mánadagur 28. oktober 2013síða 80
‹ fyrra síða allar 84 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
VIKA 44 | 28. OKTOBER 2013
Ókeypis lýsingarblað
44
VIKUTÍÐINDI
Sóla tær á Tenerifa í desember
Rás2 gevur tær møguleikan at vinna eina all-inclusice sólferð fyri 2 fólk til Tenerifa í desember
Liva leingi
Miðalaldurin á Tenerifa
er rættiliga høgur
samanborið við onnur
samfeløg í heiminum. Í
miðal liva menninir í 76
ár, meðan kvinnurnar
liva í 82 ár. Fólkini á
Tenerifa liva í stóran
mun av ferðavinnu.
Aðrar vinnur á Tenerifa
eru fiskiskapur,
landbúnaður og handil.
All-inclusive vinningur
Tenerifa-ferðin, sum Rás2 burturlutar, er er
ein sonevnd All-Inclusive ferð, har flogferð,
gisitingarhús og máltíðir eru goldnar
frammanundan. Tað einasta, tú skalt gera, er
at pakka kuffertið, taka lummapengar við, og
so annars bara fyrireika teg til at hugna tær og
taka tær av løttum í suðurlendsku sólini. Ferðin
byrjar í Føroyum seinasta dagin í november, og tit
koma heim aftur til Føroya 9. desember – vónandi
úthvíld og við góðum kuløri – til reiðar at fara
ígjøgnum gerandisdagin, jólamánaðin og veturin.
Góður desem ber
hiti
Tenerifa er tann størsta av
Kanarisku oyggjunum og liggur
einar 300 kilometrar frá afrikansku
strondini. Góður hiti er á Tenerifa
alt árið, og samstundis sum vit
skulu stríðast kava og kulda í des-
em ber, kunnu tey leggja seg í sólina
á Tenerifa. Hitin er omanfyri 20
hitastig alt árið, og eisini í desember
ber til at fáa upp í 25 hitastig á
Tenerifa.
Væl útbygt
samfelag
Tenerifa er væl útbygt við
altjóða flogvølli, sum er eitt
knútapunkt í ferðingina
til og frá oynni. Tenerifa
hevur eisini eitt væl útbygt
infrakervi og støðugar
veitingar av vatni og streymi.
Vælumtókt ferðamál
Tenerifa er 2057 fermetrar til støddar, og tað
búgva umleið 900.000 fólk á oynni. Flestu fólkini
á Tenerifa tosa spanskt, men tað ber eisini til
at klára seg við enskum máli. Afturat teimum
fastbúgvandi koma eisini tey mongu ferðafólkini,
sum vitja Tenerifa. Uppgerðir vísa, at millum fimm
og seks milliónir ferðafólk vitja Tenerifa á hvørjum
ári – nógv av ferðafólkunum eru europearar, sum
serliga leita eftir góðum veðri og sól.
Soleiðis
kappast tú
um ferðina
Send sms-boð við
innihaldinum ”sos”
til 1940. Hvørt sms-
boð kostar 20 krónur
umframt vanligan
takst.
sos
til 1940