mánadagur 28. oktober 2013síða 50
‹ fyrra síða allar 84 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
VIKA 44 | 28. OKTOBER 2013
Ókeypis lýsingarblað
14
VIKUTÍÐINDI
Hús & Heim
Gamla Sundaferjan, sum sigldi millum
Selatrað, Hósvík og Oyri árini frá
1969 til 1976, var fyri nøkrum árum
síðani umbygd til húsbát. Tað var
arkitekturin Nils Jeppe Hansen, sum
umbygdi ferjuna til húsbát, sum er
350 fermetrar til støddar.
Sundaferjan varð bygd í Svendborg
í 1964 og sigldi í 12 ár millum
Svendborg og Vindby – tá undir
navninum Fritz Juel. Á sumri í
1969 keypti reiðaríið Sundaferjan
á Oyrabakka ferjuna, og hon var í
Føroyum fram til 1976, tá ið hon
aftur varð keypt til Danmark og røkti
farleiðir har fram til 2001.
Fyri kortum keypti kendi tónleikarin og
X Factor dómarin Thomas Blachman
ferjuna fyri umleið sjey milliónir
krónur.
Ferjan hevur adressu á Danneskiold-
Samsøes Allé í Keypmannahavn.
Soleiðis sær Sundaferjan út í dag
Sundaferjan, sum sigldi í Sundalagnum í 70’unum, verður nú brúkt sum húsbátur í Keypmannahavn