðum journalistikki. Eitt fjølbroytt blað, ið leggur seg eftir at lýsa okkara samfelag – og fortelja ta góðu søguna Redaktiónin ín til tí Eitt gott tilboð Mánadag, mikudag og Vikuskifti Sosialurin ■ vikuskiftishald kr. 300,- ( Ársfjórðingin ) Vikuskifti Sosialurin ■ vinnuhald kr. 550,- ( Ársfjórðingin ) Mánadag, mikudag og Vikuskifti Sosialurin ■ uttanlandshald ( Fá blaðið kring allan knøttin ) Ring tel. 341800 og hoyr nærri... Verður sen ópostað Sosialur rindar postgja 64 ...ella skriva til hald@sosialurin.fo kikiki r:ii ott ott tt Sterkar, perSónligar Søgur redaktørurin: ørurin: 16 síður16 16 16 16 16 16 16 Ítróttar­ redaktørurin: Vilja fram­ haldandi vera fremst Tíðinda leiðarin: Vit raðfesta kritiskan journalistikk ...og fá Sosialin árið út fyri kr. 250,- árið út fyri kr. 250,- Tekna teg sum haldara nú sosialurin.fo Fyll lepan út og send okkum hann Prent: Føroyaprent Sosialurin 341800 Google lesur tín privata gmail Telduskipanir hjá Google skanna teldupostsamskiftið, sum fer fram umvegis Gmail posttænastuna fyri at finna fram til, hvørjar vørur og tænastur tú møguliga hevur brúk fyri. Samskiftir tú við onkran um fara at ferðast, so kanst tú uppliva at fáa teldupostar við góðum tilboðum um feriur. Hetta er ein tænasta, sum fyritøkur njóta gott av, og sum Google forvinnur nógvar pengar uppá. Blaðið Politiken skrivar, at Google í fjør forvann 275 milliardir krónur, og av teimum vóru 95 prosent av inntøkunum frá lýsingum. Men fleiri brúkarafelagsskapir halda, at Google fer ov langt við at skanna privat teldupostsamskifti hjá fólki fyri at finna fram til lýsingamøguleikar, og nú hevur ein dómari í USA givið loyvi til, at ein bólkur av Gmail-brúkarum kann føra rættarmál ímóti Google vegna allar teir 425 milliónir brúkararnar av Gmail. Google verjir seg við, at eingi fólk lesa nakað av innihaldinum í teldupostunum umvegis Gmail, og at skanningin er ein tænasta til brúkararnar, so teir kunnu útvald og viðkomandi tilboð og ikki eina langa røð av óneyðugum spam- teldupostum. Dagfinn og Fate við nýggjari fløgu Dagfinn Joensen og hinir í rockbólkinum Fate hava aftur verið í studio, og um ein góðan mánað geva teir nýggja fløgu út. Fate er danskur rockbólkur, sum gav fleiri plátur út í 1980’unum og sum hittaði við sanginum Lovers. Bólkurin hevði steðg í meira enn 10 ár frá 1993, men síðani 2004 hava teir aftur verið virknir við bæði framførslum og útgávum. Seinastu árini hevur Dagfinn Joensen úr Funningsfirði verið sangari í bólkinum, og hann hevur verið við á einari útgávu hjá bólkinum. Fate hevur í summar gjørt upptøkur til nýggja fløgu, og upptøkurnar eru nú lidnar. Jacob Hansen, sum er virdur framleiðari av rocktónleiki, hevur tikið upp og ljóðblandað. 12 sangir eru á útgávuni If Not For The Devil, sum kemur út 22. november. Útgávuveitsla verður á staðnum High Voltage í Keypmannahavn sama kvøld. VIKUTÍÐINDI Fyri hálvum øðrum ári síðani var havnamaðurin Sveinur Gaard Olsen ein av stjørnunum í donsku X Factor sangkappingini. Sveinur vann seg fram í finaluna í kappingini, har hann annars hevði leiklutin sum tann eitt sindur forherðaði rocksangarin. Í tíðini eftir X Factor spældi Sveinur nógv í Danmark. Hann hevði framførslur til smærri og størri tiltøk, og hann fór eisini í studio at gera fløgu, sum kom út í fjørsummar. Seinastu mánaðirnar hevur verið meira friðarligt um Svein, men hann fæst framvegis við tónleik – umframt at hann eisini hevur havt onkrar minni modelluppgávur. Seinastu tíðina hevur hann serliga havt aukustiskar framførslur til ymisk tiltøk. Nýggir sangir Ætlanin er, at Sveinur skal geva nýtt tilfar út komandi ár. - Í løtuni skrivi eg nýggjar sangir og royni at finna mítt egna sound. Eg vil gjarna etablera meg sum artist og sangara, og eg havi funnið mær ein fasta manning til bólkin hjá mær. Tað er helvt um helvt føroyingar og danskarar, sigur Sveinur Gaard Olsen. - Eg kundi hugsað mær at givið eina single ella eina EP út komandi ár, og eg vóni eisini at sleppa meira út at spæla næsta summar, sigur hann. Sveinur arbeiðir við sangum og ljóðinum, hann vil hava í sínum tónleiki, og stílurin var ikki langt frá tí, sum hann longu hevur verið frammi við. - Tónleikurin hevur fingið íblástur frá 80’ara elektro punkrock. Nýggju sangirnir verða eitt sindur í stíl við sangin ”Fly with both feet on the ground”, sum eg skrivaði saman við Søren Balsner úr Carpark North, sigur hann. Sveinur skrivar nýggjar sangir Sveinur Gaard Olsen, sum kom fram í X Factor, ætlar at geva nýggjar sangir út í komandi ári - Eg kundi hugsað mær at givið eina single ella eina EP út komandi ár, og eg vóni eisini at sleppa meira út at spæla næsta summar, sigur Sveinur Gaard Olsen Mynd: DR