Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-10-28, síða 56
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 28. oktober 2013síða 56

‹ fyrra síða allar 84 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

vika 44 | 28. oktober 2013 Ókeypis lýsingarblað 20 Leo Poulsen Myndir: Birgir Waag Høgnesen – At spara upp á oljuna er sera við­ komandi, tí oljan er so dýr! Tað sigur Hjalmar Norðberg Poul­ sen, sum í dag býr á Stykkinum á øðr­ um ári. Hann kyndir nógv, og tað er viður, sum ikki er impregneraður, ið fer í ketilin. – Tað er serliga plattar, avlopsviður frá timburhandlunum, og annars tað, ein dettur fram á, sigur Hjalmar Norð­ berg Poulsen. Tað eru nú smá tvey ár síðani hann keypti hús á Stykkinum, og millum føstu útreiðsurnar var eisini oljan. – Hon stóð sum ein postur á 2.100 krónur um mánaðin, so tað stóð mær skjótt greitt, at her mátti okk­urt gerast, sigur Hjalmar Norðberg Poulsen. Hann valdi tí at gera eina íløgu á 10.000 krónur í ein brenniketil, og tað skuldi vísa seg at vera ein góð íløga. – Tað fyrsta árið í húsunum, sum eru rættiliga stór, tó at tey eru rímiliga væl isolerað, brúktu vit millum 800 og 900 litrar av olju, sigur Hjalmar Norðberg Poulsen. Við verandi oljuprísi svarar hetta til eina sparing á heilar 18.000 krónur hetta fyrsta árið. Serliga vikuskiftið Men tað krevur sjálvandi, at um­støð­ urnar til at kynda, eru til staðar. – Eg ansi eftir, at tað órógvar sum minst hjá grannunum, og tí hevur tað stóran týdning, hvussu ættin er. Eisini royni eg at ansa eftir regni og líkidum í síni heild, so tað skal vera so lítil bági fyri grannarnar sum gjørligt, sigur Hjalmar Norðberg Poulsen. Hann sigur, at tað er serliga um vikuskiftið, at nógv heitt vatn verður brúkt, og tí roynir hann at ansa væl eftir, at nóg mikið er kykt tá. – Tá skulu øll í bað, so tá ræður um at hava nóg mikið at kynda við, sigur Hjalmar Norðberg Poulsen. Tað hevur eisini nógv at siga, at duga at kynda, tí tað er ikki bara sum at siga tað. – Tað er ikki bara at tveita inn í ketilin og so halda, at væl stendur til. Men kyndir tú um kvøldið, heldur tað sær til morgunin eftir, og so ber til at leggja aftrat við glóðunum, sum eftir eru. So skal haldast viðlíka umleið fjórða hvønn tíma, sigur Hjalmar Norð­berg Poulsen. Tað krevur eisini nakað, at fáa sag­ að plattarnar sundur. – Eg brúki vanliga ein fyrrapart at saga í, so tað krevur nakað, men tú kanst siga, at tað er eitt slag av ítrivi, sigur Hjalmar Norðberg Poulsen. Hitapumpur Áðrenn tey fluttu til Stykkir, búðu tey i Vestmanna. – Tað var í einum væl minni húsum, men oljurokningin lá um 1.100 krónur um mánaðin. Tá gjørdi eg eina íløgu á 20.000 krónur í eina hitapumpu, sum gav eina øking á 4,8-5,2, og tá lønti tað seg væl, sigur Hjalmar Norðberg Poulsen. Tað merkir, at hann fekk eina orku, sum var 4,8-5,2% størri, og tað má hon vera, skal oljupumpan vinna seg sjálva inn aftur. – Tað merkir, at tú fær 5,2 ferðir so nógv burtur úr hvørjum kWt. Tað nyttar ikki at keypa hitapumpur við lægri orku, tí tær betala seg ongantíð inn aftur, sigur Hjalmar Norðberg Poul­sen. Hann vísir á, at føroyingar keypa olju fyri fýra milliardir krónur um árið. – Um landsstýrið fann út av, at lata hvørjum húski 100.000 krónur fyri at skifta oljufýrið út við eina hita­pumpu, hevði meginparturin av olju­inn­ flutninginum verið burtur, og handils­ balansin hevði notið alskyns gott av tí, vísir Hjalmar Norðberg Poulsen á. Hús & Heim Skar 18.000 krónur av oljurokningini - Tað má sjálvandi bera til at kynda í umhvørvinum, og tú skal vera tilvitaður um ætt og vind og regn, men verður ansað eftir, ber væl til at spara heilt nógvar pengar upp á oljuna, sigur Hjalmar Norðberg Poulsen Tóri Nattestad og Sigmund Sørensen eiga og reka Havnar Træsmiðju Hjalmar brúkar tríggjar slíkar kubbar um samdøgrið Hjalmar Norðberg Poulsen koyrir í brenniovnin Timburarbeiði er okkara styrki, siga Tóri Nattestad og Sigmund Søren­sen, ið eiga og reka Havnar Træs­miðju, sum varð sett á stovn í fjør. Tóri og Sigmund hava ar­beitt saman síðan 1996. Báð­ir hava teir hollar royndir í timbur­fak­ inum. Sig­mund er útbúgvin bygn­ ingssnikkari og hevur m.a. arbeitt sum lærari í Tekniska Skúlanum í Tórshavn. Tóri er útbúgvin maskin­snikkari og hev­ur arbeitt sum sjálvstøðugur vinnu­rekandi í mong ár. Teir bjóða seg fram til nógvar ym­iskar uppgávur sum t.d. um­ vælingar av timburhúsum, inn­rætting av set­hús­um og virkis­bygn­ing­um, skifting av vind­ eyg­um og húsa­klædningum, eins og um­væling av skaðum og upp­ setan av køkum. Øll eru vælkomin at kontakta okkum. Vit koma so á staðið og hyggja at tí sum skal gerast og geva fegnir eitt óbindandi tilboð, siga Tóri og Sigmund frá Havnar Træsmiðju, sum hava telefon 50 96 99 ella 52 08 18. Havnar Træ­s­miðja bjóðar seg fram