týsdagur 5. november 2013síða 2
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 6. november 2013 · Nr. 128
2
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Oddagrein
Mikudagsblaðið verður borið ókeypis til hvørt húsarhald í Føroyum!
Dagsins redaktørur: Jón Brian Hvidtfeldt
Jón Brian Hvidtfeldt
jonbrian@sosialurin.fo
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur
Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Útgevari: Sp/f Sosialurin
Uppseting: Sosialurin
Prent: Prentmiðstøðin
Avgreiðsla: mán - frí
kl. 08.00 - 16.00
Tíðindaleiðari
Jón Brian Hvidtfeldt
jonbrian@sosialurin.fo
Marknaðardeild
lysing@sosialurin.fo
Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn
tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo
Norðoyggjar Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687, klaksvik@sosialurin.fo
Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814,
aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo
Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja
tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá.
Tel. 341800
www.sosialurin.fo
Jenis av Rana
kjak á síðu 18
Heilsan
til tríggjar
kjakarar í
Ó-beinleiðis
sJúrður Skaale
kjak á síðu 19
WTO-
sakarmálið
– hví og
hvussu
Sosialurin setti í gjár fokus á okk
ara skattaskipan. Vit fortaldu
søguna um DIS'aran og familju
hansara, sum javnan fáa at vita, at
tey snúlta upp á onnur, tí maðurin
ikki rindar skatt í Føroyum. Og vit
fortaldu søguna um teir mongu
føroyingarnir, sum tjena tilsamans
750 milliónir krónur uttanlands,
men leggja at kalla allan sín skatt
aðrastaðni enn í føroyska lands
húsarhaldið.
Vit hava valt at skipa okkara
samfelag eftir norðurlendska væl
ferðarmodellinum. Vit hava eina
sosiala kontrakt, har vit sum borg
arar rinda okkara skatt av okkara
inntøku, aftur fyri sama rætt til
somu vælferðartænastur. Tí er tað
eitt vandatekin, tá borgarar byrja
at ilskast inn á hvønn annan fyri
ikki at lata sín part í felagskassan.
Kenslan av at summi brúka allar
vælferðartænasturnar uttan at
gjalda sín part í felagskassan kann
fáa tað ringasta fram í fólki.
Í somáta rakar aðalskrivarin í
Kommunusamskipanini
seymin
á høvdið, tá hann ávarar um, at
sosiala kontraktin er í vanda, nú
vaksandi tal av føroyingum arbeiðir
undir skattaskipanum, har lítið ella
einki fellur í felagskassan, ið skal
rinda fyri føroysku vælferðina.
Syndrast sosiala kontraktin, fáa
vit eina støðu við líkasælu og uttan
felags ábyrgdarkenslu.
Tí er tað eitt neyðugt stig í tøk
um tíma, nú landsstýrismaðurin í
fíggjarmálum sigur seg vilja rudda
upp. Tað er neyðugt av praktiskum
ávum, tí ein felagskassi, ið færri
og færri rinda til, er við tíðini ikki
nógv verdur. Og tað er neyðugt av
politiskum ávum, tí vaksandi ónøgd
og mistreysti millum skattaborgarar
í einum landi fær svart arbeiði og
sosialt snýt at vaksa sum ókrút.
Landsstýrismaðurin í fíggjar
málum vil broyta norðurlendsku
tvískattaavtaluna, soleiðis at skatt
urin fellur til gjaldingar, har fólkið
býr, livir og brúkar vælferðartænast
urnar. Tað er eitt stig á rættari leið
fyri at verja sosialu kontraktina.
Tað loysir tó ikki støðuna við
teimum, sum sigla undir DIS og
fáa nettoløn. Ella sum sigla undir
FAS og har skatturin bara fer inn
í felagskassan at venda, áðrenn
reiðaríini fáa hann endurgoldnan.
Vit kenna retorikkin um, at slíkar
skipanir eru neyðugar fyri kapp
ingarførið hjá reiðaríunum. Men tá
føroysk sjófólk eru somikið nógv
eftirspurd, at tey kunnu brúkast á
øllum heimshøvum, so kunnu vit
seta spurningin, hví reiðaríini ikki
kunnu gjalda teimum eina løn, ið er
somikið høg, at skattur kann rind
ast av henni.
sosiala kontraktin í vanda
Mánadagur 4. november 2013 Nr. 127 87. árg. kr. 20,00
Jónhard
Frederiksberg:
Byrjað inni
í fýra ár
ítr s18-19
Hjúnini Anna Sofía
Næs og Høgni Davidsen
fáa javnan at vita, at
tey snúlta upp á onnur,
tí hann sum DIS’ari
ikki rindar skatt til
føroyska samfelagið.
Stórt tema um
skattapolitikk s4,5,6,7,8
www.lm.fo
www auto fo
níva
okkum
Ákoyringar
RindaR ongan skatt:
Fólkaf
Tað a
skal m
s26-27
Kris
Akse
Tað sær út til at spæla rímu
liga friðaliga av, at Javnaðar
flokkurin gjørdi av at koyra
Gerhard Lognberg úr flokk
inum.
Men av onkrari løgnari or
søk er eftirspælið, at Kristin
Michelsen ynskir sær eisini
at verða blakaður úr flokki
num.
