Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-11-12, síða 28
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 12. november 2013síða 28

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 13. november 2013 · Nr. 131 28 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Vestmanna skúli Toftavegur 12, FO - 350 Vestmanna  Føroyar Tlf. + 298 470100  Fax: + 298 470101  E-mail: vestmanna@skulin.fo Varaskúlastjórastarv í Vestmanna skúla Starvið sum varaskúlastjóri í Vestmanna skúla verður lýst leyst til setanar frá 1. desember 2013. Lønar- og setanartreytir Setanarøkið er undir Mentamálaráðnum við tænastu í Vestmanna skúla. Tann, ið sett/-ur verður, eigur at tola broytingar starvinum viðvíkjandi. Starvið verður lønt í lønarflokki 33.1 sambært avtalu millum Fíggjarmálaráðið og Føroya Lærarafelag. Starvið verður sett sum sáttmálasett starv, uttan so, at tann, sum sett/-ur verður, er tænastumannasettur lærari frammanundan. Skylduga undirvísingartímatalið verður ásett eftir galdandi reglum. Umsóknir Umsóknir við c.v. og avriti av prógvum skulu verða skúlastjóranum í hendi í seinasta lagi týsdagin 19. november 2013, kl. 16.00. Fleiri upplýsingar um starvið fært tú við at ringja til Vestmanna skúla tlf. 470100 ella til skúlaleiðaran tlf. 743082 ella við at senda teldupost til skúlaleiðaran olavur.thomsen@skulin.fo Søkt verður eftir varaskúlastjóra, sum  undir ábyrgd og í samstarvi við skúlaleiðaran skal taka lut í teirri fyrisitingarligu og námsfrøðiligu leiðsluni av virksemi skúlans  dugir at samstarva og er fyrikomandi  er fúsur at taka á seg uppgávur í samstarvi við og eftir fyriskipan skúlaleiðarans. Harumframt skal varaskúlastjórin  vera næsti medarbeiðari skúlaleiðarans  saman við skúlaleiðaranum átaka sær fyrisitingarliga ábyrgd  undir fráveru skúlaleiðarans hava ábyrgdina av leiðslu skúlans  vera førur fyri at loysa trupulleikar  saman við skúlaleiðaranum skapa virðing fyri skúlanum og umstøður hjá tí einstaka fyri medávirkan og medábyrgd. Førleikakrøv Umsøkjari skal hava fólkaskúlalæraraútbúgving og starvsroyndir í fólkaskúlanum. Vestmanna skúli hevur 192 næmingar og 20 lærarar. Tú kanst lesa meira um okkum á heimasíðuni www.vestmannaskuli.fo/ Keyp GrýtuKlárar dunnur oG Gæs Dunnur uml. 2-3 kg. Gæs uml. 5-6 kg. AvmArkAð nøGD. Øyvind lützen Tel. 311782 / 211782