týsdagur 29. oktober 2013síða 25
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
25
Mikudagur 30. oktober 2013 · Nr. 125
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Bakkavegur 9 · PO Box 221 · FO-625 Glyvrar · Tel +298 40 50 00 · Fax +298 40 50 09 · www.bakkafrost.com
BAKKAFROST SØKIR GÓÐSKULEIÐARA
Bakkafrost er størsta alifelag í Føroyum og telist millum fremstu fyritøkur á sínum vinnuøki. Bakkafrost hevur ræði á allari virðisketuni
frá smolti og alifóðri til lidnar laksavørur og sølu. Á Havsbrún í Fuglafirði framleiðir felagið mjøl, lýsi og alifóður. Bakkafrost rekur
alivirksemi á smoltstøðum og aliøkjum á 14 ymsum firðum í Føroyum. Harafturat hevur felagið kryvjivirki og framleiðslu av lidnum
vørum. Høvuðsskrivstova felagsins er á Glyvrum og felagið hevur sløk 590 starvsfólk. Bakkafrost leggur dent á lívfrøðiliga trygd,
dugnalig starvsfólk, lágkostnaðaframleiðslu, virðisøking og vakstrarmøguleikar. Bakkafrost er skrásett á virðisbrævamarknaðinum í Oslo.
Fiskaheilsa, fiskavælferð og sjúkufyribyrging eru
øki av serliga stórum týdningi hjá Bakkafrost.
Góðskuleiðarin arbeiðir í tøttum samstarvi við
deildarleiðarar í Ali- og Smoltdeildini, og hevur
ábyrgdina av innaneftirlitinum hjá Bakkafrost
Farming.
Arbeiðsøki
Sum góðskuleiðari skalt tú tryggja, at Bakkafrost
Farming lýkur øll ásett krøv bæði í mun til lóggávu
og serstøk kundakrøv, sum eru ásett í teimum
altjóða góðkenningum, sum vit arbeiða eftir. Tú
skalt eisini tryggja, at verandi manna gongdir á
innaneftirlitsøkinum verða optimerað ar og mentar,
umframt at fremja beinleiðis eftirlit, skoðanir og
eftirmetingar.
Sum góðskuleiðari fert tú harumframt at luttaka í
menning av verandi og komandi altjóða góð kenn-
ingum hjá Bakkafrost. Góðskuleiðarin hevur
sjálvs tøðuga ábyrgd á økinum og skal tryggja
neyðuga framgongd á økinum gjøgnum gott
samskifti innanhýsis og uttanhýsis.
Ein partur av starvinum eru verkætlanir, sum
eru tengdar at innaneftirlitsøkinum saman við
ráðgeving í mun til deildarleiðarar og alarar.
Góðskuleiðarin hevur tilvísing til deildarleið ar an
á Góðskudeildini og verður partur av Góðsku-
deildini, har lívfrøðingur, djóralækni, fiskaheilsu-
biologur, framleiðsluverkfrøðingur, góðskuleið-
arar og eftirlitsfólk starvast.
Tín vangamynd
Tú hevur viðkomandi hægri útbúgving og tað
er ein fyrimunur, at tú hevur royndir at arbeiða
við altjóða góðkenningum. Sum persónur hevur
tú góð samstarvsevni og megnar bæði at ar-
beiða sjálvstøðugt og í toymum. Tú hevur
posi tivan hugburð til uppgávurnar og leggur
stóran dent á at samantvinna ástøði og praktiska
veruleikan.
Vit bjóða
Vit bjóða eitt fjølbroytt og áhugavert starv við
stórum fakligum og persónligum avbjóð ingum í
eini dynamiskari fyritøku. Vit leggja dent á
at hava eitt gott arbeiðsumhvørvi, og kunnu
bjóða tær góðar starvsfólkatryggingar.
Løn og setanartreytir
Løn og setanartreytir eru sambært avtalu.
Meira at vita
Vilt tú hava meira at vita um starvið, ert tú
vælkomin til at seta teg í samband við Annu
Johansen, deildarleiðara á Góðskudeildini, á tel.
23 50 20, ella við t-brævi til anjo@bakkafrost.com.
Umsókn
Umsókn til starvið við avritum av prógvum og
viðmælum skulu sendast við t-brævi til
hrm@bakkafrost.com.
Umsóknarfreist
Umsóknarfreistin er mánadagin 4. november
2013. Starvið verður at seta sum skjótast.
Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði.
STARVSFÓLK
sansir.fo