Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-10-31, síða 40
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 31. oktober 2013síða 40

‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 126 · 1. november 2013 4 VIKUSKIFTI Samrøða Rannvá G. Fossaberg rannva@sosialurin.fo Óteljandi innleggingar á sjúkrahúsi, nógvir túrar til Danmarkar, kemoviðgerð, stráluviðgerðir og fleiri langir og strævnir dagar við uppvenjing. Hetta hevur verið ein stórur partur av gerandisdegnum hjá 15 ára gomlu Tóru Matras Tummasardóttir og familju hennara. Líka síðani Tóra var hálvtannað ára gomul hevur hon drigist við krabba­ mein í heilanum í fleiri umførum. Ein sjúka, sum upp á mangar mátar, hevur ávirk­að og broytt lívið hjá familjuni á Fossá­gøtu 20 í Klaksvík. - Vit royna at liva soleiðis, at sjúkan ikki skal fylla so nógv, men sjálvandi er gerandisdagurin nógv merktur av, at Tóra hevur verið so sjúk. Og óttin fyri, at hon kann gerast sjúk aftur, hvørvur iva­leyst ongantíð, sigur pápi Tóru, Tumm­as Joensen. Eitt totalt sjokk Tóra hevur ofta verið innløgd á sjúkrahúsið bæði í Føroyum og í Dan­ mark, tí longu sum hálvtannað ára gomul fekk hon fyrstu ferð krabbamein. Síða­ni er hon í fleiri umførum blivin frísk, men er so vorðin sjúk aftur. - Vit búðu í Havn, tá hon fyrstu ferð fekk staðfest krabbamein. Hon hevði verið illa fyri, spýði og sløraði eitt sindur á beinunum, so vit fóru nakr­ar ferðir til lækna við henni. Eftir eina tíð bleiv hon koyrd í skannaran á Landssjúkrahúsinum, sum vísti, at hon hevði ein svull á heilanum. Og so bleiv alt fyri eitt avgerð tikin, um at vit skuldu við henni til Danmarkar á Ríkissjúkrahúsið, fortelur Tummas Joen­sen. Longu næsta dag, eftir at tey høvdu fing­ið boðini, fóru tey við fyrsta flog­ farinum til Danmarkar. Tummas Joen­ sen minnist væl, hvussu tann kenslan var. - At fáa boðini um, at dóttir tín er sjúk, og at tað er nakað so álvarsamt sum krabbamein í heilanum, tað er eitt totalt sjokk. Tú roynir bara at fylgja við í tí, sum fer fram, og áðrenn tú veitst av, stendur tú á Ríkissjúkrahúsinum við ein­um sjúkum barni, sum tú ikki anar fer at yvirliva. Tú veitst akkurát einki, sig­ur Tummas Joensen, sum minnist aft­ur á tíðina sum rættiliga kaotiska. - Tá vit fingu at vita, at vit skuldu avstað longu dagin eftir, fóru vit av álvara at hugsa um, hvussu álvarsamt hetta nú mundi vera við Tóru. Eg vil lýsa støðuna tá sum ógvuliga kaotiska. Vit komu í ein tilstand, har onnur fólk tóku avgerð um, hvussu alt skuldi farast fram, men í eini slíkari støðu var tað onkursvegna gott, tí vit høvdu ikki hóm­ing av, hvussu vit skuldu fyrihalda okk­um til tað, sum fór fram. Skurðviðgerðir og kemo Tá Tummas Joensen og maki hansara, Eyð Matras, komu á Ríkissjúkrahúsið við dóttrini gekk alt skjótt fyri seg. Hon skuldi alt fyri eitt hava eina fyribils skurð­við­gerð fyri at lætta um trýstið í høvdinum. - Eg minnist væl, áðrenn hon bleiv koyrd inn á skurðstovuna. Hon var bara hálv­t­annað ár og hevði vakurt sítt hár. Tá vit fingu hana aftur av skurðstovuni, var alt hárið barberað av, hon hevði ein stóran skurð á høvdinum, og ein kløn slanga lá undir húðini frá høvdinum og heilt niður í búkin. Soleiðis byrjaði alt, greið­ir Tummas Joensen frá. Nakrar dagar seinni skuldi tann stóra skurðviðgerin vera, tá læknarnir skul­du skera allan svullin úr heilanum. - Tað var ein rættiliga stór skurð­ við­gerð, og eg minnist allar slangurnar, sum vóru festar á hana. Hon var jú so lítil eisini, sigur Tummas Joensen. Tey vóru niðri á Ríkissjúkrahúsinum við dóttrini í næstan hálvt ár, men sluppu heim til Føroya at halda jóla­ aftan, áðrenn tey skuldu niður aftur, tí Tóra skuldi hava kemoviðgerð. - Eftir viðgerðina kom Tóra seg væl og hevði tað gott, men eitt ár seinni var aftur galið. Hon bleiv so løgd undir skurð fyri aðru ferð, og aftur hesaferð kom hon seg aftur, og tað sást ikki á henni, at hon hevði verið undir stórari skurðviðgerð, fortelur Tummas Joen­ sen, sum fá ár seinni aftur hevði eina sjúka dóttur. Tóra var tá fimm ára gomul og skuldi í stráluviðgerð. - Hon bleiv enn einaferð løgd undir skurð og fekk síðani stráluviðgerð. Eini 14 dagar seinni var hon á ong­an hátt merkt av viðgerðunum, og var tann, hon altíð hevði verið. Uppvenjing á serdeild Í nøkur ár var Tóra frísk og livdi eitt lív sum aðrar gentur á hennara aldri. Men í fjør var krabbamein aftur at síggja í heilanum hjá Tóru, og enn einaferð bleiv hon løgd undir skurð og fekk kemo­við­gerð. Hesaferð kom hon ikki eins væl fyri seg, tí krabbin var nú aggressivari, og avgjørt varð eisini at viðgera við strálum. Óttin hvørvur - Vit liva við einum støðugum ótta fyri at dóttirin kann gerast sjúk aftur, tí vit vita av royndum, at tann møguleikin er til staðar. Kortini royna vit at liva eitt so vanligt familjulív, sum til ber, sigur Tummas Joensen úr Klaksvík, ið hevur eina dóttir, sum í fleiri umførum hevur verið álvarsliga sjúk av krabbameini í heilanum ongantíð