Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-11-07, síða 34
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 7. november 2013síða 34

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2 VIKUSKIFTI nr. 126 · 1. november 2013 tónleikur Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Hann er ein av størstu livandi legend­ unum í amerikanskum countrytónleiki – og ein av stjørnunum innan ameri­ kanska filmsframleiðslu – men nú hev­ ur hann ilt við at minnast sínar stóru løtur og serligu avrik. Kris Kristofferson er blivin 77 ára gamal, og seinastu tíðina er minnið farið at bila. Tað viðurkennir hann í sam­røðu við miðlin Fox411. – Minnið byrjaði at svíkja meg fyri nøkrum árum síðani. Tey siga mær, at tað er orsakað av stoytum, eg havi fing­ ið í boksing og amerikanskum fótbólti. Men eg minnist allar mínar sangir, og tí fái eg framvegis framført, sigur Kris Kristofferson. Spælir framvegis Fyrr í ár var Kris Kristofferson í studio saman við føroyska countrysangaranum Halli Joensen, og tá hevði Kristofferson ongar trupulleikar við at syngja sangin Nobody Wins, sum hann gav út fyri meira enn 40 árum síðani. Kris Kristofferson er framvegis virkin, hóast minnið bilar, og hann fegnast eisini um tað, hann hevur verið ígjøgnum í sínum lívi. - Eg kann ikki koma í tankar um nakað, sum eg hevði møguleika at gera, sum eg ikki gjørdi, sigur hann. Andsøgn Redaktørur: Eyðun Klakstein Útgevari: Sosialurin, www.sosialurin.fo Sniðgevi/umbróting: Pætur Eyðunsson Jensen, Sosialurin Forsíðumynd: Petur Skeel Jacobsen / Mynd: Álvur Haraldsen klumman Simona Weihe 77 ára gamli countrysangarin sigur, at minnið er farið at bila, men hann minnist allar sínar sangtekstir Tað er ein løgin andsøgn í dyrkanini av okkum sjál­vum sum einstaklingum – fyrst eg, so eg, og so aftur eg, og øllum aldunum, sum skola yvir okk­um, har vit øll harafturímóti skulu gera akku­rát tað sama: Øll skulu renna, ongin skal roykja, øll skulu hava snildastu telefonina, øll skulu vera á face­book, øll skulu halda alt vera so ræðuliga gott o.s.fr. Renning: Mær dámar so væl at ganga túr, havi altíð gjørt tað. Men nú hendir tað oftari og oftari, at eg og hundurin mugu av gøt­uni ella gongu­breyt­ini, so sprintari við full­ari ferð og við »sky­klapp­um« ikki rennir meg um koll, ella upp­aftur verri: traðkar á hundin. Friðurin er úti. Ein gløggur maður fortaldi mær um ein stjóra, sum tá hann varð spurdur um sínar fram­tíðar­ dreymar svaraði: At renna eitt hálvt marathon! So renningin fyllir ómetaliga nógv. Innrætting: Tá eg í damubløðunum hyggi at, hvussu fólk innrætta sær húsini, so líkjast tey øll so nógv, at eg síggi fyri mær, at hesi húsfólk øll hava kagað í sama Bo Bedre. Samstundis verða tey, ið búgva í húsunum, ofta umtalað at vera so egin! Facebook: Ert tú ikki á facebook! Á jøsus, eg skal printa tær uppskriftina út. Bollarnir smakka so væl! Jórun leggur so nógvar góð­ ar uppskrif­tir út. Jú, mær dámar eisini væl at baka. Eg saknaði heldur ikki uppskriftir áðrenn facebook. Elski kókibøkur. Royking: Heldur tú, eg kann roykja inni her? Spurdi gamli maðurin teskandi konuna. Eg fekk ilt fyri hjarta av spurninginum. Ongin 80 ára gam­al maður ella kona eiga at vera so undirbrotlig. Sjálv­sagt kundi hann roykja inni hjá mær. Royki ikki sjálv, legði av áðrenn royki­ politikkurin veru­liga slerdi ígjøgnum. Eri so glað um, at eg ikki royki. For­svari yvirhøvur ikki royking. Ein ringur óvani, sum er sera trupul at sleppa av við. Men bólka­trýst er bara so óhugnaligt. Atburður: Undarligt rák við óndsinnaðum og ljótum viðmerkingum hevur tikið seg upp á tíð­inda­portalum. Sum gamalt happingaroffur, so føli eg við teim­um, ið standa fyri skotum. Hvat sørin er tað fyri nakað, sum fær fólk at halda, at tað er OK at sleingja alla óhumsku í and­litið á øðrum? Man tað vera ein avleiðing og kanska ein keðiligur upp­reistur, tí fólk eru ónøgd við seg sjálv­, tí tey orka so illa at renna aftan á øll­um hinum? Eitt eyðkenni fyri happarar eru júst, at teir eru ótryggir. Trivið kundi verið í okkurt annað. Til dømis Mín­Boks. Herrópið: Nú hava so og so nógv Mín­ Boks! Ja, og hvat so? Sølan av víni økist – fleiri drekka nú vín. Tað skal vera positivt. Kanska er tað tað, eg veit ikki. Men vín er heldur ikki gott fyri livrina. Tó halda vit á onkran hátt tað síggja rættari út at sita við einum vínglasi millum fingrar­nar og elektroniskari siga­rett mill­um varr­arnar, heldur enn við einum veðri í hondini og balli í munn­klov­anum. Í norska VG skrivaði sálarfrøðingur í sam­bandi við hugleiðingar um m.a. børn og foreldur sum vinir í sosialu miðl­un­um, at har hevur vín­glasið næstan tikið pláss­i­ð frá kaffi­koppinum. Tað helt hann sum vera man vera óheppið, tí tað kann gera børn ótrygg. Men tað rákið sær út til at vit ókritiskt taka ímóti. So segði hon... Kristofferson er farin at gloyma – Tað er reinur logikkur, at annaðhvørt mugu vit skerja almennu tænasturnar munandi, ella mugu tey, sum frammanundan rinda skatt her, gjalda uppaftur meira Marita Rasmussen, stjóri í Vinnuhúsinum, í kjakinum um teir 1500 føroyingarnar, sum arbeiða uttanlands og lítið og einki gjalda í skatti í Føroyum - Eg minnist allar mínar sangir, og tí fái eg framvegis framført, sigur Kris Kristofferson Kris Kristofferson var fyrr í ár í studio saman við Halli Joensen