týsdagur 5. november 2013síða 25
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
25
Mikudagur 6. november 2013 · Nr. 128
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
MentaMálaráðið
Ert tú ein góður leiðari við hugsjónum, ið vil taka ábyrgd av og hevur førleikar
til at leiða og menna størsta miðnámsskúlan í landinum? So ert tú leiðarin, sum
vit leita eftir at føra Føroya Studentaskúla og HF-skeið inn í framtíðina.
Mentamálaráðið sóknast eftir dugnaligum og ágrýtnum rektara til Føroya Studentaskúla
og HF-skeið frá 1. januar 2014 inntil útbúgvingarnar flyta inn í Skúladepilin við Marknagil
væntandi 31. juli 2016.
Føroya Studentaskúli og HF-skeið er ein gymnasialur miðnámsskúli. Við nýggju lógini um
gymnasialar miðnámsskúlar frá august 2013 eru allar gymnasialar miðnámsútbúgvingar
partur av einari og somu skipan.
Høvuðsuppgávur rektarans eru, at:
•
Standa á odda at menna Føroya Studentaskúla og HF-skeið
•
Hava fyrisitingarligu leiðsluna av stovninum
•
Hava námsfrøðiligu leiðsluna á stovninum
•
Skapa trivnað og menna starvsfólk á stovninum
•
Tryggja, at fíggjarligi raksturin á stovninum verður so skilagóður sum til ber og
•
Fremja gott samstarv við aðrar skúlar, stovnar o.o., ið varða av økinum
Rektarin er dagligi leiðari skúlans og hevur ábyrgdina av øllum virksemi skúlans mótvegis
landsstýrismanninum. Rektarin skal tryggja, at nevndu uppgávur verða loystar á einum
høgum fakligum støði, og at undirvísing og mannagongdir eru í samsvari við nútímans krøv.
Rektarin er við í arbeiðinum at skipa Skúladepilin við Marknagil.
Umsøkjarin
Tú skalt hava kandidatútbúgving ella samsvarandi útbúgving frá lærdum háskúla og hava
kunnleika til undirvísingarøkið.
Vit vænta at tú:
•
Hevur hug og hegni at leiða, og at tú við tínum leiðsluhátti skapar trivnað og
mennir starvsfólk, næmingar og skúlan sum heild
•
Hevur hug at menna skúlan í heimligum eins og í altjóða høpi,
•
Ert visjoner/ur, hevur evni og áræði at ganga nýggjar leiðir og taka av teimum
avbjóðingum, sum liggja fyri framman
•
Hevur evni og vilja til at samstarva
•
Ert sjónlig/ur í leiðarastarvinum, og dugir væl at lýsa tíni sjónarmið fyri øðrum
•
Hevur skil fyri fíggjarstýring og góðar fyrisitingarligar førleikar
•
Hevur leiðsluroyndir frá tí almenna og/ella privata arbeiðsmark¬nað¬inum og
•
Hevur førleika at orða teg væl á føroyskum, norðurlendskum og enskum máli
Vit bjóða
Eitt sera spennandi og avbjóðandi starv við nógvum skiftandi uppgávum, og við nógvum
samskifti inn- og úteftir.
Setanar- og lønartreytir
Setanin er tíðaravmarkað frá 1. januar 2014 til útbúgvingarnar flyta inn í Skúladepilin við
Marknagil væntandi tann 31. juli 2016. Starvið er flokkað samsvarandi 38. lønarflokki
sambært Tænastumannafelag Landsins, tó uttan at vera tænastumannastarv. Lønin er í
løtuni kr. 49.845,44 + 15 % í eftirløn um mánaðin. Tann, ið settur verður, skal standa á odda
fyri øllum undirvísingarvirksemi og allari menning á skúlanum. Mentamálaráðið ásetir nærri
reglur um námsfrøðiliga útbúgving, undirvísingarskyldu o.a. hjá rektaranum.
Umsókn
Umsókn við prógvum, CV og øðrum viðkomandi skjølum skulu sendast til:
Mentamálaráðið
Hoyvíksvegur 72
Postrúm 3279
110 Tórshavn
Ella til t-post: mmr@mmr.fo
Umsóknin skal verða Mentamálaráðnum í hendi í seinasta lagi
týsdagin 19. november 2013, kl. 12.00.
Nærri upplýsingar um starvið kunnu fáast við at venda sær til Poul Geert Hansen,
aðalstjóra í Mentamálaráðnum, á tlf. 555010 ella t-post: PoulGeertH@mmr.fo
Mentamálaráðið
Mentamálaráðið hevur sum høvuðsuppgávu at fyrisita undirvísingarmál, mentamál og
gransking. Harumframt varðir Mentamálaráðið av uppgávum viðvíkjandi kirkju, loft
miðlum, ítrótti og øðrum frítíðarvirksemi. Heimasíða Mentamálaráðsins er: www.mmr.fo
Á Føroya Studentaskúla og HF skeiði eru 628 studentaskúlanæmingar og 131 HF næm
ingar. Í skúlanum starvast 120 fólk, og av hesum eru 104 lærarar. Miðnámsskúlin í Suðuroy
er partur av ábyrgdarøkinum hjá rektaranum. Í skúlanum eru 107 næmingar og 23
starvsfólk, og av hesum eru 19 lærarar.
Heimasíðan hjá Føroya Studentaskúla –og HFskeiði er: www.hoydalar.fo
Rektari til Føroya
Studentaskúla og HF-skeið
Boks 139, Heiðavegur 26, 600 Saltangará
Tel 41 70 00, runavik@runavik.fo
www.runavik.fo
VERKFRØÐINGUR,
ELLA BYGGIFRØÐINGUR
TIL TEKNISKU DEILD
Høvuðsverkevni
• útstykkingar og byggibúning
• byggimál
• lendis- og býarplansmál
• málsfyrireiking
• luttøka í dagliga arbeiðinum
á teknisku deild.
Førleikakrøv
• verkfrøðingur ella byggi-
frøðingur
• nakað av royndum innan
omanfyri nevndu arbeiðsøki
• hollan telduførleika, serliga
við vanligum kontórforritum
og við AutoCad
• góðan munnligan og
skrivligan málførleika
• opin og fyrikomandi og evni
at samstarva.
Løn sambært sáttmála við avvarandi
yrkisfelag.
Nærri upplýsingar fáast við at venda
sær til tekniska leiðaran á telefon
417000, ella teldupost
drh@runavik.fo.
Starvið verður sett 1. Februar 2014, ella
eftir nærri avtalu.
Skrivlig umsókn saman við avriti av
prógvi og møguligum viðmælum,
skal vera kommunuskrivstovuni í hendi
í seinasta lagi 22. november 2013.
Um ikki nóg nógvir skikkaðir umsøkjarar
eru, skilar kommunan sær rætt til at
søkja av nýggjum.
Runavíkar kommuna er ein kommuna í menning og broyting, har tú hevur møguleika at gera tína ávirkan galdandi. Runavíkar kommuna er trið størsta kommuna í
landinum og búgva uml. 3.800 fólk í teimum 15 bygdunum, sum hoyra til kommununa. Á Teknisku deild, sum er eitt spennandi og fjølbroytt arbeiðspláss, starvast
starvast ein verkfrøðingur og ein byggifrøðingur, umframt leiðaran. Harumframt hava umleið 15 starvsfólk beinleiðis tilknýti til leiðaran á Teknisku deild.
k r e a
..............................................................................................................................
..............................................................................................................................
..............................................................................................................................