Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-10-28, síða 68
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 28. oktober 2013síða 68

‹ fyrra síða allar 84 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

vika 44 | 28. oktober 2013 Ókeypis lýsingarblað 32 Hús & Heim Vilmund Jacobsen Tangavirkið í Vági er ein dugnaligur og tryggur veitari við umleið 16 monn­ um í starvi, harav fyritøkan altíð hev­ur nakrar lærlingar. Í fyrsta lagi er hetta ein rættiliga fleks­ibul smiðja og veitari, og fyri­tøk­ an ger nógvar ymskar uppgávur og loysnir, stórar sum smáar. Umframt at gera nógvar ymiskar upp­gávur við jarni og rustfríum, hevur Tanga­virkið eisini verið partur av fleiri stór­um verkætlanum, bæði í Suður­oy og norðanfjørðs. Alt hvs-arbeiði Navnið sigur okkum, at Tangavirkið eis­ ini framleiðir tangar av ymiskum slagi, og soleiðis hevur virkið seinastuni eis­ ini framleitt nakrar stórar tangar til eina av tænastustøðunum í Klaks­vík. Eitt vanligt ár plagar tanga­fram­leiðsl­ an at svara til umleið 10% av um­setn­ inginum hjá virkinum. - Vit eru eisini kendir fyri fram­ leiðslu av eitt nú rekkverkum, trappum og ymiskum øðrum úr jarni og stáli. Mortan Mortensen, stjóri, sigur, at virkið altíð er til reiðar at koma út til við­skiftafólk at gera uppmáting­ar og geva tilboð, um fólk ynskja sær rekk­ verk á trappuna, altanuna ella aðra­ staðni kring húsini. Stjórin vísir á, at virkið eisini er veit­ari av allar hvs-útgerð til húsar­ hald, virkir og stovnar. - Vit selja alt innan hita, vatn, san­ i­tet og ventilation, eins og kranar, vask, wc-møblar og annað, leggur hann aftrat. Setta ketlar upp Tangavirkið samstarvar við veitara av ketlum og gera fegnir uppsetingar-og rørarbeiði, tá ketlar verða skiftir ella settir upp av fyrstan tíð. Mortan Mortensen sigur, at virk­ið í Vági hevur sett nógvar ketlar upp mill­um ár og dag. - Hava viðskiftafólk gjørt avtalu við aðrar veitarar um keyp av ket­li, eru vit eisini til reiðar at gera upp­ setingararbeiði - líkamikið, hvør ketilin er, og hvar í landinum húsa­eigarin er. Fólk eru altíð vælkomin at ringja til okk­ara og spyrja seg fyri, sigur stjórin, Mort­an Mortensen. Vinnutænastur Stjórin tekur saman um og sigur, at Tanga­virkið í Vági veitir tænastur til fiskivinnuna á landi og sjógvi, ali­vinn­ una, byggivinnuna og til almenn og privat viðskiftafólk. Tangavirkið er eisini veitari til húsarhaldið Vilmund Jacobsen Norðsetur smíðaði fyrstu sniðhús­ini á verkstaðnum hjá Jóannesi Olsen í Hvalvík í 1980, og so væl varð tikið undir við húsunum, at felagið bygdi egn­an framleiðslubygning longu í 1983. Síðan virksemið byrjaði, eru Norð­ setur-hús næstan í hvørjari oygg í Føroyum, umframt at hús eisini eru út­flutt til eitt nú Týsklands og Grøn­ lands. Hóast talan er um sniðhús, eru ein­ støku húsini oftast tillagað teim­um, sum skulu hava tey, og umframt at byggja ymisk sethús, hevur Norðset­ ur eisini bygt samkomuhús, hallir og størri virkis-og skrivstovubygningar. Fyritøkan, sum flest øll í Før­oy­um kenna, hevur sítt virksemi á vinnu­øki­ num Úti við Neyst í Hvalvík, har stjóri og høvuðseigari er Helgi Olsen. Stívliga 20 fólk, harav nakrir lær­ ling­ar, eru knýttir at Norðsetur-fyri­ tøkuni. Ikki halda seg aftur Hóast byggifyritøkan í Hvalvík oft­ast hevur arbeiði og uppgávur nakað væl fram eftir, er fyritøkan altíð fegin um nýggjar fyrispurningar, tí pláss er altíð fyri nøkrum uppgávum aftrat. Helgi Olsen plagar at siga, at eing­in eigur at halda seg aftur við at seta seg í samband við fyritøk­una, sum fegin tekur móti fyrispurning­ um um byggiverkætlanir, smáum sum stórum. Eitt av teimum størru arbeið­ unum hjá Norðsetur í seinastuni hev­ur verið frítíðarskúlin í Leirvík, sum er uppíbygdur, og tað var eis­ini byggifyritøkan í Hvalvík, sum upp­ runaliga bygdi skúlan. Flestu lyklaklár Norðsetur hevur altíð nøkur sethús í gerð kring um landið, og soleiðis er eisini, nú heystið er komið, og vetur­in stundar til. Umleið 90% av húsunum, sum Norð­setur byggir, ger fyritøkan lið­ug og lyklaklár - heilt frá tí, at grund­økið er planerað, til alt timbur-og snikkara­ arbeiði er liðugt. Í einstøkum føri gera fólk ein part av arbeiðnum sjálvi. Øll húsini - stór og smá - sum Norð­setur byggir, verða bygd undir taki í sektiónum, sum verða settar upp á stað­num, har húsini verða bygd. Eini vanlig sethús verða sett upp eftir einum degi, og tað tekur byggi­ fyritøkuni millum tveir og hálvan triðja mán­aða at gera alt arbeiðið lið­ugt innan - alt eftir, hvussu stór set­húsini eru. Trúgvur og dyggur veitari Sum árini eru liðin, er søgan aftan fyri byggifyritøkuna Norðsetur í Hvalvík drúgv, og fleiri hundrað sethús og aðrir bygningar liggjan aftan fyri fyritøkuna, síðan fyrstu sethúsini vórðu sett upp á heysti í 1980 Umframt at arbeiða við jarni og stáli, selur virkið eisini alt innan hita, vatn, sanitet og ventilation, eins og kranar, vask, wc-møblar og annað. - Vit seta eisini ketlar upp fyri viðskiftafólk fyri kappingarførar prísir, sigur stjórin, Mortan Mortensen Hjá Norðsetur í Hvalvík hava keypararar fleiri húsasnið at velja ímillum, eitt nú hesi bæði, sum eru á myndini Mortan Mortensen er stjóri á Tangavirkinum í Vági, sum nú verður tikið í triðja ættarliði - Vit selja alt innan hita, vatn, sanitet og ventilation, eins og kranar, vask, wc-møblar og annað, sigur stjórin á Tangavirkinum