hósdagur 31. oktober 2013síða 38
‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
2
VIKUSKIFTI
nr. 126 · 1. november 2013
tónleikur
Eyðun Klakstein
eydun@sosialurin.fo
Dagfinn Joensen hevur fingið nýggju
fløguna hjá rockbólkinum Fate í
hondina. Sangarin úr Funningsfirði
hevur verið partur av danska bólkinum
seinastu árini, og nú er onnur fløgan við
Dagfinni sum sangara ávegis. Almenni
útgávudagurin er 22. november, men í
vikuni var fløgan liðugt framleidd.
- Tá ið Fate gjørdi comeback í 2005,
var tónleikurin rættiliga myrkur, og
á seinastu útgávuni var tónleikurin
framvegis heldur tungur og myrkur.
Á nýggju útgávuni líkist Fate meira
Fate frá 80’unum. Tónleikurin er blivin
ljósari aftur, gittarljóðið er harðari, og
tað er meira variatión í tempo, sigur
Dagfinn Joensen.
Útgávan
Fate gav fleiri plátur út í 1980’unum og
hittaði við sanginum Lovers. Bólkurin
hevði steðg í meira enn 10 ár frá 1993,
men síðani 2004 hava teir aftur verið
virknir við bæði framførslum og
útgávum.
12 sangir eru á útgávuni If Not
For The Devil, sum Jacob Hansen, ið
er virdur framleiðari av rocktónleiki,
hevur ljóðblandað og mastrað.
22. november hevur Fate móttøku á
staðnum High Voltage í Keypmannahavn
í sambandi við útgávuna.
Dýrabæra tíðin
Redaktørur: Eyðun Klakstein
Útgevari: Sosialurin, www.sosialurin.fo
Sniðgevi/umbróting: Pætur Eyðunsson Jensen, Sosialurin
Forsíðumynd: Tummas Joensen og Tóra Matras Tummasardóttir / Mynd: Eydbii myndir
klumman
Simona
Weihe
– Nýggja fløgan er nakað ljósari enn undanfarnu útgávur
hava verið, sigur Dagfinn Joensen, sangari í rockbólkinum
Fate, sum finnur gamla ljóðið aftur á nýggjari útgávu
Fyri góðum tveimum vikum síðan var eg til fyri
lestur í Norðurlandahúsinum, har danin Knud
Romer, umframt at halda fyrilestur, vísti stuttan
dokumentar-film, upptikin gjøgnum eitt ár í lívi
hansara. Filmurin snúði seg um tíðina, faðir hans
ara fór á røktarheim, doyði og til barndómsheimið
var lýst til sølu.
Tað neit at hjartanum at hoyra, hvussu hørð
henda tíðin hevði verið fyri hann. Hjálpar
loysi hansara í sambandi við ymsar støður í
tilgongdini. Hansara uppliving av, hvussu illa
vælferðarsamfelagið tók ímóti gamla, dementa
pápanum, tá hann eftir langt arbeiðslív hevði
brúk fyri tí.
Romer vildi vera við, at í dagsins vælferðar
samfelag verða tey, sum ikki eru produktiv, í hes
um føri gomul og óhjálpin, niðurraðfest. At nak
að er um tað, síggja vit best, tá tað altíð stendur á
at játta peningin, ið krevst til at reka hetta økið.
Tí hoyra vit av og á um gomul, sum ikki hava
tað gott, tí lívskorini ikki eru nøktandi.
Nýggja áhugafelagið »Tign« skipaði fyri hetta
kvøldið í Norðurlandahúsinum. Tign arbeiðir fyri
áhugamálum hjá gomlum og óhjálpnum. Um
framt Tign hava vit eisini pensjónistafeløgini og
Landsfelag pensjónista, sum seinastu tíðina veru
liga eru farin at gera vart við teirra viðurskifti og
áhugamál. Og hvør er betri enn tey at gera tað?
Ígjøgnum lívið eru vit øll ymisk. Velja ymsar
mátar at skipa okkara gerandisdag. Harafturímóti
hava tilboðini til gomul verið rættiliga einsháttað.
Men nú er tað tíbetur, sum røring er komin í. Vit
ynskja fjølbroytni á hesum øki eisini. So er at
spyrja brúkaran, hvat hann ynskir og raðfesta
hareftir.
Er skipanin góð og fjølbroytt, so kunnu
næstringarnir njóta dýrabæru tíðina saman við
teimum gomlu. Ikki lata hana fara til spillis við
at stríðast við myndugleikar.
Tí ongin eigur at sita eftir við hasi ræðuligu
kensluni, sum fyrilesarin Knud Romer sat eftir
við: At vita, at seinastu mánaðirnir í lívinum hjá
dementa pápanum ikki vóru góðir. Slíkt eigur
ikki at koma fyri.
Tá tað snýr seg um gomul, veik og óhjálpin, so
eigur tað ikki at vera nakað, sum eitur discount-
loysnir. Vit eru líka so ymisk, tá vit eru gomul,
sum vit eru frá fyrsta degi. Og skulu eisini hava
møguleikar at velja eftir tørvi og áhuga, hvussu
okkara seinastu ár skulu vera.
Vit, sum hava havt ta gleði at hava kunnað
verið um okkara gomlu foreldur, vita, hvussu
ómetaliga virðismikil og gevandi hendan tíðin
er. Tann serliga nærveran, sum tú minnist afturá
við gleði. Tað góða prátið um alt møguligt. Og
gott at vita, at tú kundi gleða, hjálpa og lætta um
seinastu árini. Ógloymandi, gevandi og kærleiks
fullar løtur. Tíbetur eru hetta eisini royndirnar
hjá nógvum, helst teimum flestu.
Tað er tá viðurskiftini ikki eru í lagi, at vit
hoyra um tey. Og soleiðis skal tað vera, tí tað
skulu vit hoyra um.
Veit ikki um nøkur dagførd hagtøl fyri, hvussu
nógv fáa brúk fyri ellis- og røktarheimi. Men fyri
nøkrum árum síðan vóru tað umleið átta prosent í
skandinavisku londunum. Helst er talið nakað tað
sama hjá okkum. Tey allarflestu verða búgvandi
heima. Til tey eru nógv mennandi og fyribyrjandi
tilboð, til dømis Tilhaldið í Tórsgøtu í Havn. Nógv
tiltøk eru eisini kring landið. Og verður heima
hjálpin høgt raðfest, heldur enn niðurlagað, sum
hon tykist hava verið seinastu árini, so hevði tað
heilt vist verið eitt stig á rætta leið.
So segði
hann...
Dagfinn leitar
aftur á slóðina
– Eg eri so kontroverisellur sum persónur, at
Rás2 verður ivaleyst bumbað niður og boykottað
orsakað av mær, og so steðgar hetta.
Óli Breckmann,
nýggjur vertur á Rás2
Dagfinn Joensen (mitt í myndini) og restin av manningini í Fate
Nýggja fløgan hjá Fate kallast
»f Not For The Devi«