mánadagur 28. oktober 2013síða 42
‹ fyrra síða allar 84 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
vika 44 | 28. oktober 2013
Ókeypis lýsingarblað
6
Føroysk landsliðið skulu komandi tíð
ina spæla fleiri landsdystir – summir
meira týðandi enn aðrir – og tí er fót
bóltsárið langt frá liðugt enn, hóast
dystirnir i heimligu kappingini nú eru
lagdir aftur um bak.
A-landsliðini hjá monnum og
kvinnum skulu spæla dystir, og U21
landsliðið hevur eisini eina uppgávu
eftir í hesum árinum
Menninir á Malta
A-landsliðið við monnum hevur arv
að venjingardyst frá íslendingum,
sum ístaðin skulu spæla um luttøku
í HM-kappingini. Føroyar skulu spæla
ímóti Malta á útivølli týsdagin 19.
november.
Dysturin verður spældur á Ta'
Qali Leikvøllinum, ið hevur pláss fyri
18.000 áskoðarum kring vøllin.
- Tað er altíð gott hjá føroyska
landsliðnum at fáa vinardystir, tí
seinastu nógvu árini hevur tað verið
trpult hjá okkum at fáa tílíkar dyst
ir, serliga á heimavølli. Hesin dyst
ur hevur nevniliga við sær, at Malta
kemur hendanvegin í juni mánaða
komandi ár, sigur Jóannes Jakobsen,
hjálparvenjari á A-landsliðnum.
Føroyar og Malta hava spælt ímóti
hvør øðrum tríggjar ferðir áður. Í und
ankappingini til HM 1998 vóru lond
ini í bólki saman, og í 2004 spældu
Føroyar og Malta vinardyst á Svanga
skarði.
Í EM-undankappingini endaði
báðir dystirnir við 2-1 sigri til Føroy
ar, og í vinardystinum vann føroyska
landsliðið 3-2.
Á seinasta FIFA-styrk
islistanum er Malta nummar 140.
Kvinnurnar í Svøríki
A-landsliðið við kvinum luttekur fyri
fyrstu ferð í HM-undankapping, og
higartil hava kvinnurnar spælt tveir
dystir. Báðir dystirnir endaðu við greið
um tapi – á heimavølli ímóti Skotlandi
og á útivølli ímóti Pólandi. Vóru tær
uppgávurnar stórar og krevjandi, so
verður tað enn truplari, tá ið Føroyar
skulu spæla ímóti einum av liðunum í
heimselituni – Svøríki, ið hevur fingið
sera góð úrslit í altjóða fótbólti sein
astu mongu árini.
Føroyar spæla ímóti Svøríki á Gamla
Ullevi í Gøteborg hósdagin, og hesar
dagarnar upp undir dystin, fyrireikar
liðið seg til stóru uppgávuna.
Jón Pauli Olsen, landsliðsvenjari,
hevur úttikið hesar spælararnar til
dystin hósdagin kl. 18.00: Anna
Brimnes, AB.
Bjarta O. Johannesen,
B36.
Sigrun K. Kristiansen, Fríðrún
Danielsen, Anna Sofía Sevdal og
Íðunn
Magnussen,
EB/Streymur/
Skála.
Liljan av Fløtum Petersen, Lív
Arge og Heidi Sevdal, HB.
Malena Jos
ephsen, Eyðvør Klakstein, Laila Pæt
ursdóttir, Sigrid Jacobsen, Rannvá
B. Andreasen og Annika Petersen,
KÍ.
Oddrún Danielsen, Randi S. Ward
um og Olga Kristina Hansen, Østerbro
Boldklub (DK).
Talentini til Írlands
U21 landsliðið við monnum stóð
fyri einum framúr avriki í Týsklandi
fyri tveimum vikum síðani. Ungu før
oysku landsliðsspælararnir góvu Týsk
landi, sum verður roknað sum eitt av
heimsins sterkastu landsliðum, harða
mótstøðu. Føroyar løgdu seg á odda
bæði 1-0 og 2-1, men endaðu við at
tapa tepurt 3-2. Føroysku spælararnir
vístu dirvi, evni og stóran arbeiðsvilja,
og tað var grundarlagið undir framúr
góða avrikinum.
Seinastu árini hevur U21 landsliðið
fleiri ferðir framt stór avrik og fingið
javnleikir og sigrar, og í hesi undan
kappingini hava Føroyar longu fingið
ein javnleik ímóti Rumenia.
U21 liðið hevur ein dyst eftir at
spæla í undankappingini í ár. Hann
verður á útivølli ímoti Írlandi týsdagin
15. november.
Dysturin verður spældur í býn
um Sligo, sum liggur við írsku út
nyðringsstrondina. Sligo er ein av
týdningarmestu
ferðavinnubýnum
í Írlandi, og býurin hevur eisini tætt
samband við yrkjaran W. B. Yates,
sum var ein av týdningarmestu skrib
entunum í írskum og bretskum bók
mentum í seinnu hálvu av 19. øld og
fyrra parti av 20. øld.
U21 landsliðið fer komandi vikur
nar at fyrireika seg til uppgávuna í Ír
landi miðjan november.
Meira fótbóltur í vetur
Um vikuskiftið endaði heimliga fótbóltskappingini, men Føroyar
hava fleiri spennandi - og krevjandi – landsliðsuppgávur eftir í ár
U21 landsliðið við monnum spælir í Írlandi hálvan november
A-landsliðið við monnum skal spæla venjingardyst á Malta
A-landsliðið við kvinnum spælir HM-dyst í Gøteborg hóskvøldið