Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-10-28, síða 54
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 28. oktober 2013síða 54

‹ fyrra síða allar 84 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

vika 44 | 28. oktober 2013 Ókeypis lýsingarblað 18 vikutíðindi Vilmund Jacobsen Virkið Atlanticpane í Kollafirði hevur 40 ár á baki. Tað var hin 20. september í 1973, at felagið upprunaliga varð stovn­að, og tey fyrstu árini helt virkið til í Vestmanna. Tað vóru Rubeck Jacob­sen, Tórur Joensen og Sigbjørn Peter­sen, ið løgdu til brots við virki­ num. Í 1983 keyptu Karstin A. Joensen, Mag­nus O. F. Jacobsen og Ovin Klein Ol­sen felagið, og fluttu teir alt virk­ semi til Kollafjarðar, har tað hevur ver­ið síðani. Í september í 2001 flutti Atlantic­ pane alt virksemi sítt í nýggjan og væl størri bygning, sum liggur á kaiøkinum í Kollafirði. Í dag eru tað Heðin Zachariassen og Dan Jacobsen, sum eiga P/F Atlantic­ pane, sum teir keyptu í 2006. - Høvuðsframleiðslan er termo­rút­ ar, men tey 12 fólkini í fyritøkuni gera eisini nógv annað, eitt nú so einkult­ gløs, spegl, sólverju (bæði til bygn­ing­ ar og bilar), bátarútar, maskin­rút­ar, innramming og laminering av mynd­ um, plakatum og øðrum, eins og vit gera ferðslu-og trygdarspegl. Tað sigur annar av eigarunum, Heð­in Zachariasen. Nútímans virki Heðin vísir á, at Atlanticpane er eitt rætti­liga nútímans virki við nýggjum og góðum maskinum. - Vit arbeiða tó alla tíðina við at dag­føra okkum enn meiri, og fyrst í kom­andi ári fáa vit nýggja maskinu, sum vit skulu brúka til at framleiða trý dupult gløs. Hesi gera vit eisini, sum er, men tá nýggja maskinan er komin, verð­ur hetta so mikið lættari. Hann vísir á, at størsti einstaki keyp­arin hjá Atlanticpane er H-Dygd í Vágum, sum keypir allar rútar úr Kolla­firði. - Kravið er sjálvsagt, at føroyska fram­leiðslan er kappingarfør, bæði í dygd og prísi, við ta útlendsku, og vit eru kappingarførir, staðfestir Heðin Zachari­asen. Hann vísir á, at Atlanticpane hevur nógv­ar keyparar - alt frá fyritøkum, sum framleiða vindeygu og skifta glas til privatfólk, sum hava brúk fyri at fáa rútar skiftir - antin tí, at teir eru punkt­er­aðir ella tí, at fólk hava ynski um at fáa nýggjan rút. - Vit framleiða eingi vindeygu, men bara rútarnar, tí vit vilja ikki fara út í kapp­ing við okkara viðskiftafólk, og all­ir okkara samstarvspartar kunnu hava eina reklamu á okkara bygningi í Kolla­firði. Tænasta um landið Heðin Zachariasen vísir á, at Atlantic­ pane annars veitir tænastu við ísetan av rútum kring alt landið - og teir eru eis­ini regluliga í Suðuroy og skifta rút­ar. - Vit vilja gjarna, at allar Føroyar - og soleiðis eisini fólk í Suðuroy - skulu kenna seg sum partur av okkara tænastu­veiting. Hann sigur, at ofta er tað soleiðis, at fólk hjá Atlanticpane fara út at taka mát - og síðan fara tey útaftur, tá rúturin verður skiftur. - Vit veita 10 ára garanti upp á rút­ar, sum vit sjálvir seta í, og vit veita 5 ára garanti upp á rútar, sum við­skifta­fólk sjálvi seta í, sigur Heðin Zachariasen. Minni fer burtur Atlanticpane hevur teldur og maskinur sum gera, at spillið av glasi, tá rútar verða skornir, er minimalt. - Ein stór glaspláta verður løgd í maskinu­na, og tá teldan er inntastað til sína uppgávu, roknar hon út, hvussu mest fæst burtur úr glasinum, og so­ leið­is verður lítil spilla av glasi, tá maskin­an fer í gongd við sítt arbeiði, sigur Heðin Zachariasen. Atlanticpane ger at tú sært væl út - Vit veita tænastu við ísetan av rútum kring alt landið, og vit eru eisini regluliga í Suðuroy og skifta rútar. Vit vilja gjarna, at allar Føroyar - og soleiðis eisini fólk í Suðuroy - skulu kenna seg sum partur av okkara tænastuveiting, sigur Heðin Zachariasen, sum saman við Dan Jacobsen eigur Atlanticpane í Kollafirði - Vit veita 10 ára garanti upp á rútar, sum vit sjálvi seta í, og vit veita 5 ára garanti upp á rútar, sum viðskiftafólk sjálvi seta í, sigur Heðin Zachariasen Høvuðsframleiðslan er termorútar, men Atlanticpane ger eisini einkultgløs, spegl, sólverju, bátarútar, maskinrútar, innramming og laminering av myndum, plakatum og øðrum, eins og fyritøkan ger ferðslu-og trygdarspegl Vit framleiða eingi vind­ eygu, men bara rútarnar Hús & Heim