Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-10-28, síða 76
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 28. oktober 2013síða 76

‹ fyrra síða allar 84 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

vika 44 | 28. oktober 2013 Ókeypis lýsingarblað 40 Fá nýggj eygu á Sjónlag Eye Center Kom við til stórfingna Ísland og fá eygnaskurðviðgerð á framkomna Sjónlag Eye Center í Reykjavík Sjónlag Eye Center bjóðar bestu tænastuna og mest framkomnu tøknina í heiminum innan skurðviðgerðir av eygum. Higartil hava túsundtals sjúklingar fingið nýggja sjón og nýggjar møguleikar í lívinum eftir at hava lagt brillurnar á hillina. Íroknað ferðina er: Flogferð Vágar - Reykjavík t/r, geislaviðgerð og gisting á Hotel Ørkini, tætt við miðbýin í Reykjavík, í fýra nætur við morgunmati. Úr kr. 16.872,- fyri hvønn persón í deildum dupultrúmi. Fyri fylgjara eyka kr. 3.424,- Fyri einarúmi eyka kr. 768,- Laserviðgerð ella geislaviðgerð av eyg­unum, sum tað eisini kallast, er nakað, sum føroyingar hava roynt sein­astu árini við góðum úrslitum. Tosar tú um geislaviðgerð, so kem­ ur tú neyvan uttan um Sjónlag í Ís­landi, sum eru teir førandi á økinum. Fonn Flog hevur í fleiri ár samstarvað við Sjónlag, og tað er í hesum sam­bandi, at eygnastovan Sjónlag vitjar í Før­oy­ um í døgunum 28. – 31. okt­ob­ur. Okkara samstarv við Fonn Flog hev­ur verið sera gott, sigur Kristinn Ólafs­son, stjóri á Sjónlag. Hann er sjálv­ur annar við á ferðini í Føroyum. Fonn Flog hevur skipað ferðina fyri kund­an sum eina pakkaferð, sum merk­ir, at tey á Fonn Flog taka sær av øllum í sambandi við ferðing, hot­el og at bíleggja tíð til viðgerð á eygna­ stovuni, sigur Kristinn Ólafsson, stjóri á Sjónlag. Fyrilestrar Í sambandi við ferðina í Føroyum fara vit at halda tveir fyrilestrar um tað, sum vit kunnu bjóða av viðgerðum. Ein fyri­lestur verður týskvøldið á torginum í SMS og hin verður hóskvøldið í Skúla­num við Ósánna í Klaksvík. Báðir fyri­lestrarnir byrja kl. 19:00 og eru ókeyp­is. Tað verður eisini møguleiki at práta við okkum eftir fyrilestur­in, sigur Kristinn Ólafsson. Vit síggja ofta, at fólk hava spurningar til viðgerðirnar og hvussu hesar verða gjørdar. Alt hetta hava tey møguleikan at spyrja okkum um. Seljarar á Fonn Flog verða eisini við hesi kvøldini, tískil ber til at fáa meir at vita um pakkaferðirnar og hvussu hesar kunnu bíleggjast. Ikki bara geislaviðgerð Umframt geislaviðgerð gera vit eisini van­ligar eygnaviðgerðir sum t.d. cat­ ar­act-viðgerðir (stær). Vit hava havt nakrar føroyingar, sum eru viðgjørd­ir fyri cataract, men vit vóna at kunna hjálpa fleiri føroyingum við hesum í fram­tíðini. Vit hava kanska teir dugna­ ligastu eygnalæknarnar í Íslandi, og tískil bjóða vit okkum fegnir fram til hesar viðgerðirnar, sigur Kristinn Ólafs­son stjóri. Vit vilja fegnir heilsa upp á møgu­ ligar kundar í Føroyum, og tí vóna vit, at nógv fólk koma til fyrilestrarnar, sig­ur Kristinn Ólafsson, stjóri á Sjón­ lag, at enda. Sjónlag vitjar í Føroyum Fakta Kristinn Ólafsson, stjóri á Sjónlag og optikarin, Axel Örn Ársælsson Immi Dam til høgru saman við eygnalæknanum á Sjónlag. Immi Dam fekk cataract-viðgerð á Sjónlag í novembur 2012 – “kanska besta íløga eg nakrantíð havi gjørt”, sigur Immi Dam