týsdagur 29. oktober 2013síða 18
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 30. oktober 2013 · Nr. 125
18
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
meldurin
Leo Poulsen
Hetta er fimta bókaútgávan
hjá Óla Olsen.
Hann er føddur í Klaksvík
í 1949 og gekk síni barnaár í
skúla har norðuri. Eftir lokna
skúlagongd fór hann til skips
í fýra ár frá 1966 til 70.
- Tá hevði eg fingið
siglingstíðina og fór á stýri
mansskúla. Eg fekk so prógv
ið til jóla í 1972, og fór so bein
leiðis til skipsførara í januar
1973, sigur Óli Olsen.
Hann var við í seinasta
flokkinum, sum tók skips
førara eftir hálvum ári.
- Eg søkti og slapp umborð
hjá A P. Møller og har var eg
verandi fram til 1979. Hetta
var í tíðini, tá sekstanturin
varð nýttur at navigera við,
sigur Óli Olsen.
Hann búði í Danmark,
tey árini hann sigldi við A.
P. Møller, og har hitti hann
eisini kvinnuna, sum hann
giftist við.
- Vit gjørdu so av at flyta
heim til Føroya í 1979. Hetta
var jú fremmant land fyri
konuna, so henni dámdi bet
ur, at eg ikki sigldi úti, so eg
gjørdi av at fara á lærara
skúla í 1983, sigur Óli Olsen.
Hann tók prógv sum
lærari í 1987 og søkti og fekk
starv á Føroya Sjómansskúla
sama árið.
- Har var eg í nógv ár, og
tað var hesa tíðina, at eg byrj
aði at skriva, sigur Óli Olsen.
Fyrsta bókaverkið
»Sigling & útbúgving I og II«
vóru fyrsta bókaverkið frá
Óla Olsen.
- Hetta var ein uppgáva,
sum var rættiliga spennandi.
Eg gjødri nakað við forna
sigling í fyrra bindinum,
sum kom út í 2003. Hetta var
í veruleikanum sera áhuga
vert, tí talan var um so nógv
ar smáar sjómansskúlar, sig
ur Óli Olsen.
Hann royndi so at lýsa
hesar smáu sjómansskúlar
nar, og hvørjar teir førdu upp
til próvtøku.
- Ein stuttlig hending var,
tá ein kona úr Gøtu ringdi til
mín og spurdi, um eg visti at
siga henni, hvar og nær pápi
hennara hevði tikið skipara
prógv. Hon hevði leitað og
spurt seg fyri, men eingin
visti at siga henni. Tá kundi
eg skjótt og lætt leita í bóka
verkinum og siga henni, nær
og hjá hvørjum, pápi hennara
tók skiparaeksamiu. So tað
prógvar, at ein ávísur tørvur
hevur við á hesum bókaverki,
sigur Óli Olsen.
Í bókunum er eisini yvirlit
yvir allar navigatørar heilt
frá 1893 og fram til 1993.
- Seinna bindi av hesum
bókaverki kom so út í 2004,
sigur Óli Olsen.
Eftir hetta fór hann so aft
ur út í heim at sigla nøkur ár,
áðrenn hann gavst, tá hann
var um 60 ára aldur.
Fisher og Sverri
Næstu bøkurnar hjá Óla Ol
sen lýstu lívssøgurnar hjá
tveimum privatpersónum.
- Tann fyrri var Fisher
Heinesen. Hann livdi jú eitt
lív í viðgangi og mótgangi, og
hann gjørdist serliga kendur
fyri streymtalvurnar. Men
hann kendi eisini til mót
gang, og endaði í fongslinum
orsakað av læknastríðnum í
Klaksvík, sigur Óli Olsen.
Tað var hesa tíðina, at
hann skrivaði endurminn
ingar sínar, sum Óli Olsen
nýtir sum grundarlag undir
bókini, »Fisher Heinesen - tá
ið rak við og ímóti«.
- Tað var jú Fisher Heine
sen, ið setti sjómansskúlan
í Klaksvík á stovn. Hann
virkaði fyrstu árini sum ein
privatskúli, men gjørdist al
mennur í 1970-unum, sigur
Óli Olsen.
Mest
kontroversiella
bókin, ið klaksvíkingurin á
Argjum hevur skrivað, er
uttan iva »Í Waffen SS - søg
an um Sverra Djurhuus«.
- Vit kendust nakað, og tá
Sverri fór at nærkast teim
um 80 gjørdi eg av, at ringja
til hansara fyri at lufta
tankanum um at skriva eina
bók um hann og hansara
upplivingar
á
eystur
frontinum. Og tað var ikki
meira enn hálvtalað orð, so
var Sverri við upp á tað, sig
ur Óli Olsen.
Hann gjørdi so tríggjar
drúgvar samrøður við Sverra
Djurhuus.
-
Einasta
treytin
hjá
Sverra var, at hann vildi slep
pa at síggja tað, ið eg setti á
prent. Men av tí at hetta var
rættiliga kontroversielt, var
tilfarið lagt til síðis, og tað
skuldu ganga 11 ár frá tí eg
tosaði við Sverra í 1999, til
bókin kom út í 2010, sigur Óli
Olsen.
