týsdagur 5. november 2013síða 10
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 6. november 2013 · Nr. 128
10
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Gerhard Lognberg hevur
síðani hann varð tveittur úr
Javnaðarflokkinum gjørt nógv
burtur úr at lýsa seg sjálvan
sum arbeiðaraumboðið í
einum akademikaraflokki
Rólant Waag Dam
Við Kringvarp Føroya segði Gerhard Lognberg soleiðis
leygardagin 2. november:
- Eg haldi, at eg eri næstan tann einasti profilurin
hjá meiniga føroyinginum í Javnaðarflokkinum. Ann
ars er tað ein akademikaraflokkur og tað er harmiligt.
Tað er ikki nakað, hann er vorðin nú. Tað er hann langt
síðani vorðin. Eg havi reint at fingið hann á rætta kós.
Javnaðarflokkurin skal vera fyri tann meiniga mann
in, og skal stríðast fyri meiniga føroyingin, segði Ger
hard Lognberg við Útvarpið hjá Kringvarpi Føroya.
Við Norðlýsið sunnudagin fortaldi Gerhard Logn
berg, hvussu hann mátti fara til skips sum 13 ára gamal,
so hann kundi fáa eitt líkinda plaggi at fermast í.
- Eg vaks upp undir smáum korum í Skopun í
hálvtrýssunum, og fór sum 13 ára gamal til skips at
tjena pengar til konfirmatiónsklædningin, so eg havi
sjálvur upplivað á mínum egna kroppi, hvussu tað er
at liva undir trongum korum. Eg kann bara staðfesta,
at toppurin í Javnaðarflokkinum er í dag mannað
ur av akademikarum, sum hava til frægd at tosa um
arbeiðaran, men sum als ikki kenna til hvussu hesi í
veruleikanum hava tað, segði Gerhard Lognberg við
heimasíðuna hjá Norðlýsinum sunnudagin.
Og 63 ára gamli rørsmiðurin úr Skopun gavst ikki
so, tí sambært honum sjálvum hevur hann ikki kent
seg væl millum restina av akademikaraflokkinum,
sum hann sjálvur kallar tað, ið annars einans telur
tveir akademikarar í Eyðgun Samuelsen, cand.mag., og
Aksel V. Johannesen, advokatur. Hini trý eru útbúgvin
lærari (Rigmor Dam), bankalærdur og timburmaður
(Kristin Michelsen) og fiskiskipari (Henrik Old).
- Á seinasta løgtingsvalinum varð eg einasti ting
limur hjá flokkinum, sum bleiv afturvaldur og eg
fekk ikki færri enn 344 atkvøður, og fekk triðflestar
atkvøður. Men eg merkti beinanvegin, at hetta pass
aði ikki væl hjá akademikarunum, sum í dag manna
toppin í Javnaðarflokkinum. Tey tosa sum um, at tey
arbeiða fyri verkamannin og kvinnuna, men hvussu
kunnu tey tað, tá tey meginpartin av lívinum hava
gingið í skúla, spyr Gerhard Lognberg í Norðlýsinum.
Men sum tit síggja aðrastaðni á hesi síðu, so svar
ar mánaðarlønin hjá Gerhardi Lognberg til lønina
hjá trimum arbeiðarum. Og taka vit alt við, streyma
omanfyri 100.000 almennar krónur á hansara konto
hvønn mánað.
Rólant Waag Dam
Sum útlærdur rørsmiður
er Gerhard Lognberg ikki
best útbúni løgtingslimur
in. Men í løgtinginum er tað
einans fyrrverandi parta
maður
hansara
Kristin
Michelsen, sum forvinnur
fleiri almennar krónur enn
Gerhard Lognberg.
Sum tit kunnu lesa aðra
staðni á hesi síðu, so hevur
Gerhard
Lognberg
gjørt
ógvuliga nógv burturúr at
lýsa seg sum verji arbeiðar
ans í Javnaðarflokkinum,
sum sambært honum er
ein
akademikaraflokkur.
Men tað munnu vera nógvir
akademikarar, sum øvunda
Gerhardi Lognberg lønina, ið
hann fær.
Løgtingsløn og
samsýningar
Sum løgtingslimur fær Ger
hard
Lognberg
36.242,04
krónur í løn um mánaðin.
Aftrat tí fær hann aðrar
samsýningar og endurgjald,
sum løgtingið eisini rindar
honum.
