týsdagur 5. november 2013síða 4
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 6. november 2013 · Nr. 128
4
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Leo Poulsen
Tey bæði vóru komin um
borð á Norrönu at arbeiða í
mai mánaði. Maðurin greiddi
frá, at hann mintist ikki heilt,
hvussu tað kom upp á tal at
smugla hassj, men helt, at tað
meira ella minni tilvildarliga
fullu nøkur orð undir onkrari
samrøðu.
Hann segði seg hava
møguleika at útvega hassj,
men at fyrstu ferð miseyd
naðist hetta, tí bilurin hjá
fosturpápa hansara, haðani
hann keypti hassjið, gekk
fyri. Pápin býr í Ålborg, eins
og hann sjálvur.
Men vikuna eftir, 14. til 16.
september, bar til, og ákærdi
maðurin fekk 100 gramm av
hassji frá fosturpápanum,
og tey fekk 21 ára gamla
kvinnan frá manninum fyri
somu upphædd, sum hesin
hevði rindað fosturpápanum,
nevniliga 65 krónur gramm
ið.
Vikuskiftið eftir keypti
27 ára gamli maðurin aftur
hassj, hesaferð 200 gramm.
Hann lat aftur 65 krónur
grammið, men seldi nú víðari
fyri 70 krónur grammið.
Eisini vikuskiftið 28. til 30.
september vórðu 200 gramm
av hassj handlað fyri sama
prís, men hesaferð hendi so
tað, at tá tann 21 ára gamla
kvinnan fór í land, varð hon
tikin av hassjhundinum hjá
tollvaldinum.
Eisini varð tann 27 ára
gamli danin tikin í somu við
ferð.
Funnu 18.000 krónur
21 ára gamla kvinnan var eis
ini avhoyrd og hon segði, at
hon fekk hassjið stutt eftir,
at maðurin hevði tikið tað
umborð.
Hon greiddi frá, at tey
fyrstu 100 grammini vórðu
seld fyri alt frá 90 krónum
upp í 300 krónur fyri gramm
ið.
Hon segði seg ikki vita,
hvussu nógv hon forvann
upp á at selja hassjið, men
ákærin, Steffen Møller Jør
gensen, vísti fram ein blokk,
sum løgreglan fann undir
einari húsarannsókn, har
fleiri tøl stóðu á. Til dømis
stóðu 56 200 krónu seðlar,
og tað samsvaraði við talið,
sum løgreglan fann í einari
av skuffunum hjá gentuni.
Samlað stóð 18.200 krónur
á blokkinum, og tað samsvar
aði væl við tað, sum løgreg
lan fann.
Kvinnan segði, at hon seldi
partar av hassjinum, meðan
hon gav burtur partar. Hon
helt, at hon mundi hava selt
tey 100 grammini til eini 12-13
ymisk fólk.
Ein politistur vitnaði eis
ini. Hann hevði verið við til
at rannsaka kamarið hjá
ákærda manninum umborð,
har teir funnu 1,73 gramm av
hassji. Eisini var hann við til
at rannsaka kamarið heima
hjá kvinnuni, og har funnu
teir eina rullaða hassjsigarett
og eina heimagjørda hassj
pípu.
Alt hetta var hald lagt
á, eisini nakrar pengar hjá
manninum.
Útrokningar hjá politinum
vístu, at avlopið hjá kvinnuni
hevði verið um 26.000 krón
ur, 44.000 minus 14.200, sum
hon hevði givið fyri hassjið.
Ringan barndóm
Kvinnan greiddi frá, at hon
var komin út í óføri longu á
ungum árum.
Hon segði, at hon byrjaði
at drekka, tá hon var 12 ára
gomul, og byrjaði at roykja
hassj stutt eftir.
14 ára gomul varð hon
tikin frá foreldrunum og
løgd inn á sinnissjúkrahúsið.
Hareftir var tað á barnaheim,
fyrst í Føroyum og síðani í
Danmark.
Hon slapp av barnaheim
inum tá hon var 18-19 ára
gomul og gjørdi av at flyta
heim aftur til Føroya.
Hon hevur síðani arb
eitt ymsastaðni, eitt nú á
Bakkafrost og øðrum flaka
virkjum, til hon kom umborð
á Norrönu í mai.
Kriminalforsorgin er inni í
málinum, og maðurin harfrá
mælti til, at um kvinnan
fekk treytaðan dóm, vildi
kriminalforsorgin hjálpa til
við at fáa kvinnuna í við
gerð.
Ákærin mælti til fimm
mánaðar revsing til kvinn
una og fýra til mannin, með
an Bjørn á Heygum, verji hjá
danska manninum, mælti til
40-50 dagar.
Julianna Klett bað dóm
aran hava í huga, at kvinnan
var til reiðar at broyta lív
sítt og vildi sleppa í viðgerð,
og at dómurin tí átti at verið
treytaður.
Dómarin gjørdi tó av, at
døma kvinnuna fýra mánað
ar fongsul og mannin tríggj
ar. Báðir dómar vórðu treyta
leysir.
Starvsfólk á Norrönu
smuglaðu hassj
Tvey starvsfólk umborð á Norrönu, ein 21 ára gomul kvinna og ein 27 ára gamal dani,
vórðu mánadagin dømd ávikavist fýra og tríggjar mánaðir fongsul fyri smugling
Leo Poulsen
Tað er ikki hvønn dag, at
starvsfólk umborð á Nor
rönu verða tikin fyri at
smugla hassj.
- Tað er mær kunnugt
ikki hent áður, sigur Rúni
V. Poulsen, stjóri á Smyril
Line.
Felagið hevur eina null
toleransu, tá tað kemur
til slíkt sum hassj og rús
drekka.
- Vit hava ógvuliga strang
-ar reglur og samstarva við
politiið á økinum, sigur Rúni
V. Poulsen, sum annars ikki
hevur nakrar viðmerkingar
til málið.
Hava strangar reglur
Rúni Vang Poulsen, stjóri á Smyril Line, hevur ongar viðmerkingar til málið
- Hetta er eitt ógvuliga keðiligt mál, men annars
havi eg ikki nakrar viðmerkingar sum so, sigur
stjórin á Smyril Line, Rúni Vang Poulsen