Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-10-28, síða 48
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 28. oktober 2013síða 48

‹ fyrra síða allar 84 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

vika 44 | 28. oktober 2013 Ókeypis lýsingarblað 12 Hús & Heim Vilmund Jacobsen Nú Træsmiðjan og Bygnings­snikk­ara­ virkið (BSV) hava lagt saman, hevur sam­anlagda fyritøkan eisini fingið nýtt navn. Nýggja og vakra navnið er Børkin, sum ímyndar tað, ið heldur sam­an um og verjir træið. - Við samanleggingini kann Børkin veita eina enn betri og fjølbroyttari tæn­astu, enn partarnir hvør sær kundu veita. Nú kunnu viðskiftafólk - antin tað eru einstaklingar, virkir ella stovnar - fáa eina rættiliga heildarloysn, tí Børkin hevur allar tænastur innan snikkara-og timburarbeiði úr bestu góðsku. Tað sigur Eyðstein Jacobsen, sum sam­an við Lars Müller og Helga Joh­ an­ne­sen eigur Børkina. - Nú hava vit eitt nýtt virki, eitt nýtt navn og eina enn betri tænastu. 34 fólk í arbeiði Børkin er eftir føroyskum mátistokki ein stór fyritøka við 34 fólkum, harav tal­an eisini eru um serkøn fólk - hvør á sínum øki. - Vit hava byggifrøðingar, vit hava mann, sum er meistari í at byggja trapp­ur, og vit hava ein mann, sum er roynd­ur í leikum at sproyta bilar, men sum nú sproytar møblar og annað í sproytu­kabinu, sum vit framleiða. Har­ aft­rat hava vit nógv góð og dugnalig fólk um alla fyritøkuna, sigur Eyð­stein Jac­obsen. Hann er onga løtu í iva um, at tað er skilið sum hevur sigrað, nú sam­an­ leggingin er ein veruleiki. Førleikar­ nir hjá Børkini eru eyðsýndir, og vit kunnu fremja allar heildarloysn­ir – heilt frá vanligari sethúsabygg­ing til framleiðslu av trappum, hurð­um, vindeygum, møblum, køkum, vind­eyg­ um og hurðum. - Vit kunnu soleiðis fremja flest all­ar loysnir, sum viðskiftafólk ynskja, legg­ur hann aftrat. Umbyggja hølini Børkin hevur høvuðssæti á Smyrils­vegi 4, har Bygningssnikkaravirkið hev­ur hús­ast í fleiri ár. Her verða í løtuni stór­ar umbyggingar gjørdar. Dent­ur verð­ur lagdur á framsýningarhøli og skriv­stovuviðurskifti, og annars verð­ ur alt shinað upp og sett í nútím­ans stand. - Alt, sum verður í dagførdu høl­ un­um, verður gjørt av Børkini. Tá vit bjóða okkum fram at framleiða og selja bæði skrivstovumøblar, glas­ part­íir, vindeygu, hurðar og annað, er tað ikki meiri enn rímiligt, at vit eis­ini fram­leiða hesi tingini til okkara egna brúk. Ja, sjálvt fundarborð í ymisk­um snið­um og slag og loft verða fram­ leidd av Børkini, sigur hann. Aftur saman Eyðstein Jacobsen veit at siga, at bæði Bygningssnikkaravirkið og Træsmiðj­an eru sprottin úr gamla Snikkaravirk­in­ um í Grønlandi í Havn. - Tí kunnu vit siga, at hetta er nýggja ættarliðið, sum nú hevur funn­ið saman aftur á professionell­ um grund­arlag, har vit kunnu veita heild­ar­loysnir. Hann sigur, at Børkin hevur nóg um at vera í løtuni, og nógv ymisk arb­eiði eru í gongd, serliga her í høv­ uðs­staðarøkinum. - Jú, vit hava nógv at takast við, men tað er altíð pláss fyri fleiri uppgáv­um, sigur Eyðstein Jacobsen, sum vísir á, at fólk, ið hava fyrispurningar, eru væl­komin at venda sær til Børkina á tlf. 351000. - Bæði Bygningssnikkaravirkið og Træsmiðjan eru sprottin úr gamla Snikkaravirkinum í Grønlandi í Havn. Tí kunnu vit siga, at hetta er nýggja ættarliðið, sum nú hevur funnið saman aftur á professionellum grundarlag, har vit kunnu veita heildarloysnir, sigur Eyðstein Jacobsen, sum saman við Lars Müller og Helga Johannesen eigur Børkina Børkin veitir heildarloysnir - Vit hava nógv at gera, og eitt nú arbeiða vit í Tinganesi. Tað er altíð pláss fyri meira, og vit taka tó fegnir móti fyrispurningum, sigur Eyðstein Jacobsen