Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-11-14, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 14. november 2013síða 4

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Fríggjadagur 15. november 2013 · Nr. 132 Randi Jacobsen Lýggja og ikki ov turra summ­ arið í ár hevði við sær, at vit fingu eitt gott eplaár. Flag­ veltan á Miðgerði í Kollafirði gav 13,4 fold, og hyppiveltan á Sandi gav 21,1 fold. Í ár vórðu 20 ymisk sløg sett niður, bæði kend og nýggj sløg. Grøðin var í mið­ al trý fold størri í ár í flag­ veltuni, og nakað størri enn í 2011. Í royndarveltunum var eing­in svartaspilla í ár, men onkrastaðni hava tey drig­ ist við svartaspillu. Tað var heldur ikki vindur ella storm­ ur av týdningi at skaða velt­ urnar. Hyppiveltan varð av óvart taðað heldur ríkiligt við mykjutøðum, og tað var ein orsøkin til, at vetan gav 21,1 fold – sjey kilo fyri hvønn fermetur. Nýggj sløg góð Í flagveltuni vóru fýra nýggj sløg millum tey bestu (Dest­ iny. Mette, Treror og GKY-7). Hanna og Folva góvu eitt sindur minni. Í hyppiveltuni royndist Folva best, men nýggj sløg góvu næstan líka nógv. GKY-7 og Hanna góvu nógv í so stór epli, yvir 220 gramm. Destiny og Folva góvu flest javnt stór epli. Nýggju sløgini GOF-8 og Carolus góvu flest smá epli, undir 30 gramm. Peder T. Haahr væntar, at næsta ár verða hesi eplasløg at fáa sum set: Esmee, Carol­ us, Destiny, GKY-7 og vónandi eis­ini Raja og Tresor. Tilmæli Flagvelta: Destiny, Mette, Folva, Hanna og so reyðu epl­ ini Oleva, Raja og Esmee. Moldvelta: Folva, Hanna, Metta. Destiny og reyðu epl­ ini Oleva og Esmee. Rosa­gold fruktar ikki so væl, hevur fleiri smá epli, men eplini eru vøkur og vælvaksin. Soppur Aftur í ár hevur rótasopp­ur verið at sæð í veltum. Eyð­ kenni eru ein rúgva av smá­ um eplum undir slokkunum og grøn vanskeplað epli. Tað ber til at fyribyrgja hesa sjúkuna við at við­gera set­eplini við einum soppa­ drep­andi evni. Epli í moldveltu kunnu set­ast niður til endan av mai, men best er at seta niður fyri 1. mai. Flagveltan gevur best, tá ið sett verður niður seinast í apríl ella fyrst í mai. Peder T. Haahr mælir til at taða við klorfátøkum NPK við nógvum kalium í ella við Nitrofoska. 40-50 gramm til hvørt epli gevur góða frukt og góðan smakk. Ov nógv taðing gevur vantnutt epli. Eini ráð eru at kálka, har hvít epli verða sett niður. Reyð epli taka ikki við kálki. Menning Matmentanin mennist, og Ped­er T. Haahr fegnast um, at fleiri bøndur velta so nógv, at teir kunnu selja epli. Ikki stendur á at fáa eplini selt, tí fólk vilja fegin gjalda meira, fáa tey føroysk epli. Fleiri og fleiri eru eisini farin at velta til húsbrúks. Avbera gott eplaár Árið í ár royndist avbera væl til epli. Í royndarveltunum hjá Búnaðarstovuni kom væl meira upp í ár enn í fjør og eisini meira enn árið fyri. Nøkur nýggj eplasløg fruktaðu eisini væl, og okkurt av hesum sløgunum verður væntandi at fáa næsta ár, væntar Peder T. Haahr, sum í áravís hevur staðið fyri eplaroyndunum Í royndarveltunum var eing­in svartaspilla í ár, men onkrastaðni hava tey drig­ist við svartaspillu. Tað var heldur ikki vindur ella storm­ur av týdningi at skaða velt­urnar