Avtala um skipasmíð
Tað var onkur, ið koyrdi und
ir hann, at fáa hann at fara
undir bókina um Sverra Djur
huus, eftir at bókin um Fisher
Heinesen var komin út.
- Men eg helt ikki, at eg
kundi fara undir at skriva
bókina, fyrr enn eg hevði
tosað við døturnar hjá Sverra
Djurhuus. Tvær búgva niðri,
men so passaði tað seg so
væl, at tær komu heim til
eitt brúdleyp, og so komu
tær á gátt hjá mær, saman
við onkrari abbadóttir, sigur
Óli Olsen.
Har var, eins og hjá Sverra
Djurhuus sjálvum, leyst og
liðugt, og so fór Óli Olsen í
gongd.
- Hetta var sum áður
nevnt ein rættiliga kontro
versiell bók, men eg haldi, at
hon var væl móttikin, sigur
Óli Olsen.
Hann sigur, at tá bókin
kom út, fekk hann eitt stórt
blómutyssi frá døtrunum, og
tað var hann bæði ovfarin og
glaður um.
- Tað var fløvandi at fáa
slíka viðurkenning, men tað
vóru kortini ikki stundir at
hvíla á laurberunum, tí eg
hevði longu í 2009 gjørt avtalu
við fólk á Skipasmiðjuni um
at skriva søguna um føroyskt
skipasmíð, sigur Óli Olsen.
Í bókini skrivar Óli Olsen
soleiðis í Formælinum:
»Í 2009 bóðu skipasmiðju
menn í Havn meg skriva
søguna um føroyskt skipa
smíð. Sagt varð, at søgan um
føroyska bátin var skrivað
(Andras Mortensen: Hin før
oyski róðrarbáturin), men
ikki um skipið, deksbátin ella
motorbátin.
Mentanararvur
Hesum játtaði eg, og sama
heystið varð farið at kanna
og at savna inn tilfar. Men
skjótt gjørdist greitt, at til
farið var nógv, og at illa fór
at bera til at lýsa tað í eini og
somu bók. Komið var ásamt
um at avmarka verkætlanina
til føroyskt træskipasmíð
burturav - frá Royndini Fríðu
í 1804 til Jøkul í 1978. Tikið var
til, at hesa søguna bar til at
runda av, tí at føroyskt træ
skipasmíð var farið í søguna.
Nú verkætlanin er kom
in undir land má sigast, at
farið varð til verka í tøkum
tíma. Tær eydnaðist akkurát
at hitta teir seinastu skips
timbrararnar á máli - ella
at kenna hitan av hondum,
sum sleptu, sum tikið verður
til. Serliga í Havn, men eisini
aðrastaðni í landinum, upp
livdu tú ríkar og gevandi
løtur saman við hesum til
komnu monnum, sum gleði
liga søgdu frá lívi sínum sum
skipasmiðir og øðrum, teim
um høvdu verið fyri á lívs
leiðini«.
Bókin er deild upp í eina
svart/hvíta hálvu og eina lit
hálvu.
- Har er talan um siglandi
mentanararvin, tað vil siga
tey træskipini, ið enn verða
nýtt, antin til fiskiskap ella
sum
stuttleikaskip.
Har
funnust so nógvar og vakrar
myndir, at eg helt rættast var,
at brúka tær, sigur Óli Olsen.
Einki á skrá
Nú bókin verður løgd fram
mikukvøldið í Klaksvík, er
einki nýtt á tapetinum hjá
Óla Olsen.
- Nú var tað soleiðis, at
eftir bókina um Sverra Djur
huus fór eg beinleiðis undir
hesa nýggju verkætlanina.
Eg fekk líkasum ikki tíð at
klára heilan og anda út, og
tað er neyðugt at lada upp av
nýggjum, tá ein verkætlan er
av, sigur Óli Olsen.
Tí liggur heldur einki og
bíðar fyri framman.
- Nú kundi eg hugsa mær
at farið út at ferðast. Eg havi
til dømis ongantíð verið í
Noreg, og tað kundi eg væl
tonkt mær. Tað kundi verið
áhugavert at sæð tey ymsu
skipini, ið myndir eru av í
bókini, sigur Óli Olsen.
Hann sigur, at hann hevur
børn í Danmark, og at leiðin
tí saktans kundi gingið tann
vegin.
Fyribils gleðir hann seg til
bókaframløguna, sum verð
ur í Klaksvík klokkan 19.30 í
Skúlanum við Ósánna miku
kvøldið.
Siglandi arvurin
varðveittur
Klokkan 19.30 mikukvøldið verður nýggjasta bókin hjá Óla Olsen løgd fram í
Skúlanum við Ósánna. Bókin er at rokna sum søgan um føroyskt træskipasmíð
Eg helt ikki, at eg kundi fara undir
at skriva bókina, fyrr enn eg hevði
tosað við døturnar hjá Sverra Djurhuus