mánadagur 28. oktober 2013síða 44
‹ fyrra síða allar 84 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
vika 44 | 28. oktober 2013
Ókeypis lýsingarblað
8
Lýs teg við trimum orðum:
Ein dagin tosaðu vit um, at hvussu tú sært
teg sjálva, er í prinsippinum líka mikið í tínum
samskifti við onnur. Antin ert tú so, sum
tey siga, ella eisini verður tú uppfatað so.
Óansæð um tú ynskir at broyta teirra fatan
ella ikki, mást tú fyrihalda teg til fatanina.
Tí spurdi eg fyri stuttleika nøkur av mínum
nærmastu at lýsa meg við trimum orðum.
Rímiliga stór semja var og kenni eg meg
eisini aftur: "kempari, humoristisk, uppfinn
som". Men tey trý orðini, eg varð glaðast
fyri, vóru "Besta mamma nakrantíð" :)
Hvat merki er bilur tín?
BMW
Hvat merki er telefon tín?
IPhone
Hvør er tín besta summ
arfrítíðaruppliving?
Eg elski at ferðast og brellist nærum altíð
eftir at sleppa ein túr uttanlands. Har
við verður ikki sagt, at mær ikki dámar at
ferðast her heima, tí tað njóti eg eisini.
Í summar royndu vit fyrstu ferð cruise
(í Miðalhavinum). Tað dámdi mær yv
irraskandi væl. Eitt deiligt mix av av
slappan, uppliving og undirhald.
Hvat orð ella hvønn
setning nýtir tú oftast?
Eg veitsje... kanska er tað
júst tað, "eg veitsje"
Hvørjum hyggur tú at
hjá hinum kyninum?
Við fyrsta brá er tað væl heildin og útstráling.
Hvat ger teg í góðum lag?
Tá fólk eru glað rundanum um meg. Tað
smittar. Børnini og ommusonurin. Tá okkurt,
eg havi kempað fyri eydnast. Tá vit hjá
Synergi leggja lok á okkurt størri projekt,
sum hevur eydnast væl. Sita og flenna saman
við vinkonum, góður tónleikur við futti í...
Hvat stressar teg?
T. d. tá óruddið hopar seg upp, alt
so ordiliga hopar seg upp, ikki bara
nakrir koppar á borðinum.
Hvør er tín yndisrættur?
Mær dámar so gott sum allan mat og elski
desertir og ost klári eg meg illa uttan.
Hvat gleðir teg?
Alt møguligt. Líka frá at hoyra børnini
spæla til ein hugnaligan cafétúr, frá einum
góðum summardegi til umsorgan, tá eg
havi tørv á tí. Frá at eitt skeið hjá Synergi
verður fullsett, og fólk eru væl nøgd, til
at gleða míni nærmastu og onnur. Frá at
spæla fótbólt til at heilsan skikkar sær væl.
Hvat var seinasta ynski,
sum tú fekst uppfylt?
Ynski kunnu vera stór og smá, materiel og
á øðrum heldur hægri plani. Eg haldi, nógv
av mínum ynskjum verða uppfylt, tí eg
trúgvi, man røkkur sínum ynskjum við m.a.
áhaldni og tolni. Seinasta ynski, tjah...
Hvar arbeiðir tú?
Hjá Synergi, sum í ár hevur 10 ár á baki.
Hví valdi tú at arbeiða
innan júst hetta økið?
Tað gevur onkursvegna eina góða kenslu
og eina góða meining, at vit hjá Synergi
á henda hátt kunnu hjálpa fólki at før
leikamenna seg og harvið gevur tað eisini
samfelagsmeining. Umframt tað, so er
tað eisini stuttligt og spennandi, harvið
verður ikki sagt, tað bara er lætt.
Hvør er stuttligasta upp
living tín í starvinum?
Vit duga væl at flenna eftir okkum sjálvum.
Eg kann ikki ordiliga peika á nakra hending
sum "The hending", men vit kunnu ofta finna
upp á at gera okkurt, sum onnur kanska ikki
høvdu funnið uppá at gjørt í arbeiðshøpi.
Nøkur ár aftaná skilja vit ikki altíð, at vit
gjørdu tað, men kunnu tá bert flenna.
Hvørjum tónleiki
lurtar tú eftir?
Alt møguligt, an upp á høvi. Ein uppsamling
av øllum møguligum er fínt, men Karl
Julerbo og heavy metal er ikki júst eg.
Hvat er besta upp
finningin og hví?
Í heilt nýggjari tíð haldi eg internetið. Ann
ars eru nógvar fantastiskar uppfinningar
og nógv ótrúliga gløgg fólk, sum hava
funnið upp á alt møgiligt, sum ger okkum
lívið lættari, betri og stuttligari.
Hvat er besta íløgan,
tú hevur gjørt?
Børnini
Hvat er títt besta
heimaráð?
PYT
Tá okkurt ordiliga stressar teg, kann eitt so
stutt orð sum "Pyt" gera undirverkir. Tað
kann t. d. vera, at alt flýtir, og tú fært óvænt
aða vitjan...PYT. Ella tú arbeiðir upp á okkurt,
sum egentliga er nóg gott, men tú blívur
bara ikki heilt nøgd..PYT, koyr avstað. Alt
verður ikki og nýtist ikki vera 100%, so man
skal eisini duga at steðga við 90% við hvørt.
Hevur tú nakað húsdjór?
Vit hava tvær kaninir, tríggjar akva
riufiskar, tveir hestar og eitt fyl
Hvat hevði tú gjørt, um
tú vann eina millión?
Tað er ikki so nógv Fætter Højben yvir mær,
so eg vænti mær ikki at vinna nakra millión.
Eg trúgvi meira uppá at forvinna milliónina.
Hvat hevði tú gjørt, um tú
vann tíggju milliónir?
Eg trúgvi í prinsippinum eisini uppá, at
forvinna 10 milliónir, men tað krevur
hart og miðvíst arbeiði, langa tíð um
framt eisini hepni, men tó ikki líka nógv
hepni sum at vinna, so eg satsi upp á at
forvinna milliónirnar. Eg veit ikki heilt,
hvar milliónirnar høvdu farið, men ein
partur hevði farið til ferðing, ein annar
til børnini og ein partur til vælgerandi.
Hvat er best við
Føroyum og hví?
Ljósa summarið, tá børnini spæla úti til
midnátt, veturin, tá man situr heitt og fjálgt
inni, meðan vindurin ýlur uttanfyri, fam
iljan, vinfólkið, náttúran, Havnin, fjalla
tindarnir, caféirnar, desertirnar, fiskurin,
bygdirnar, várið, bindiklubbarnir, nærleikin,
heystið, hjálpsemið, býirnir, málið, skerp
ikjøtið, tryggleikin, mentanin....
Hvar ert tú um 10 ár?
Eg eri sikkurt her, sum eg havi verið meg
inpartin av mínum lívi, mitt í Havnini. Eg
føli meg faktiskt sera hepna í júst hes
um, at eg eri fødd í Føroyum við teim
um møguleikum, sum tað gevur.
Eg trúgvi meira upp á
at »forvinna« milliónina
STÓLURIN
Eg elski at
ferðast og
brellist nærum
altíð eftir at
sleppa ein túr
uttanlands
Annika Andreasen