týsdagur 29. oktober 2013síða 10
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 30. oktober 2013 · Nr. 125
10
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
tíðindi
Rannvá G. Fossaberg
Mánadagin
kom
eitt
ís
lendskt filmslið frá fram
leiðslufelagnum
Sagafilm
til Føroya at gera upptøkur
um matmentanina í Før
oyum. Alla vikuna fara tey
at ferðast kring landið og
kanna, hvat føroyingar hava
livað av seinastu hundrað ár
ini, hvat føroyingar eta í dag,
og hvussu rávørurnar verða
brúktar, tá hugsað verður um
tað nýggjasta nýggja innan
gastronomi.
Vitja øll Norðurlondini
Upptøkurnar,
sum
verða
gjørdar í Føroyum, skulu
brúkast í eini matsending,
sum í átta pørtum skal lýsa
norðurlendsku matmentan
ina. Filmsliðið hevur verið
í Grønlandi, Íslandi, Noregi
og er nú í Føroyum og ger
seinastu upptøkurnar.
- Ætlanin er at vísa,
hvussu aldargamlar siðvenj
ur og nýggj rák innan mat
mentan rigga saman. Tað
gera vit við at fara til tey
fýra londini og vísa, hvussu
tey brúka rávørurnar har, og
hvørjar serstakar rættir, tey
hava, sigur Margreth Jónas
dóttir, ið er framleiðari av
sendingini.
Í hvørjum landi verður
ferðast saman við einum
kokki úr tí landinum. Í
Føroyum verður tað Leif
Sørensen, sum fer at vísa á
føroysku matmentanina fyrr
og í dag.
- Vit hava valt at gera tað
soleiðis, at hvørt land fær
tveir partar, soleiðis at vit í
fyrsta parti síggja siðbund
na matgerð og hvat fólkini í
hesum landinum eta dagliga.
Harafturat verður hugt eft
ir, hvaðani rávørurnar, sum
fólkið hevur livað av sein
astu hundrað árini, stava frá.
Í øðrum parti verður hugt
eftir nútímans ráki innan
gastronomi, og hvussu tað
gamla, siðbundna kann sam
antvinnast við tí nýggjasta
innan mat og matgerð, greið
ir Margreth Jónasdóttir.
Havhestar og
haruveiða
Hesa vikuna, filmsliðið ger
upptøkur til teir tveir part
arnar úr Føroyum, skulu tey
uppliva eitt sindur av hvørj
um.
- Eitt, sum hesi londini
hava í felag, tað er veiði
mentanin, og tí kemur tað
eisini at fylla ein stóran part
av sendingunum, tí veiði
hættirnir eru allir áhuga
verdir og ymiskir. Í pørt
unum úr Føroyum koma tit
at
síggja
hummaraveiðu,
farið verður eftir havhesti
og eisini vísa vit, hvussu tit
fletta seyð, sigur Margreth
Jónasdóttir og leggur afturat,
at tað bara verður hugt eftir
siðvenjum í sambandi við
mat og matgerð, og ikki eftir
hvat er politiskt rætt.
- Tí velja vit eisini at
greiða hyggjarunum frá um
grindadráp, hvussu tað fer
fram og á hvønn hátt hval
ur verður nýttur sum man
naføði. Onkur vildi kanska
sagt, at tað nýtist okkum ikki
endiliga at vísa, tí fólk hava
ymsar meningar um hvala
veiðu, men tað hevur verið
og er framvegis ein týdning
armikil partur av føroyskari
matmentan, so tí hava vit
valt, at hetta eisini verður at
síggja í sendingini, staðfestir
Margreth Jónasdóttir.
Hon vísir á, at tey leggja
dent á at vitja ymisk støð í
Føroyum, og sostatt skulu
føroyingar ikki rokna við
bara at síggja tey vanligu,
vøkru støðini, ferðafólk al
oftast uppliva.
- Vit hava avgjørt at gera
upptøkur har, ið rávørurnar
eru, og tí vísa vit ikki bara tey
penastu støðini. Men sjálvandi
verður vakurt landslag at
síggja, tí hetta skal verða ein
ævintýrakend matsending og
als ikki sum tær vanligu mat
sendingarnar, vit annars eru
von at síggja.
Skulu fáa vitan
og íblástur
Ætlanin er, at sendingin
skal vísa norðurlendingum,
hvussu rávørurnar eru at
finna í egnari náttúru, og
hvussu
matmentanin
er
broytt gjøgnum tíðirna.
- Hyggjarin skal síggja,
hvussu
norðurlendingar
finna rávørur í náttúruni,
hvussu ein sjálvur kann fáa
rávørur í sínum egna um
hvørvi og annars bara fáa vit
an og íblástur frá sínum egna
landi men eisini hinum Norð
urlondunum. Vit vilja eisiin
vísa, hvussu teir heilt góðu
kokkarnir hyggja aftur í tíð
ina eftir matinum tá, fyri at
fáa íblástur til matgerð í dag,
sigur Margreth Jónasdóttir.
Hon vísir á, at hon sum
framleiðari eisini leggur stór
an dent á undirhaldsvirði í
øllum pørtunum.
- Hetta skal vera ein løtt
og undirhaldandi sending,
samstundis
sum
hon
upplýsir hyggjaran. Tí hava
vit eisini valt at hava ein vert
til sendingina, sum sjálvur
veit lítið um mat og matgerð,
so
tað
verður
ivaleyst
stuttligt,
sigur
Margreth
Jónasdóttir,
sum
hevur
fingið kenda, íslendska sjón
leikaran
og
instruktørin,
Gísli Ørn Gardarsson, at hava
vertsleiklutin í teimum átta
pørtunum.
- Vit hava valt hann, tí
hann er ikki vanur at vera
vertur, og tískil er stuttligt
at uppliva hann í einum
óvanligum leikluti, men har
afturat tosar hann flótandi
norskt, og tað var eitt krav
hjá okkum, tí í sendingunum
verður einans prátað á norð
urlendskum, sigur Margreth
Jónasdóttir.
Víst í Føroyum
Upptøkurnar til matsending
ina byrjaðu seinast í august
mánaði í ár, og tá filmsliðið
fer úr Føroyum mánadagin,
eru upptøkurnar lidnar.
Teir átta partarnir skulu
eftir ætlan vísast í Íslandi,
Føroyum,
Noregi,
Finn
landi og møguliga eisini í
Danmark. Væntandi verð
ur sendingin at síggja í Før
oyum næsta heyst.
Filma føroysku matmentanina
Føroyskar rávørur og serrættir úr Føroyum verða á breddanum í eini íslendskari matsending,
sum verður at síggja í fleiri norðurlendskum londum komandi ár. Hesa vikuna er íslendska
filmsliðið í Føroyum og ger upptøkur til sendingina Taste the North Atlantic
Margreth Jónasdóttir, framleiðari av matsendingini, saman við vertinum, Gísli Ørn Gardarsson
Mynd: Álvur Haraldsen
Eitt, sum hesi
londini hava
í felag, tað er
veiðimentanin,
og tí kemur tað
eisini at fylla ein
stóran part av
sendingunum