mánadagur 4. november 2013síða 29
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
29
Mánadagur 4. november 2013 · Nr. 172
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Tað er tú, sum tekur endaliga avgerð um tína
útbúgving, men nú kanst tú fáa svar upp á
spurningar um lestur her í Sosialinum. Holger
Arnbjerg, sum starvast á Altjóða Skrivstovuni
við Fróðskaparsetur Føroya, og Bjørg Róin,
lærari á Føroya Studentaskúla í Hoydølum,
vegleiða teg um tínar møguleikar innan
útbúgving og um tey fíggjarligu viðurskiftini.
Holger og Bjørg arbeiða dagliga við at vegleiða
fólki, sum ætla sær undir útbúgving í Føroyum
ella uttanlands, antin tað er styttri ella longri
útbúgving, verklig ella ástøðilig.
Tú kanst senda spurningar um útbúgvingar
til post@sosialurin.fo, og so svara Holger og
Bjørg tær her í Sosialinum.
ÚtbÚgvingarskipanin í Danmark
SpurnarSíðan
Spyr og fá svar um útbúgvingar.
Allar. Allastaðni.
Spurningur 1
Hey tit bæði,
Er tað rætt skilt, at ÚS (útbúgvingarstuðul úr
Føroyum) og SU (Statens Uddannelsestøtte úr
Danmark) arbeiða saman, og at mann samanlagt
kann fáa stuðul til hægri lestur í 6 ár?
Vinaliga xxx
Svar til spurning 1
Ja, tað er rætt, at ÚS (útbúgvingarstuðul úr
Føroyum) og SU (Statens Uddannelsesstøtte)
samstarva, og millum annað er tað ein avtala, at
stuðul verður veittur í mesta lagi í 6 ár, hóast ein
lesandi skiftir útbúgving ella/og útbúgvingarstað.
Nøkur undantøk eru tó, har ein lesandi kann
fáa stuðul í meira enn 6 ár, tað er millum annað
í sambandi við barnsburð, ættleiðing, sjúku og
lestrarpolitiskt arbeiði.
Tú kanst lesa meira um hesi viðurskifti á:
studni.fo og su.dk
Vinaliga
Holger og Bjørg
Spurningur 2
Til spyrjiteigin!
Eg havi eina útlendska bacheloútbúgving
innan sjúkrarøktarfrøði úr Asia. Hvussu finni
eg út av, hvat eg kann brúka hana til á føroyska
arbeiðsmarknaðinum?
“Asiaturin”
Góði ”Asiatur”
Í Føroyum hava vit einki stað, har tú kanst fáa
eitt tílikt svar, men í Danmark hava vit føroyingar
møguleika at søkja um tað og finna út av, hvat ein
útlendsk útbúgving samsvarar við á tí danska/
føroyska arbeiðsmarknaðinum.
Tað er ókeypis og tað tekur góðar 4 vikur
at fáa svar. Skjøl á norskum, svenskum,
enskum, fronskum, sponskum og týskum skulu
ikki umsetast. Umsetingar av prógvum og
karakterúrskriftum frá øðrum málum skulu
verða gjørd ella váttað av einum donskum,
løggildum umsetara.
Meira kunning og umsóknarblað finnur tú
á:
http://fivu.dk/uddannelse-og-institutioner/
anerkendelse-og-dokumentation/faa-vurdering
Vh
Bjørg og Holger
Vit fáa spurningar um, hvussu út-
búgv ingarskipanirnar eru uppbygdar í
Danmark, í Føroyum og í øðrum londum,
og hvussu tær kunnu saman berast.
Tí hava vit valt, at greinin í Sosiali-
num um útbúgving í dag skal lýsa
útbúgvingarskipanina í Danmark.
Erhvervsakademiútbúgvingar
Hesar útbúgvingar taka 2 ár og eru ein
kombinatión av starvslæru og ástøði.
Útbúgvingarnar eru rættaðar ímóti
einum ávísum arbeiði (erhverv). T.d. kann
nevnast finansøkonom, design teknolog,
laborant, energiteknolog, multi m edie-
designer og farmakonom.
Professións bachelor útbúgvingar
Hesar útbúgvingar taka 3 – 4 ár, og tá
fær mann heitið pro fessións bachelor.
Útbúgvingarnar eru ein saman seting av
ástøði og starvslæru, oftast meira ástøði
enn starvslæru.
Tær flestu av hesum útbúgv ing-
unum eru rættaðar ímóti einum ávís-
um arbeiði (erhverv), av hesum heit-ið
professiónsbachelor. Her kann nevn ast
t.d. lærari í fólkaskúlanum, ergo terapeut,
bygningsdesign, jour nal ist, sosialráðgevi
og sjúkra røkt ar frøð ing ur.
Universitetsútbúgvingar
Hesar útbúgvingar taka 5 ár. Aftaná 3 ár
fær mann heitið bachelor, og áftaná 2 ár
aftrat verður mann kandidatur.
Útbúgvingarnar
eru
ástøðiligar
og eru sum oftast ikki rættaðar móti
ávísum arbeiði (erhverv). T.d. kunnu
nevnast
útbúgvingar
sum:
mál,
samskifti, arkitekt, teologi, bú skap ar-
frøði og støddfrøði. Undantøk eru tó, t.d.
útbúgvingarnar til lækna, djóra lækna og
tannlækna, sum eru útbúgv ingar, sum
rætta seg móti ávísum arbeiðs økjum.
Víðari útbúgvingar
Aftaná nógvar erhvervs akademi út búgv-
ingar og professión s bachelor út búgv-
ingar er tað møguligt at fara undir víðari
útbúgving. Hetta er tó onki krav. Tað eru
nógvir víð ari útbúgvingarmøguleikar.
Á
Ud dannel ses Guiden,
sum
hevur
heimasíðuna ug.dk, ber til at lesa um
ymsu møguleikarnar. Har ber eisini til at
lesa um alt møguligt annað, sum hevur
við útbúgvingar í Danmark at gera. Á
ug.dk kann eisini lesast um útbúgvingar
í øðrum londum.
soleiðis er Danska ÚtbÚgv
ing ar skipanin uppbygD: