hósdagur 7. november 2013síða 2
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 8. november 2013 · Nr. 129
2
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Oddagrein
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
vikuskiftisblaðið
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur
Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Útgevari: Sp/f Sosialurin
Uppseting: Sosialurin
Prent: Prentmiðstøðin
Avgreiðsla: mán - frí
kl. 08.00 - 16.00
Tíðindaleiðari
Jón Brian Hvidtfeldt
jonbrian@sosialurin.fo
Marknaðardeild
lysing@sosialurin.fo
Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn
tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo
Norðoyggjar Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687, klaksvik@sosialurin.fo
Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814,
aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo
Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja
tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá.
Tel. 341800
www.sosialurin.fo
Edmund Joensen
tíðargreinin á síðu 15
Valskip
an, lokal
politikarar
og skitnar
alliansur
Eiler fagraklett
kjak á síðu 16-17
Er hjúna
bandið søgu
liga støðugt
og óbroyti
ligt?
Tað knípur við lønseminum í fiski
vinnuni. Treyðugt so tjena upp
sjóvarflotin
og
flakatrolararnir
nógvar pengar, men heimaflotin,
sum í høvuðsheitum skal dúva
uppá botnfiskin, hevur ilt við at
liva upp til leiklutin hjá eini høv
uðsvinnu. Ein høvuðsvinna skal
geva avkast. Skal endurnýggja seg,
skapa dynamikk og yvirskot til at
ganga á odda í samfelagnum.
Fiskivinnutingið, sum Havstovan
skipaði fyri í Norðurlandahúsinum
mikudagin, vísti eina mynd av ein
um fiskiflota, sum hevur brúk fyri
einari hjálpandi hond. Sum bæði
krevur neyvari stýring og tryggari
grundarlag at virka á. Talan er ikki
um eina nýggja støðu, men heldur
um ein botnfiskaflota, sum í ov
langa tíð er sloppin at liva sítt egna
lív. Tað sær so einfalt út, tá tal
frøðingar seta talið av skipum upp
ímóti nøgdunum av fiski fyri síðani
at vísa á manglandi samanhangin.
At ov lítið er í part, og aktørarnir
tí býta høvdið av hvørjum øðrum
í stríðnum um ov fáu fiskarnar.
Gerandisdagurin hevur sjálvandi
fleiri nuancir. Her eru reiðarar og
fiskimenn, lokalsamfeløg og fígg
ingarstovnar. Hvør vil vera tann,
ið tveitir livibreyðið frá sær fyri at
geva betri pláss til onnur í somu
vinnu?
Men politiskt má málsetningurin
væl saktans vera, at vinnan skal
tjena pengar. Og tá tú hevur ein
málsetning, so mást tú eisini stýra
eftir honum. Og vera til reiðar at
brúka neyðugu amboðini fyri at
stýra.
Búskaparfrøðingar mæla til at
skerja flotan munandi. Enntá keypa
partar av flotanum út úr vinnuni
fyri at gera tað rúmligari fyri tey, ið
eftir eru. Víst verður á, at løtan er
tann rætta, nú fiskiskapurin eftir
makreli, norðhavssild og eisini
svartkjafti økist sera nógv.
Skotið verður upp at brúka
tilfeingisgjald
frá
uppsjóvar
fiskiskapinum til at geva botn
fiskaflotanum upphøggingarstuð
ul. Harvið verður problemið hildið
inni í fiskivinnuni og gerst ikki ein
beinleiðis útreiðsla fyri landshúsar
haldið. Búskaparfrøðingurin Kári
Peteren skírir fiskivinnupolitikkin
síðstu árini at vera ein "albyl
politikk", sum minkar um symp
tomini, men einki ger við sjúkuna.
Í løtuni velir landsstýrismaðurin
at geva svanga botnfiskaflotanum
makrel- og sildakvotu. Tað er væl at
samanbera við at geva eina albyl.
Tað má tí vera eitt minstakrav, at
fiskivinnunýskipanin, ið loksins
sigst vera áveg gjøgnum politisku
skipanina, gevur botnfiskaflotanum
rúmd og reellan kjans at virka og
tjena pengar.
fiskiflotin má tjena pengar
– Vit hava havt góðan
fund, sigur Sirið Stenberg,
forkvinna
í
landsstýr
ismálanevndini
eftir
at
nevndin hevur orðað ar
beiðssetningin til kanning
arstjóran, sum skal kanna
embætisførðsluna hjá løg
manni og Kára P. Højgard,
fyrrverandi
landsstýris
manni,
í
sambandi
við
Eysturoyartunnilin.
Sirið
Stenberg sigur, at lands
stýrismálanevndin er samd
um arbeiðssetningin. Ann
ars var tann eini limurin
í nevndini, Joen Magnus
Rasmussen, ímóti at kann
ingarstjóri varð settur. Men tá
ið meirilutin kortini var fyri
at set kanningarstjóra, hevur
Joen Magnus Rasmussen
tikið ta støðu at vera við til
at skriva arbeiðssetningin.
Forkvinnan í nevndini sigur,
at nú arbeiðssetningurin er
skrivaður, skal umsitingin í
Løgtinginum kanna og rein
skriva hann. Síðani verð
ur hann latin løgtingsfor
manninum, sum so tilnevnir
kanningarstjóran.
– Ikki fyrrenn tá er ar
beiðssetningurin almennur,
sigur Sirið Stenberg, sum tó
staðfestir, at annars er einki
nýtt í arbeiðssetninginum.
– Vit eru samd um at
kanna alt málið til botns.
Tað merkir stutt og greitt,
at embætisførslan hjá løg
manni og Kára P. Højgaard,
fyrrverandi
landsstýris
manni, skulu kannast.
Sirið Stenberg fegnast
um, at málið nú er avgreitt í
politisku skipanini og at lok
sostatt kann leggjast á tað.
– Nú verður málið latið
upp í hendurnar á einum
kanningarstjóra og so kunnu
vit í politisku skipanini
sleppa málinum og lata tað
ganga sína gongd, sigur hon.
Fjøllistamaðurin
Øssur
Johannesen sýnir fram í
Føroyahúsinum
í
Keyp
mannahavn
sunnudagin.
Tá er møguleiki at síggja
málningar,
tekningar,
prent og ymiskt annað, sum
Øssur hevur skapað. Fram
sýningin verður opin frá
sunnudegnum at rokna og
fram til 30. januar millum
klokkan 15.00 og 19.00.
Øssur hevur í mong ár
havt sálarligar trupulleikar,
og tað eru upplivingar og
eygleiðingar,
sum
hann
hevur havt, ið koma til
sjóndar í verkum hansara.
Evnini eru lívið, deyðin,
náttúran, einsemi, tónleikur,
kristindómur og kærleiki.
Øðrvísi Øssur
Samanhangur er ikki millum
tal av skipum og tons av fiski
Dagsins redaktørur: Jón Brian Hvidtfeldt
Jón Brian Hvidtfeldt
jonbrian@sosialurin.fo
Klárt at kanna løgmann
og Kára P. Højgaard