hósdagur 14. november 2013síða 6
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 15. november 2013 · Nr. 132
6
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
tíðindi
Rólant Waag Dam
Hergeir Staksberg gevst ikki
so. Hann stóð á odda fyri
arbeiðinum at fáa savna
pengar inn til eitt Fountain
hús. Saman við øðrum skip
aði hann fyri konsertum og
stuðulstiltøkum, soleiðis at
pengar til eitt Fountain hús
vórðu fingnir til vega. Hann
skrivaði og greiddi frá í
fjølmiðlunum, setti politiska
myndugleikanum spurning
ar og fanst at.
1. oktober fingu Hergeir
Staksberg og hini, sum hava
stríðst fyri einum Fountain
húsi, løn fyri stríðið. Tá
kom fram, at tvær milliónir
krónur eru játtaðar til eitt
tilboð, sum skal virka sum
eitt Fountain hús, ið er eitt
tilboð til fólk við sálarsjúku,
sum skal hjálpa teimum at
koma út aftur á arbeiðs
marknaðin. Talan er um eitt
arbeiðsrættað tilboð, sum
skal fyribyrgja nýggjum inn
leggingum.
Hergeir Staksberg steðgar
tó ikki her. Sambært honum
er eitt Fountain hús bara eitt
tilboð, ið skal »geva fólki við
sálarsjúku betri møguleikar
at liva, arbeiða og læra«, eins
og tað eisini stendur í enda
málsorðingini fyri Fountain
House Føroyar grunnin.
Tí
brettir
hann
upp
ermar
enn
einaferð,
og
nú er ætlanin at gera eina
sonevnda lísvlinju í Føroy
um. Ein lívslinja er ein tænas
ta til sjálvmorðshótt fólk, har
tey dulnevnd kunnu ringja
og greiða frá sínum trupul
leikum. Meiri um hetta aðra
staðni á hesum síðum.
Leypa politisku
skipanina um
Royndirnar
hjá
Hergeiri
Staksberg siga honum, at tað
fæst mest burturúr við bara
at fara í gongd, heldur enn
at sita hendur í favn og bíða
eftir, at okkurt hendir.
- Fólk hava tosað um eina
lívslinju í Føroyum í tíggju ár,
men einki er hent. Men nú
fara vit so í gongd, sigur Her
geir Staksberg, sum saman
við Jan Zachariasen er farin
undir at kanna, hvat krevst
fyri at gera eitt tílíkt tilboð í
Føroyum.
-
Vit
leypa
politisku
skipanina um. Tað hendi jú
einki við einum føroyskum
Fountain húsi, fyrr enn vit
fóru ígongd og byrjaðu at
leggja trýst. Men so hendi
brádliga ein rúgva. Vit vita,
at vit kunnu gera mun, so vit
fara bara í gongd, heldur enn
at bíða, sigur Hergeir Staks
berg.
Sjálvur heldur hann, at
tað er átroðkandi neyðugt
við eini lívslinju í Føroyum.
Millum annað vísir Hergeir
Staksberg á, at í Føroyum
hava vit upplivað tvey sjálv
morð seinastu tíðina. Aðra
staðni á hesum síðum er
eisini eitt yvirlit sjálvmorð
í Føroyum í hesi øldini, og
seinastu 33 árini.
- Vit kunnu ikki venda
blinda eygað til henda veru
leikan. Sjálvmorð er nakað,
sum hendir í Føroyum. Og
helvtin av teimum hoyra til
psykiatriina. Tí er tað ein
tørvur á eini lívslinju her. Øll
kunnu vera samd um, at keði
ligt við sjálvmorðum, men
tað er so skjótt hjá teimum
flestu at gloyma tað aftur.
Tey sum verða rakt, tey tað
tó ongantíð, sigur Hergeir
Staksberg.
rolant@sosialurin.fo
Sjálvmorð
í Føroyum
2013
3
2012
3
2011
2
2010
6
2009
0
2008
1
2007
1
2006
3
2005
6
2004
1
2003
3
2002
4
2001
0
2000
2
1999
0
1998
2
1997
2
1996
3
1995
5
1994
2
1993
5
1992
6
1991
4
1990
5
1989
1
1988
6
1987
3
1986
6
1985
7
1984
6
1983
4
1982
2
1981
3
Tølini stava frá Heilsu-
lýsing Landslæknans
Hergeir ger
SJÁLVMORÐ Hergeir Staksberg fer sjálvur annar undir at gera eina sokallaða lívslinju, sum
fólk, ið umhugsa at taka lívið av sær ella eru i svárari kreppu, kunnu ringja til. - Heldur enn
at bíða eftir politisku skipanini, so fara vit bara í gongd sjálvir, sigur Hergeir Staksberg
2013
3
2012
3
2011
2
2010
6
2009
0
2008
1
2007
1
Tal av sjálvmorðum í hesi øldini - 33 fólk
Vit vita, at vit kunnu
gera mun, so vit fara
bara í gongd, heldur enn
at bíða
Vit kun
nu ikki
venda blin
da eygað
til henda
veruleikan.
Sjálvmorð
er nakað,
sum hendir
í Føroyum
FAKTA
Trý sjálvmorð árliga
Í hesi øldini hava 33 føroyingar gjørt av við seg, og í meðal
taka gott tríggjar føroyingar lívið av sær árliga.
Hagtøl Landslæknans siga, at síðani 2001 hava
33 føroyingar gjørt av við seg. Hetta framgongur í
Heilsulýsing Landslæknans 2012-2013, har tølini ganga
heilt aftur til 1981. Frá 1981 til og við 2012 hava 104
føroyingar gjørt av við seg. Og í ár er talið av føroyingum,
sum hava tikið lívið av sær trý. Tað svarar til í meðal 3,34
sjálvmorð árliga.
Venda vit eyguni móti Danmark, har Livslinien hevur virkað
síðani 1994, er talið munandi hægri – eisini lutfalsliga. Har
gera í meðal 600 fólk av við seg árliga.
Taka vit rund tøl og siga, at tað búgva fimm milliónir fólk
í Danmark, so merkir hetta, at tað eru gott átta túsund
danir fyri hvørt sjálvmorð. Hyggja vit so eftir Føroyum og
siga, at tað búgva 50.000 fólk her, so merkir tað, at tað
eru stívliga 16.000 fólk fyri hvørt sjálvmorð. Tað merkir,
at talið av sjálvmorðum í Føroyum er lutfalsliga helvtina
lægri, enn tað er í Danmark.
Aðrastaðni á hesum síðum vísir Hergeir Staksberg hinvegin
á, at sjálvmorð er ein veruleiki í Føroyum – og tí er hann
farin undir at virka fyri, at ein lívslinja verður sett á stovn.
- Vit kunnu ikki venda blinda eygað til henda veruleikan.
Sjálvmorð er nakað, sum hendir í Føroyum, sigur hann.