Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-10-28, síða 46
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 28. oktober 2013síða 46

‹ fyrra síða allar 84 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

vika 44 | 28. oktober 2013 Ókeypis lýsingarblað 10 Tá flamingo verður pussað, sær tað út sum betong Vilmund Jacobsen Hallur Danielsen býr í Hoyvík. Hann er útbúgvin múrari og hevur arbeitt sum sjálv­støðugur múrarameistari í eini fimm ár. - Eg geri alt vanligt múraraarbeiði, og serliga er tað flísalegging á wc, baði­rúm, vaskikjallarar og durar. Tað eru eisini tey, sum ynskja sær flísar á onn­ur gólv. Í tí betru tíðini av árinum arbeiðir Hall­ur eisini uttandura við flísalegging og múraraarbeiði annars. - Eg havi arbeitt mest her í mið­ stað­ar­øki­num, tí her hevur verið væl at gera, men eg havi eisini arbeitt eitt sindur úti um landið. Øll eru væl­ komin at venda sær til mín við fyri­ spurningum - líka mikið, hvar í Før­ oyum tey eru. Hann sigur, at tá mest hevur verið at gera, hevur hann havt fólk í arbeiði, men í løtuni er hann einsamallur. - Fólk velja ofta sjálvi, hvat tilfar tey vilja brúka, men tað eru eisini tey, sum spyrja meg um hugskot og ráðgeving, og eg vil gjarna vera við­skifta­fólki til hjálpar, leggur hann aftr­at. Í løtuni hevur Hallur væl at gera kring um her í høvuðsstaðarøkinum. Flamingo-bjálving Múrarameistarin umboðar eisini fla­ min­go fyri donsku fyritøkuna Isobyg. dk. - Her fæst flamingo sum for­ skalling til bygging av húsum, og eg havi eisini flamingoplátur, sum eru sera væl egnaðar til klæðing av eitt nú betonghúsum. Hann sigur, at nógvir møguleikar eru við flamingo-forskallingum, eitt nú hjá fólki, sum vilja gera ein part av ar­beið­num sjálvi. Tá Vikublaðið herfyri vitjaði í Fugla­ firði, sóu vit húsini, sum borgarstjórin, Sonni á Horni, byggir við nevndu for­ skallingum. Ytri veggurin er umleið 20 cm. tjúkt flamin­go. Síðan kemur betongið, sum er 15 cm. - og innan fyri betongið er aft­ur flamingo. Sum betong Hallur Danielsen vísir á, at hús, sum eru bygd á henda hátt, verða pussað á ytru síðuni. - Tá flamingo verður pussað, sær tað út sum betong. Eitt fipurnet verður brúkt saman við pussinum, og tá ar­ beiðið er liðugt verður sluttpussað við liti í pussinum, sum soleiðis verður rættiliga slitsterkt, sigur hann. Ring og hoyr Múrarameistarin Hallur Danielsen er at finna á facebook undir heitinum Múrara­meistarin v/ Hallur Danielsen Fakta Navn: Hallur Danielsen Aldur: 30 ár Børn: 1 Búfelagi: Rigmor Mortensen 30 ára gamal og sjálvstøðugur múrarameistari í fimm ár - Fólk velja ofta sjálvi, hvat tilfar tey vilja brúka, men tað eru eisini tey, sum spyrja meg um hugskot og ráðgeving, og eg vil gjarna vera viðskiftafólki til hjálpar, sigur múrarameistarin, Hallur Danielsen Húsini á myndini eru stoypt upp við flamingo-forskallingum, og eru soleiðis sera væl bjálvað, eins og slitsterkt litlag liggur í sluttpussinum á ytr síðuni vikustjórin