Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-11-07, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 7. november 2013síða 4

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 8. november 2013 · Nr. 129 4 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 tíðindi Leo Poulsen Tað vóru góðu viðurskiftini, um­bering mótvegis órættaða og lyfti um, at hann ikki skul­ di smakka dropan aftur, ið sann­førdu dómaran um, at døma ein treytaðan dóm í Før­oya Rætti hósmorgunin. Hendingin sjálv fór fram sun­nu­náttina, 2. juni, tá gran­na­veitsla var uppi í Hoy­ vík. Ákærdi sjálvur mintist hend­ing­ina soleiðis, at órætt­ aði tók um hálsin aftanífrá, og at hann síðani slongdi al­bog­an aftur um seg, fyri at koma leysur. Hann rakti har­við órættaða í andlitið, men tað var als ikki ætlanin. Ákæruritið segði, at eftir at órættaði var fallin til jarð­ ar, helt ákærdi fram við at sláa og sparka órættaða, men tað vildi ákærdi ikki vera við. Hann segði, at hann var pro­vo­k­er­aður gjøgnum kvøld­ið og náttina, og at hann bara vildi sleppa leysur Fýra vitnir vórðu førd í rætti­num, og tey vóru øll ósamd við ákærda. Fyrstur var órættaði sum greid­di frá, at hann var á veg til hús, tá hann knappliga fekk eitt slag inn á høgra kjálka, og at hann small um. Hann føldi í hvussu er trý sløg aftrat, eftir at hann var kom­in niður at liggja. Hann hevði mist vitið eina stund, og mintist einki aftur, fyrr hann stóð uppi við húsini hjá granna­num. Hann var alvísur í, at hann hevði ikki provokerað ákærda á nakran hátt, og at hann var rímiliga edrúur, tí hann skuldi til arbeiðis dagin eft­ir. Knallaði til Næsta vitnið greiddi frá, at ákærdi var komin móti órætt­aða, hevði latið seg úr jakka­num, og so smekka til. Hann segði, at tað tóktist, sum báðir fóru til jarðar, og at tað tóktist, sum ákærdi helt fram at sláa. Hann fekk ikki sagt, um ákærdi sló órætt­aða í andlitið, men tað var í hvussu er á yvirkroppin. Vitnið segði, at hann var ávirk­aður, men ikki fullur. Næsta vitni viðgekk eisi­ ni, at hann - eins og øll hini, ið vóru til staðar so seint, klokk­an næsta fýra - var á­virk­að­ur, og at tað var nak­ að av tumulti, ið fekk hann at venda sær tann vegin, ið hendingin fór fram. Hetta vitnið greiddi frá, at hann sá ákærda standa yvir órættaða og sláa hann. Vitn­ ið kundi tó ikki siga, hvar hann rakti órættaða. Seinasta vitnið segði, at hon sá ákærda knalla til til órætt­aða, so at hesin fall til jarðar. Hon skrýggjaði, tá hetta hendi, so at nógv fólk kom til. Hon mintist annars ikki nógv annað frá hend­ ing­ini, og kundi ikki siga, um ákærdi helt fram at sláa, eft­ir at órættaði var fallin til jarð­ ar. Seinasta orðið fekk ákær­ di, og hann segði seg verða ógvuliga keddan um tað, sum var hent og lovaði, at hann ongan­tíð aftur skuldi sita á ákæru­beinkinum. Treytaðan dóm Í sínari proseduru segði ákær­in tað vera prógvað, at talan var um eitt neva­slag í andlitið og eitt ella fleiri eftirfylgjandi sløg móti andlitinum ella yvir­kroppi­ num. Hann mælti til 30-40 dag­ ar fongsulsrevsing, ið átti at verða treytaleys, men lat tað ann­ars upp til rættin at gera tað av. Verjin mælti til, at dóm­ ar­in tók við í viðgerðina, at øll høvdu verið ávirkað av alko­holi. Hann metti ikki, at tað var prógvað, at talan var um fleiri sløg enn hetta eina. Hann metti, at ákærin hevði rætt í, at talan í slíkum førum hev­ur einar 30-40 dagar við sær, men mælti staðiliga til ein treytaðan dóm. Dómaranum nýttist onga tíð at hugsa seg um, men segði dómin við tað sama. Og hann ljóðaði upp á 40 dag­ar fongsulsrevsing, sum mað­urin ikki skal sita, um hann einki revsivert ger í eitt ár. Dómarin metti tað tó prógvað, at ákærdi hevði slig­ið órættaða í andlitið um­ framt onnur sløg aftrat. Hinvegin skal ákærdi gera samfelagstænastu í 40 tím­ar innan fyri næstu seks mán­aði­r­nar undir eftirliti av krimina­l­forsorgini. Maðurin tók við dómi­ num. Fekk treytaðan dóm fyri harðskap Heilt óvanligt og ímóti allari siðvenju fekk ein 43 ára gamal maður í Føroya Rætti hósmorgunin ein treytaðan dóm fyri harðskap