mánadagur 28. oktober 2013síða 58
‹ fyrra síða allar 84 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
vika 44 | 28. oktober 2013
Ókeypis lýsingarblað
22
Hús & Heim
Í skjótt fimmti ár hevur HTH framleitt
køkar, sum eru kendir fyri sín kvalitet.
Á Óðinshædd er ein flottur handil við
nýggjastu HTH vørunum á marknað
inum
Danska HTH verksmiðjan varð
stovnað í 1966 av brøðrunum Hans
og Tonny Haahr, harav kemur navnið
HTH.
HTH Køkkener A/S er ein av størstu
køksframleiðarum í Norðurevropa
og hevur alla tíðina lagt seg eftir at
framleiða kvalitetsvørur. Køkarnir
hava verið seldir í Føroyum í mong
ár. Í dag eru tað Anna og Kári Müller,
sum eiga og reka P/F HTH Føroyar á
Óðinshædd í Havn.
Handilin er ein stór og flott fram
sýning við nýggjastu HTH vørunum.
Har eru køkar, bryggers, vaskirúm,
wc-møblar, klædnarúm, skjótihurðar,
hvítvørur, spesialskáp og borðplátur.
Starvsfólkini geva professionella
og persónliga ráðgeving, eins og tey
bjóða seg til at koma út til kundan og
máta upp, tá ein nýggjur køkur skal
bíleggjast, so er tað teirra ábyrgd, at
mátini eru røtt. Áðrenn køkurin verður
býlagdur verða tekningar gjørdar í
flatmyndum og 3D, so kundin sær,
hvussu køkurin kemur at síggja út.
Tað er møguligt at booka ein fund við
starvsfólkið ígjørnum www.hth.fo
Tað, at øll skáp koma samlað til
Føroyar frá HTH verksmiðjuni, er við
til at tryggja at alt verður rætt sett
saman og sparir nógva tíð og orku fyri
kundan.
– Øll eru vælkomin at síggja okk
ara stóru framsýning og at fáa eitt
óbindandi tilboð. Leveringstíðin upp
á køkar er uml. 3 vikur, og vit koyra
køkin til dyrnar. Vit hava HTH til ein
og hvønn tørv og hava altíð eitt gott
tilboð upp á ein góðan køk.
HTH til ein og
hvønn tørv
• HTH Køkkener A/S er ein av størstu køksfram
leiðarum í Norðurevropa
• HTH vørurnar eru t.d. køkar, bryggers, vaskirúm,
wc-møblar, klædnarúm, skjótihurðar, hvítvørur,
spesialskáp og borðplátur.
• Starvsfólkini geva professionella og persónliga
ráðgeving og koma út til kundan og máta upp
• Tekningar gjørdar í flatmyndum og 3D
• Øll skáp koma samlað til Føroyar frá HTH
verksmiðjuni
• Alt verður rætt sett saman
• Vit koyra køkin til dyrnar
• HTH til ein og hvønn tørv
FAKTA
Starvsfólk hjá HTH f.v.: Jóhann í Króki, Siri Elvira
Albertsdóttir og Finnur Victorson Carlsen
Kókað vatn í
krananum
Hesin HTH køkurin kostar einans kr. 28.500
fyri skáp, borðplátu og vask
Bryggers
Leo Poulsen
Úti í garðinum hjá Mourits Mohr Joen
sen stendur ein vindmylla á 0,8 kWh.
- Orsøkin til, at hon stendur har,
er, at eg hevði gingið og hugsa um
at fingið mær eina vidmyllu. Tá vit
gingu í maskinskúla var hetta evnið
nógv frammi, og so komu hesar smáu
kinesisku myllurnar og eg helt, at eg
skuldi royna eina, sigur Mourits Mohr
Joensen.
Sum sagt so gjørt, og nú hevur
myllan staðið í garðinum í seks og
eitt hálvt ár.
