hósdagur 31. oktober 2013síða 42
‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 126 · 1. november 2013
6
VIKUSKIFTI
- Tóra misti málið, hon bleiv partvís
lammað og bleiv rættiliga bundin at
koyristóli. Tá stráluviðgerðin var liðug,
blivu vit flutt á Hvidovre Hospital, har
tey hava eina serdeild við uppvenjing,
sigur Tummas Joensen og minnist aftur
á, hvussu torført tað var, tá dóttirin ikki
fekk tosað sum vanligt.
- Eg fór ein túr til handils við henni,
meðan hon sat í koyristóli. Okkurt ljóð
kom frá henni, men eg skilti einki av tí,
hon segði, og eg spurdi upp í saman, um
hon nú meinti við hetta ella hatta. Tað
var hart, ikki at kunna samskifta sum
vit plagdu, fortelur Tummas Joensen.
Eftir at hava verið til uppvenjingar
á serdeidini í tveir mánaðir kundi Tóra
saman við foreldrunum í november í
fjør fara til Føroya, har hon skuldi
halda fram við uppvenjing.
- Hon fór í skúla rættiliga skjótt,
eftir at vit vóru komin aftur til Føroya.
Hon var veik og mátti koyrast oman
til skúlan og leiðast inn. Orku hevði
hon lítið av, og tí var hon bert í skúla
í fáar tímar um vikuna, sigur Tummas
Joensen.
Fyrstu tíðina gekk hon til upp
venjingar á Klaksvíkar Sjúkrahúsi.
- Men vit valdu at steðga venjingini
á sjúkrahúsinum og flyta hana til
venjingarmiðstøðina Íðka í Klaksvík,
mest tí vit hildu, at hon hevði fingið
nokk av sjúkrahúsi og skuldi í eitt
normalt umhvørvi at venja. Vit hava
nú tikið yvir við venjingini, og tað
gongur hampiligt men annars hava
vit eisini fingið hjálp frá onkrum
fysioterapeuti og fótbóltsvenjaranum
Páll Guðlaugsson, sum tá vandi best
mansliðið hjá KÍ, sigur Tummas
Joensen.
Hóast tað gongur rætta vegin við
Tóru, so er hon ikki eins og aðrar 15
ára gamlar gentur.
- Enn hevur hon trupult við at
ganga. Málið er komið aftur, men
røddin er veikari og øðrvísið. Og so
hevur hon ógvuliga lítla orku, sigur
Tummas Joensen
Ein hørð tíð
At tað gongur rætta vegin við Tóru
boðar ein parúkkur frá, sum er at
síggja á einum borði inni í hugnaligu
húsunum í Klaksvík. Parúkkurin er á
einum dukkuhøvdi, og tað er nakað
síðani, hann hevur verið í brúk.
- Ja, hatta er parúkkurin, sum Tóra
brúkti nakrar ferðir at byrja við, men
nú hevur hon fingið hárið aftur, so nú
hongur parúkkurin burturav á dukkuni
her í stovuni, sigur Tummas Joensen og
smílist. Tað er týðiligt, at tey fegnast
um, at parúkkurin er á dukkuni og ikki
á høvdinum á Tóru.
- Tað gongur spakuliga frameftir, og
framstig henda, sigur Tummas Joensen.
Hann vísir á, at hóast dóttirin í
løtuni er frísk og kemur spakuliga fyri
seg eftir allar viðgerðirnar, er talan
um eina harða tíð. Serliga tí dóttirin
ikki kann liva eitt lív sum aðrar
tannáringagentur.
- Tað strævnasta er at vera vitni til,
at frá at hava verið ein vanlig genta
við ymsum frítíðarítrivum og nógvum
vinfólkum, er hon nú fyri tað mesta
heima, og vit, foreldrini, eru tey, hon er
mest saman við. Tað eru vit, sum fylla
gerandisdagin, og tað eiga foreldrini
hjá einum tannáringi ikki at vera. Ikki
tí, Tóra bindur og bakar, men alt hitt,
sum hoyrir einum tannáringalívi til,
er ikki har, sigur Tummas Joensen og
heldur fram:
- Av tí at Tóra brádliga ikki kann
tað sama sum sínar javnaldrar, hevur
hon eisini mist fleiri vinir. Og tað
er hart. Serliga tá hon ringir runt
til vinkonurnar, og eingin hevur
møguleika at gera okkurt saman við
henni. Eg haldi, at hennara javnaldrar
kanska eru eitt sindur bangin fyri henni
og sjúkuni. Tey spyrja lítið og velja
kanska í staðin at halda seg eitt sindur
burtur, greiðir Tummas Joensen frá,
sum saman við makanum, Eyð, hevur
verið í flokkinum hjá Tóru og greitt
teimum frá støðuni.
- Tað er ivaleyst eitt sindur torført
fyri tannáringar at skula fyrihalda seg
til nakað so álvarsamt sum krabbamein,
men Tóra er sjálv rættiliga opin um
sjúkuna, og um hvat sjúkan hevur gjørt
við seg.
Vil gera tað lættari
Tóra roynir at venja hvønn dag og í
løtuni hevur hon tað heilt gott. Hvønn
triðja mánað er hon til kanningar á
Ríkissjúkrahúsinum.
- Vit royna at gera tað til eina
uppliving, soleiðis at tað ikki blívur
alt for keðiligt at skula til Danmarkar.
Tí tað er hvørja ferð ógvuliga hart, tá
vit bíða eftir boðunum frá læknanum.
Er krabbin komin aftur, ella kunnu vit
fara heimaftur til Føroya og halda fram
við tí lívinum, vit hava nú? Tað eru
spurningar sum vit seta okkum, hvørja
ferð, vit sita inni hjá læknanum og bíða
eftir endaligum boðum, sigur Tummas
Joensen og heldur fram:
- Vit hava sett okkum fyri, at
sjúkan skal ikki fylla so nógv í okkara
gerandisdegi, hóast hon onkursvegna
ger tað. Og tá vit fara til kontroll
á Ríkisjúkrahúsinum plagar Tóra
samstundis at vitja kenningar og
familju, so á tann hátt verður túrurin
inn á sjúkrahúsið nakað, vit ”líka”
mugu gera, áðrenn vit kunnu hugna
okkum, greiðir Tummas Joensen frá.
Tóra og familja hennara vita alt
um, hvussu tað er at vera barn og
brúka stóran partin av tíðini í eini
sjúkrasong. Børn við eini álvarsligari
sjúku sum krabbamein hava veruliga
fyri neyðini at uppliva, at lívið eisini
hevur góðar løtur at bjóða. Og hesum
hevur Tummas Joensen nú sett sær
fyri at hjálpa við, tí í summar fer
hann at súkkla til París saman við
føroyska súkkluliðnum, Team Rynkeby.
Endamálið við túrinum er at savna inn
pengar til krabbameinsrakt børn og
familjur teirra.
- Børn, sum eru so nógv innløgd
skulu hava onkrar góðar upplivingar,
so alt ikki bara verður sjúkrahús, sjúka
og einsemi. Pengarnir, sum koma inn
í sambandi við súkklutúrin til París,
fara fyri ein part til gransking, men
skulu eisini geva krabbameinssjúkum
børnum onkrar góðar upplivingar. Eg
trúgvi, at slíkar upplivingar kunnu
gera lívið hjá hesum børnunum eitt vet
lættari, sigur Tummas Joensen.