hósdagur 7. november 2013síða 25
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
25
Fríggjadagur 8. november 2013 · Nr. 129
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Fyri at lúka herdu og øktu krøvini til fíggjarligar hald-
felagsskapir, tryggingarfeløg v.m. hava vit tørv á einum
fólki til at taka sær av okkara váðastýring. Tú kemur við
tilvísing til fíggjarstjóran m.a. at hava ábyrgdina fyri at
skapa yvirlit yvir váðar hjá TF Holding samtakinum og
at gera frágreiðingar til leiðsluna.
Vit kundu hugsað okkum at tú:
Hevur royndir frá fíggjarvinnuni og royndir í sambandi
við váðastýring. Tú skalt hava hægri útbúgving so sum
t.d. HD, Cand.merc., Cand oecon ella líknandi.
Harumframt verður væntað, at tú hevur hesar fakligu
og persónligu eginleikar:
•
Góð samstarvs – og samskiftisevni
•
Kann arbeiða sjálvstøðugt
•
Áræði
•
Nátúrligan myndugleika
•
Analytisk evnir
•
Broytingarsinni
•
Góð/ur at halda freistir
•
Góðan førleika í Excel rokniarki
•
Góðan KT førleika
Vit kunnu bjóða tær
Fjølbroytt og avbjóðandi starv í eini spennandi
fyritøku, sum er í stórari menning. Eitt starv í eini
fyritøku við greiðum málum, virkisfúsum starvsfólk
um og góðum arbeiðsumstøðum. Ein fyritøka við
ítøkiligum kjarnuvirðum. Har vit hava vilja til lønandi
vøkstur, virða heildina, eru ágrýtin og nærløgd, hava
eina langtíðarhugsjón og eru broytingarsinnað.
Til rætta fólkið hava vit eitt gott og avbjóðandi starv
við kappingarførari løn, góðum setanartreytum,
sjálvstøðugum arbeiðsøki og góðum møguleikum
fyri støðugari førleikamenning, har viðkomandi
sjálvur/sjálv verður við til at byggja starvið upp og
mynda tað frameftir.
Talan er um nýtt starv, so tillagingar kunnu møguliga
ávirka uppgávuinnihaldið.
Lønar-og setanartreytir:
Starvið verður sett sambært sáttmála millum Yrkis
felag teirra ið starvast innan tryggingar,fíggjar, KT.
o.l. fyritøkum og Føroya Arbeiðsgevarafelag.
Lønin verður ásett í mun til royndir og førleikar.
Er hetta nakað fyri teg, ella hevur tú spurningar til
starvið, kanst tú seta teg í samband við Heina Joensen,
deildarstjóra, við telduposti til hjo@trygging.fo ella
tel. 21 57 09.
Umsóknarfreistin er 19. november 2013 kl. 12.00.
Umsókn við avriti av viðkomandi prógvum kann
sendast umvegis heimasíðuna www.trygging.fo,
umvegis teldupost til starvsfolkadeild@trygging.fo
ella við posti til:
TF Holding
Starvsfólkadeildin
Postsmoga 329
FO110 Tórshavn
Váðastýringsfólk
TF Holding, sum m.a. fevnir um Tryggingarfelagið Føroyar, Betri pensjón
og Eik Banka vil styrkja um fíggjarligu stýringina av virkseminum.
StarvSlýSing
Nærri upplýsingar á
hestoy@hestoy.fo
ella telefon 59 45 55.
Bygningur okkara á Dvørgastígi 7
verður hervið lýstur til leigu ella sølu.
Bygningurin er í tveimum hæddum
hvør upp á 300 m2. Sera vælegnaður
til kreativa vinnu, skrivstovu og lættari
framleiðslu. Allar installatiónir finnast
í bygninginum. Kann býtast upp í fleiri
leigumál.
Fleiri myndir á www.hestoy.fo
eblaðið
sos.fo