Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-11-04, síða 32
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 4. november 2013síða 32

‹ fyrra síða allar 32 síður

Tekstur á síðuni

Mánadagur 4. november 2013 · Nr. 127 32 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Týsdag Hósdag Mikudag lufttrýstið Petur Skeel Jacobsen greiðir frá um veðrið Gul til stívt andøvsgul, 5-10 m/s av eystri sum veksur vindin upp í stívt andøvsgul upp í hvassan vind, 10-15 m/s. Mest skýggjað og so líandi regn av og á. Út á náttina minkar hann vindin og kemur niður í lot til andøvsgul av suðri og landsynningi, 3ð8 m/s. Framvegis skýggjað við regni av og á og toka í støðum. Hitin millum 4 og 8 stig. Lot til stívt andøvsgul, 3-10 m/s avlandsyningi og seinni av útsynningi. Skýggjað og til tíðir regn. Um kvøldið og út á náttina veksur vindurin av útsynningi upp í andøvsgul upp í ein strúk í vindi, 8-13 m/s, í støðum upp í hvassan vind 15 m/s. Skiftandi skýloft við ælingi. Hitin millum 5 og 8 stig. Andøvsgul upp í ein strúk í vindi av útsynningi, 8-13 m/s, sum minkar niður í lot til andøvsgul, 3-8 m/s. Skiftandi skýloft við ælingi. Hitin millum 5 og 8 stig. Rakar 4000 føroyingar Á nýggjárinum kemur nýggj lóg um eftirløn í gildi og tað merkir at nú skulu øll yvir 21 ár spara saman til egna eftirløn. – Kortini hava tey, ið eru fødd fyri 1. januar 1954, ikki skyldu til at spara saman til egna eftirløn, men kunnu sjálv­boðin spara saman, sigur Taks. Hetta merkir, at frá 1. januar skal minst eitt pro­ sent av inntøkuni rindast til eftir­løn. – Tað merkir, at fær ein løntakari 25.000 krónur í løn um mánaðin, skulu 250 krónur rindast í eftirløn. – Síðani hækkar eftir­ lønar­gjaldið eitt prosent um árið, til tað er komið upp á 15 pro­sent í 2028. Men Taks vísir á, at fyribils fara nógv tey flestu ikki at merkja broytingarnar yvir­høvur. – Stórur partur av før­ oysku løntakarunum gjalda longu til sína eftirløn og  tey hava einki at hugsa um tey fyrstu árini, sigur Taks. Hinvegin eru tað enn slakir 4000 føroyingar, sum hvørki eftirlønarkonto ella eftir­ lønar­sáttmála. Og tey hava ný skyldu til at stovna eina eftirlønar­ kontu, sum eftirlønargjaldið skal rindast á. – Tey, sum ikki hava eftir­lønarsáttmálar og eftir­lønarkontoir skulu stovnað sær hetta í ár og upp­lýs­ingar­nar skulu latast arbeiðs­gevar­unum, sigur Taks. 0-13 m/s 3-8 m/s 3-10 m/s 3-8 m/s Javnas Skuldi javnvágin varðveitast, mátti Gerhard blakast fyri bor 10-15 m/s 5-10 m/s VESTFALLSKYRRINDI Kelda. Álmanakkin 2013 Suðuroyar-/ Vágafirði Skúvoyar-/ Skopunarfirði Hestfirði/ Sundalagnum Vestmanna- sundi Mykines- firði Nólsoyar- firði 2 fj. í LS úr Mjóvanesi Leirvíksfirði/ Haraldssundi Kalsoyar-/ Svínoyarfirði Hvanna- sundi Fugloyar- firði Dagur fp. sp. fp. sp. fp. sp. fp. sp. fp. sp. fp. sp. fp. sp. fp. sp. fp. sp. fp. sp. fp. sp. 2 . nov 05:05 17:28 04:05 16:28 04:20 16:43 07:05 19:28 08:05 20:28 03:20 15:43 02:20 14:43 05:20 17:43 06:20 18:43 04:50 17:13 06:05 18:28 3 . nov 05:52 18:16 04:52 17:16 05:07 17:31 07:52 20:16 08:52 21:16 04:07 16:31 03:07 15:31 06:07 18:31 07:07 19:31 05:37 18:01 06:52 19:16 4 . nov 06:41 19:06 05:41 18:06 05:56 18:21 08:41 21:06 09:41 22:06 04:56 17:21 03:56 16:21 06:56 19:21 07:56 20:21 06:26 18:51 07:41 20:06 5 . nov 07:33 20:00 06:33 19:00 06:48 19:15 09:33 22:00 10:33 23:00 05:48 18:15 04:48 17:15 07:48 20:15 08:48 21:15 07:18 19:45 08:33 21:00 6 . nov 08:27 20:54 07:27 19:54 07:42 20:09 10:27 22:54 11:27 23:54 06:42 19:09 05:42 18:09 08:42 21:09 09:42 22:09 08:12 20:39 09:27 21:54