- Eg havi ongantíð havt hana niðri,
og tað er so mín egni feilur, men hon
melur væl og hevur ikki givið nakað
óljóð frá sær. Og tú skal jú ongantíð
broyta nakað, ið virkar, sigur Mourits
Mohr Joensen.
Hann hevur alla tíðina fylgt væl við
og hevur skrivað nógv niður og hevur
tí nógv hagtøl at vísa á.
- Fyrstu fimm og eitt hálva árið
skrivaði eg niður næstan hvørt ein
asta døgn, har eg havi fingið hjálp til
útrokningarhættir og annað. Og so
hevur oljufelagið verið so beinasamt
at lati mær oljuáfyllingar 10 ár aftur
í tíðina, so tíðarrokningin er frá vind
mylluni og fram til nú, sigur Mourits
Mohr Joensen.
Verða hesi tølini løgd saman fram
til dagin í dag, er talan um eina spar
ing av umleið 650 litrum av olju um
árið.
Serlig stýring
Tað var ein sonn dilla um hetta mundi
fyri knøppum sjey árum síðani, at øll
skuldu hava hesar smáu kinesisku
vindmyllurnar. Tær rundan um Mourits
rapaðu, men hansara stendur uppi
enn.
- Eg gjørdi tað beinanvegin, at eg
kubbaði nakað av mastrini, fyri at hon
ikki skuldi gerast alt ov høg. Síðani
gjørdi eg eina styrking á vengurnar.
Myllan er so lítil, hon er ikki meira enn
800 Watt, men eg gjørdi so tað, at eg
setti 8,7 kW inn í ketilin, og tað er
ímóti allari fysiskari lóg sum so, sigur
Mourits Mohr Joensen.
Hartil hevur hann fingið eina serliga
stýring á soleiðis, at um tað gerst ov
nógvur vindur, seta elementini inn og
tvingar hana at geva meira enn hon í
veruleikanum megnar. Tað hevur uttan
iva verið við til at bjarga »lívinum« á
mylluni.
- Men verður vinduri ov nógvur,
sløkki eg mylluna, tí tað kann verða
lívshættisligt, um ein vongur flýgur av,
sigur Mourits Mohr Joensen.
Spurdi seg fyri
Tað verður ofta tosað um óljóð frá
slíkum vindmyllum, men tað er einki
at tosa um.
- Hon gevur sjálvandi nakað av
óljóði, men tað hevur verið mátað, og
tað vísir seg, at klokkan á vegginum
larmar upp á seg meira, enn myllan
ger ein vanligan dag. Eg havi so ongan
hoyrt kæra, sigur Mourits Mohr Joen
sen.
Hann gjørdi eisini tað beinanvegin,
at hann fór til nærmastu grannarnar
fyri at kanna, um líkindi vóru at seta
ein slíka vindmyllu upp.
- Tað var alt í lagi, og sum sagt havi
eg ongantíð hoyrt nakað til gremjan
um óljóð. Og verður tað ov nógvur
vindur, sløkki eg hana, sigur Mourits
Mohr Joensen.
Íløgan í vindmylluna var í mesta
lagi 15.000 krónur, men tá gjørdi
hann so at siga alt sjálvur.
- Tað merkir so, at vindmyllan
longu nú er spard inn aftur. Tekur tú
meðalprísin í dag, hevur hon væl og
virðiliga vunnið seg inn aftur, sigur
Mourits Mohr Joensen.
Hann heldur tó ikki, at tað er nakað
gott hugskot, at slíkar vindmyllur stin-
ga seg upp í hvørjum garði.
- Hettar er fínasta slag, um ein
gevur sær góðan ómak og fylgir væl
við. Tað finnast uttan iva aðrar líka
góðar varandi orkukeldur, men hetta
er so nakað, ið riggar væl, sigur Mou
rits Mohr Joensen.
Vindmyllan spart seg væl og virðiliga inn aftur
Tað sigur Mourits Mohr Joensen, sum í hálvtsjeynda ár hevur havt eina kinesiska vidmyllu standandi í garðinum