Hví Føroya hægst lønti
politikari,
sum
fær
um
100.000 krónur um mánaðin
fyri at umboða Javnaðar
flokkin á tingi og í Tvøroyar
býráð hevur sett fram hetta
ynskið, er enn ógreitt
Eyðvitað kundu tú roknað
við ávísum uppreistri í Sand
oyar sýslu – sum Tummas
Frank Joensen í Skúvoy vísti
á, at hann fór at melda seg úr
felagnum og at niðurleggja
felagið. Kanska eitt sindur
løgið fyrst at melda seg úr og
so niðurleggja felagið...?
Men óivað eru eisini javn
aðarfólk í Sandoyar sýslu,
sum halda, at man kann
verða javnaðarfólk, hóast
Gerhard ikki sleppur at vera
tað.
Men støðan hjá Kristin
Michelsen
og
Javnaðarf
lokkin tykist rættiliga marg
háttlig. Hann hevur rætt í tí,
at hann er eitt problem fyri
Javnaðarflokkin. Ikki tí, at
Javnaðarflokkurin skal lata
seg eyðmýkja og leggja seg
á knæ fyri fáa hann at vera
verðandi í flokkinum.-
Men tað er eitt problem
fyri ein arbeiðaraflokk, at
hann hevur politikarar, sum
mest eru tað fyri pengarnar.
Kristin
Michelsen
hevur
prógvað, at hann onga virðing
hevur fyri tingarbeiðinum.
Hann tímir ikki at møta á
tingi. Tá Sosialurin kundi av
dúka, at hann var tann løg
tingsmaðurin, sum skulkaði
mest, lovaði hann at taka
seg saman. Hann møtir nú til
flestu tingfundir, men hann
sæst ofta umborð á Smyrili á
veg til Suðuruar seinnapart
ar, meðan onnur tingfólk
framvegis eru til arbeiðis í
løgtinginum.
Hann møtir illa upp í
løgtingsnevndunum. Hann
umboðar Javnaðarflokkin í
Uttanlandsnevndini, sum er
ein týdningarmikil nevnd,
sum hevur viðgjørt fleiri
stórmál seinastu mánaðirnar,
eitt nú
áseting av makrel- og
sildakvotum, og málið um, at
vit fyri fystu ferð hava tikið
sera drastiska stigið at reisa
sak móti ES, fyrst í altjóða
havrættarsáttmálanum og
nú WTO. Kristin Michelsen
hevur ikki verið á fundið í
Uttanlandsnevndini seinasta
hálva árið.
So var Gerhard Lognberg
eitt problem fyri Javnaðar
flokkin, so er Kristin Michel
sen eisini eitt problem.
Kann tann føroyski ar
beiðaraflokkurin hava ein
tingmann, sum fær 100.000
krónur um mánaðin fyri at
røkja álitisstørv fyri flokkin,
sum hann kortini misrøkir?
Kann Javnaðarflokkurin liva
við tí?
So Aksel V. Johannesen:
– Tit tóku tað stóra stigið
og settu trúvirði upp á spæl
við Gerhardi Lognberg. Tí
mugu tit eisini taka støðu til
stóra trupulleikan, Kristin
Michelsen!
Næsta problemið er Kristin
Í kvøld, mikukvøldið, verður
ein undanfrumsýning av
nýggja filminum hjá Nils
Malmros, Sorg og Glæde,
í Havnar Bio. Almenna
frumsýningin av filminum
verður ikki fyrr enn í næstu
viku, 14. november.
Filmurin snýr seg um
stóra sorgarleikin í 1984, tá
kona Nils Malmros, Mari
anne Tromholt, drap teirra
nýggju
mánaðir
gomlu
dóttur við at skera hana í
hálsin.
Sosialurin
hitti
Nils
Malmros í august, tá hann
greiddi frá um filmin, uttan
tó at greiða frá sjálvum inn
ihaldinum, so vildi hann
fegin greiða Sosialinum
frá, at filmurin snýr seg um
hendan svára sorgarleikin,
sum var teimum fyri, tá
konan í psykosu drap eink
arbarn teirra.
Sjálvt
um
Marianne
Tromholt var varðhalds
fongslað in absentia, var
hon – eftir at hava ringt til
løgregluna – so illa fyri av
gerð síni, at politiið als ikki
fekk avhoyrt hana.
– Men svarini eru í filmi
num, sigur Nils Malmros.
– Kona mín kom sum
kunnugt ikki í fongsul, men
fekk ein viðgerðardóm í
hálvt annað ár.
Gjøgnum alla tilgongdina
við filminum hevur tað
eydnast Nils Malmros at
halda innihaldið í filminum
loyniligt – men tað verður
so kunnugt í Føroyum í
kvøld, meðan øll onnur
verða noydd at bíða til í
næstu viku.
Høvuðsleiklutirnar sum
tey bæði, Nils Malmros og
konan Marianne Tromholt,
hava sjónleikararnir Helle
Fagralid, sum er av føroysk
ari ætt, og Jacob Cedergren.
Og Nils Malmros væntar
sær nógv av teimum.
– Tey spæla sínar leikutir
meistarliga væl, og eg eri
vísur í, at Helle Fagralid fær
eitt rættiligt gjøgnumbrot
við hesum filmi, sigur Nils
Malmros.
Sorgarleikur
í Havnar Bio
Vælferðarsamfelagið krevur
at øll gjalda í felagskassan