Gerhard
Lognberg
er
limur í formansskapi løg
tingsins. Hetta gevur honum
eina samsýning á 2000 krón
ur. Soleiðis kemur lønin frá
løgtinginum upp á 38.242,04
um mánaðin.
Gerhard Lognberg fær
eisini, eins og allir aðrir løg
tingslimir, útgoldið borðfæ,
sum er 2000 skattafríar
krónur um mánaðin. Aftrat
hesum fær Gerhard Lognberg
eisini koyripengar. Tað fáa øll
løgtingsfólk, sum ikki búgva
í Havn, Hoyvík ella á Argjum.
Upphæddin vaksur longur
burtur frá løgtinginum, tú
býrt, og tá tú býrt í Sand
oynni eins og Gerhard Logn
berg, so fært tú 3110 skatta
fríar krónur um mánaðin í
kostnaðarendurgjaldi, sum
tað rópast.
Við øðrum orðum fær
Gerhard Lognberg útgoldið
38.242,04 krónur umframt
5110 skattarfríar krónur frá
løgtinginum um mánaðin.
Tríggjar almennar lønir
Løgtingslønin er tó bert ein
av trimum almennum løn
um, sum Gerhard Lognberg
móttekur. Hann er eisini
borgarstjóri
í
Skopunar
kommunu. Her er ikki tal
an um eitt fulltíðarstarv,
men fyri hetta arbeiði fær
Gerhard
Lognberg
árliga
útgoldið 204.553,92 krónur,
tað vil siga 17.046,16 krónur
um mánaðin.
Sum
løgtingslimur
og
borgarstjóri hevur Gerhard
Lognberg tó ikki meiri at
síggja til enn so, at hann kann
vera leiðari á Ambulansu
tænastuni í Sandoynni. Løg
tingslimurin og borgarstjórin
tekur sær ikki av sjálvum
flutninginum, tað hevur hann
onnur fólk til, men Gerhard
Lognberg er leiðari.
Hann hevur eina avtalu
við Sjúkraflutningstænast
una, sum gevur honum
45.000 krónur um mánaðin
fyri at røkja tær uppgávur,
sum hetta inniber.
Gerhard
Lognberg
vil
sjálvur vera við, at hann fær
nærum onga løn fyri hetta.
Hann hevur onnur fólk í
starvi og tískil eru tað ein
ans nakrar krónur, sum fella
í hansara lut um mánaðin,
sum hann sjálvur tekur til.
Hvussu nógv hetta er, segði
Gerhard Lognberg seg ikki
hava stundir at svara uppá.
Greitt er tó, at løgtings
lønin og borgarstjóralønin
geva
Gerhardi
Lognberg
55.288,2 krónur um mánað
in, umframt 5110 skattafríar
krónur.
Soleiðis fer mánaðarløn
in hjá Gerhardi Lognberg
væl upp um 60.000 krónur
um mánaðin. Aftrat tí kem
ur so tann parturin, sum
hann rindar sær sjálvum
í løn fyri at vera leiðari á
Ambulansutænastuni
á
Sandoynni.
Men
tilsamans
renna
altso fleiri enn 100.000 alm
ennar krónur á kontoina hjá
Gerhardi Lognberg hvønn
mánað.
Vælløntur
proletarur
Gerhard Lognberg, sum gevur seg út fyri at vera verji
arbeiðarans, fær ikki færri enn tríggjar almennar lønir.
Hetta gevur honum væl omanfyri 60.000 krónur um mánaðin
Lønin hjá Gerhard Lognberg
36.242,04 krónur, tingmannaløn
2000 krónur, limur í formanskapinum
2000 krónur, borðfæ (skattafrítt)
3110 krónur, kostnaðarendurgjald (skattafrítt)
17.046,16 krónur, borgarstjóri í Skopunar kommunu
umframt løn sum leiðari á Ambulansutænastuni í Sandoy
Arbeiðari
millum
akademi
karar
ONGA VIÐMERKING
Gerhard Lognberg hevði ikki stundir at svara
spurningum, tá vit fingu orðið á hann. Hann
kundi upplýsa, at borgarstjórastarvi var bara
hálva tíð, og at hann nærum einki fekk í løn fyri
at vera leiðari á Ambulansutænastuni á Sandoy.
Hann rindar løn til onnur, so tað fellur nærum
einki til hann sjálvan. Spurdur um, hvussu nógv
hann fekk í løn um mánaðin fyri at vera leiðari
á Ambulansutænastuni á Sandoy var svarið, at
hann ikki hevði stundir at svara spurningum.