týsdagur 29. oktober 2013síða 4
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 30. oktober 2013 · Nr. 125
4
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
tíðindi
Leo Poulsen
- Ikki eiga vit nógv tilfeingi í
Nólsoy, og tí er spurningur
in, hvat vit skulu gera fyri at
oyggin skal verða einastand
andi í mun til hinar bygdir
nar og plássini í Føroyum.
Tað sigur nólsoyingurin,
Karlot Hergeirsson.
Stóri
spurningurin
er,
hvussu Nólsoy kundi givið
sítt íkast til høvuðsstaðar
kommununa, ið kann draga
ferðafólk til, bæði uttan úr
heimi og her heima.
- Í Nólsoy er nógvur bøur,
sum eftir míni meting ikki
verður gagnnýttur nóg væl.
Tey seinastu nógvu árini
hevur meira enn helvtin av
bønum staðið ósligin, og í
fjør vil eg meta, at bert góð
30% var hoyggjað. Hví so
er, eru kanska serliga tvær
orsøkir. Onnur er, at tað er
nógv uttanbíggja jørð, og hin
er, at teir, sum eiga jørðina,
keypa hoyggj, heldur enn
at hoyggja sjálvir. Tí, sum
knæbøndur siga, at tað er
bíligari at keypa hoyggj, enn
at brúka arbeiðsdagar at
hoyggja, sigur Karlot Her
geirsson.
Hann sigur, at hettar er
orsøkin til, at hann hevur
spælt sær við tankanum at
gagnnýta bøin betur.
- So er tað, at eg hugsi:
hevði tað ikki verið eitt hug
skot, at gjørt ein golfvøll, sig
ur Karlot Hergeirsson.
Nú tað er ætlanin at fáa
Oyggjaleikirnar til Føroya, er
eisini neyðugt, at vit hava ein
golfvøll, og sum skilst er alt
ikki leyst og liðugt við einum
golfvølli á Glyvursnesi.
Skjótari og bíligari
Tað er einki at ivast í, at
oyggin hevði fingið nógva
umtalu, um kappingin í golf
varð hildin í Nólsoy.
- Eg veit, at ætlanin er at
byggja ein golfvøll á Glyvurs
nesi, men tað ljóðar ikki til at
vera heilt bíligt. Har skal alt
gerast frá grundini, og fer
at taka langa tíð, og tí vildi
eg hildið, at tað hevði verið
bæði skótari og bíligari at
gjørt golfvøllin í Nólsoy, sig
ur Karlot Hergeirsson.
Hann vísir á, at nógvur
bøur er tøkur.
- Hartil kemur, at tey
allarflestu
holini
kundu
verið gjørd bert við at sláa
og hampa bøin, og verður
hugt eftir yvirlitinum hjá
Búnaðarstovuni um prís á
landsjørð sæst, at hon er væl
bíligari í Nólsoy, sigur Karlot
Hergeirsson.
Nólsoy
kemur
undir
øki 5, og velt jørð er ásett
til 34 krónur fermeturin. Á
Glyvursnesi/Kirkjubø, sum
liggur í øki 2, er prísurin 88
krónur fermeturin, og nakað
er eisini velt á Glyvursnesi,
og tá er prísurin 110 krónur
fermeturin. Bara hetta merk
ir, at kommunan kann spara
tveir triðingar.
Men er tað so pláss fyri
einum golfvølli í Nólsoy?
- Ja, tað vil eg meta. Eg
havi teknað eina skitsu,
hvussu ein 18 hol golfvøllur
kundi sæð út í Nólsoy. Við
at hyggja at myndini sæst,
hvussu ein golfvøllur í Nóls
oy kundi gjørst ein tann
vakrasti í heiminum, og til
dømis endar eitt hol heilt
norðuri á Boða. Við røttu
marknaðarføringini
kann
golfvøllurin draga heilt nógv
golfferðafólk til Føroya, sigur
Karlot Hergeirsson.
Liggur í býráðnum
Golf er tann ítróttargreinin,
ið veksur skjótast og hevur
stóra útbreiðslu í øllum
vesturlendska
heiminum.
Um golf í dag ikki bara er fyri
tey ríki, so er tað eingin loyna,
at nógvir golfspælarar eru
væl bjargaðir pensjónistar,
og tað ber væl til at ímynda
sær, at ein stórsligin golfvøll
ur kundi fingið tey hendan
vegin.
- Við golfvøllin kundi
eisini verið gjørt eitt klubb
hús, har ferðafólk millum
annað kundu lænt golf
útgerð. Tað kundi eisini
hugsast, at tá stóru ferða
manaskipini
komu
á
Havnina, lá ein bátur klárur
at flyta golfáhugaðu ferða
fólkini út til Nólsoyar. Eisini
hevði borið til at ferðast í
oynni, og so kundi dagurin
enda við eini góðari máltíð
við undirhaldi, føroyskum
dansi og aðrari føroyskari
mentan,
sigur
Karlot
Hergeirsson.
Uttan at kenna nakað til
tølini roknar hann við, at
tað eru fleiri tíggjutals golf
spælarar við hvørjum ferða
mannaskipi. Og talan er ikki
bert um leysar tankar.
- Eg havi sent mítt hug
skot til býráðið og til borg
arstjóran og spurt, um tey
eru áhugað í einum alter
nativum, bíligari og vakrari
golfvølli enn tann, sum er
á tekniborðinum at gera á
Glyvursnesi. Tað hevði ver
ið eitt upplagt høvi at seta
handling
handan
orðini
um at menna útjaðaran í
kommununi, og tí haldi eg, at
málið um ein golfvøll í Nóls
oy eigur at fáa eina sakliga
viðgerð. Eg fekk onkra posi
tiva afturmelding beinan
vegin, men havi síðani einki
hoyrt aftur, sigur Karlot Her
geirsson.
Ætlar at gera golfvøll í Nólsoy
- Eg havi í eina tíð spælt mær við tankanum um tað ikki hevði verið
møguligt, at gjørt ein golfvøll í Nólsoy, sigur Karlot Hergeirsson
Soleiðis ímyndar Karlot
Hergeirsson sær, at
ein 18 hols golfvøllur í
Nólsoy kann síggja út
Karlot Hergeirsson hevur gjørt sær sínar tankar um at gagnnýta bøin í Nólsoy