Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-11-07, síða 36
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 7. november 2013síða 36

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 129 · 8. november 2013 4 VIKUSKIFTI Samrøða Rólant Waag Dam rolant@sosialurin.fo – Eg havi ongantíð lagt nakað í politikk. Eg tosi ikki japanskt, og politikkur hev­ ur verið eitt líka fremmant øki fyri meg, so tað havi eg latið onnur um. Politiski áhugin er komin seint. Kanska er tað tí, at eg eri við at blíva vaksin. At eg kenni meg sum part av samfelagnum, Før­oyar eru eisini mítt land. Og við tíðini havi eg lagt merki til nøkur ting, sum ikki geva meining. Ting sum ikki hanga saman. – Eg veit so lítið um politikk. Tey eru mong, sum hava nógv betri argument­ir enn, sum undirbyggja tey við hagtøl­um og talvum. Men fólkið hoppar av har. Eg skrivi beint frá hjartanum og haldi, at tað er so áhugavert, at tað skal fella í so góða jørð. Ein undrandi havnarmaður – Óttin at hava skeivt er so inngrógv­in í okkum øll. Eg eri 31 ár og veit ikki alt. Eg kenni ikki svarini til teir spurn­ ing­ar, sum eg seti. Tá eg síggi okk­urt, sum eg ikki skilji, so haldi eg, at tað er áhugavert at lufta tað. Tað kann vera, at eg læri okkurt av tí. Men eg dugi ikki ein­gongd at brúka retorikk­in, sum tú eigur at brúka. Eg brúki ongi fremm­andaorð, bara vanligt mál og tað er kanska tað, sum riggar, tí tað skilja fólk. – Eg veit, at eg raki nógv fólk. Men eg kann ikki kallast politiskur viðmerkj­ ari, tí tað krevur, at tú hevur eitt sindur av fakligheit og er kvalifiseraður til tað. Politiskur viðmerkjari ljóðar so klókt. Eg eri meiri ein havnarmaður, sum sit­ ur heima í stovuni og ikki fái tingini at hanga saman. Tað skrivi eg so, og eg eri ikki tann einasti, sum havi tað soleiðis. – Vit hava heldur ikki brúk fyri fleiri pol­itiskum viðmerkjarum. Vit hava teir longu og tað er gott, men eins og pol­ it­ikk­ararnir, so tosa teir yvir høvdið á fólk­inum. So skjótt eg hoyri orðið 'pol­itiskur viðmerkjari', so fyri­haldi eg meg til tað upp á ein ávísan máta. Pol­itiski viðmerkjarin greiðir á sínum serliga máli frá, hví politiska støðan er sum hon er, og áðrenn eg veit av, so havi eg skift yvir á Rás2, tí politiski viðmerkjarin í Útvarpinum tosar eis­ini sum politikkararnir. – Eg vildi ynskt, at vit høvdu ein pol­itiskan viðmerkjara, sum var eitt mill­um­lið millum politikkarnar og fólkið. Ein, sum kundi greiða frá: ”okey, tað sum faktiskt hendir er, at um tú eigur tvær hønur og tvær gæs” og so kundi greiða út frá tí. Tí tað snýr seg um fólk­ið. Eg vildi ynskt, at tað var eitt sindur ein­faldari. – Eg tosi við fólk um flattskatt, av­ tøku av Landsbankanum og makrel. Ikki ein kjaftur veit, hvat tað í veruleikanum inniber. Og tá eg kann fáa so ymsar meiningar frá so nógvum fólkum, so má tað bara merkja, at tað ikki er serliga greitt. Sjálvandi er tað ikki so einfalt sum, at 1+1=2 , men eg vildi mett, at tað er ábyrgdin hjá politikkarunum og landsins stýri at gera tað skilligt. – Tað er øgiliga skjótt at kenna seg býtt­an, tá tað kemur til politikk. Tað er eisini tí, at eg ikki havi skrivað nak­að politiskt fyrr. Tað er so skjótt at verða jarðlagdur. Fólk, sum siga, at eg ikki veit, hvat eg tosi um. At eg má skilja saman­hangin, og at tað er ikki so einfalt. – Hinvegin havi eg funnið út av, at teir tankar, ið eg havi gjørt mær og sum kanska ikki eru so rætt orðaðir, tað eru tað eru eisini fleiri onnur, sum hava. Vit hava ábygd – Sum føroyingar hava vit ábyrgd. Eg kenni bara til, at tú skalt á val og tí havi eg eisini valt. Hetta uttan at hava sett meg inn í tingini á nakran hátt. Tað er ábyrgdarleyst ikki at leggja í, hvat hendir kring og hvar tín atkvøða fer. – Men eg havi altíð verið á valið. Eg havi bara valt onkran sum er fittur, Politikkur Fyri fólkið Tey flestu kenna hann sum tónleikara. Nógv ung kenna hann sum vikar í ymsum skúlum, og uppaftur onnur kenna hann frá Margarinfabrikkini í Havn. Seinastu tíðina hevur Petur Háberg tó gjørt mest vart við seg á Facebook sum eygleiðari og viðmerkjari til tað, sum fyriferst á politiska pallinum. Hann heldur, at polikkur snýr seg um vanlig fólk og skal vera fyri vanlig fólk Petur Háberg hevur í fleiri mánaðir skrivað um politikk á vanga sínum á Facebook. Hesar viðmerkingar fáa fleiri hundrað likes og eru endurgivnar av politikkarum og í bløðum. - Eg roknaði ongantíð við so nógvum viðmerkingum og reaktiónum, sigur hann