hósdagur 14. november 2013síða 12
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
12
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Fríggjadagur 15. november 2013 · Nr. 132
Hugleiðing um Stórhús
Nú, ið Leonia rundar tey 90, vil eg við hesi hugleiðing ynskja henni hjartaliga
tillukku. Hon er nú búsitandi á Gerðisgarði í Skálavík.
Hjúnini Jens Ludvík og
Leonia vóru bæði dalbingar
í fleiri ættarlið. Stórhús og
Hvanngarðurin vóru granna
hús. Jens Ludvík mintist
væl tann dagin , Leonia var
fødd. Hann var 6 ára gamal,
tey drupu gásarungar tann
dagin, sum var 15 november
1923. Hon var dóttir Sunnevu
og Nicláa Larsen á Hvann
garðinum.
Leonia er elst av teim
um 8 systkjunum á Hvann
garðinum. Aftan á hana
komu tvíburðarnir Kjartan
og Hilmar føddir 29 oktober
1925. Tá hon var 5 ár, doyði
pápin av vanlukku.Mamman
giftist uppaftur og fekk 5
børn í seinnu giftu.
Tá Leonia var 15 ára gom
ul fór hon út at tæna, fyrst til
Húsavíkar, so til Skálavíkar
og síðan suður á Tvøroyri
til Marionnu og Torvald
Joensen, foreldrini hjá H.D.
Joensen gamla landslækn
anum. Torvald hevði verið
lærari í Húsavík og í Dali .
Jens Ludvík Johannesen
føddur 11 apríl 1918, son
ur Beda og Súsannu Jo
hannesen. Hann fór til skips
16 ára gamal. Hann sigur
frá einum túri í Grønlandi
við ,,Gurun Zoegu,, Kristian
Sivertsen við Gjógv var
skipari. Úrtøkan tað árið
var býtt javnt í millum
menninar, og tað vóru 208 kr
í part. ,,Tá kríggið kom, slapst
ikki avstað aftur,, sigur Jens
Ludvík ,,tá skuldi maður
vera heppin og helst kenna
onkran fyri at fáa kjans.
Men teir,sum sluppu avstað,
fingu nógv burturúr.Eftir
krígslok fór hann við Albert
Victor og fekk størri úrtøku
í tveir túrar, enn allar hinar
tilsaman, ið hann hevði verið
á sjónum . Nógv korn var velt
í Dali undir krígnum. Dalur
var gott kornpláss, serliga
norðari bøurin, har sólin
stendur á, og sodnhúsini
vóru fleiri. Seinasta kornið
varð velt í 1948 .
Leonia og Jens Ludvík
giftist 11. januar 1948, tey
búsettust í Stórhúsi. Hon
hevði tá verið heima í eina
tíð og hjálpt mammuni við
teimun yngru systkjunum.
Jens Ludvík og Leonia fingu
tveir synir. Jóannes føddur
21 mai 1951, giftur við Oddvør
Jacobsen úr Haraldssundi.
Yngri sonurin Tórur, fødd
ur 19 mars 1956, giftist
við Bergittu. Tey búgva í
Fuglebjerg á Sælandi, haðani
hon er ættað.
Jens Ludvík legðist tíðliga
uppá land, og fór at arbeiða
fyrifallandi arbeiði í bygdini.
Hann tók sær av jørðini, sum
var í húsinum og tað gekk
hann høgt uppí: Tey høvdu
fýra neyt í fjósinum.
Kirkjan, ið er bygd í 1957,
sæst úr køksvindeyganum í
Stórhúsi. Áðrenn Dalur fekk
kirkju máttu tey til gongu
til Húsavíkar. Saman við
Skarvanesi var Dalur uppi í
Húsavíkar kirkjusókn til 1957.
Undir Vørðuni gingu dal
bingar heim til Húsavíkar til
messu. Undir Vørðuni gingu
brúðarpørini við fylgi. Har
komu tey berandi dóps
børnini. Og her bóru tey kist
urnar heim í kirkjugarðin í
Húsavík, eisini var hetta
leiðin til handils. Leonia
sigur frá, at hon sjálv helt
á yngra soninum, tá hann í
1956 var doyptur í Húsavíkar
kirkju, og hann var seinasta
barnið í Dali, sum doypt er í
Húsavík.
Kirkjan í Dali er sera
vøkur og snotilig kirkja. Alt er
føroyskt handverk. Malvina
Clementsen
úr
Húsavík,
fødd 13 mars 1895, deyð 12
juli 1985 var lærarinna í
tíðarskeiðinum 1949- 62, í
Dali og Skarvanesi. Hon
stóð, saman við øðrum, fyri
arbeiðinum at fáa kirkjuna
bygda. Um hesa tíðina vóru
nógvir fuglfirðingar í Dali.
Altarringurin er smíðaður
á Meka í Fuglafirið. Elias
á Skipanesi og Jógvan av
Hellunum búðu í Stórhúsi.
Jógvan
málaði
kirkjuna
saman við Jákup Paula úr
Fuglafirði. Jógvan á Hellinum
dámdi so væl í Dali, at hann
kom aftur at ferðast so at
siga á hvørjun ári aftaná at
kirkjan var liðug. Jens Ludvík
og Leonia vòru bæði góð við
Kirkjuna, og vóru hvønn
sunnudag í kirkju tá tey
vóru í bygdini.Tey vóru eisini
góð við dansin, tað var so
sjálvsagt fyri tey, at kristnilív
og føroyski dansurin gingu
hond í hond.
Nú vit eru við dansin
skal man siga eitt sindur um
hann. Jens Ludvík og bróðir
hansara Johannes kvóðu
longu sum óvitar, og tá ið
teir vóru á kvørnuni og mólu
korn, kvóðu ella sungu teir
altíð, og tá var ikki sjáldan,
at fólk steðgaðu og lýddu á
uttanfyri. Tiltikið er á einari
komediu í Skopun, har teir,
uml.20 ára gamlir kvóðu
Regin Smið, og dansurin
gjørdist so góður, at teir hildu
á við Brynhildar tátti. At
enda tóku aðrir við og kvóðu
Høgna tátt eisini. Johannes
futti til Klaksvíkar, men Jens
Ludvík kvað nógv í Dali.
Hann dugdi nógv, bæði kvæði
og vísur. Best dámdi honum
Guttorms vísu, tí hana hevði
hann lært frá mammu síni,
sum doyði á heysti í 1932,
bert 39 ár gomul. Hon æt
Súsanna og var úr húsinum
Oyragarði.Hann lærdi seg
Runtsivalstríðið úr bókini
hjá Jóannesi Patursson. Tað
var væl longri enn tann upp
skriftini, ið var vanlig í Dali,
men honum dámdi hana
betri, tí søgan var so fløkt
í gomlu uppskriftini, Tey
kvæði, sum honum dámdi
væl at skipa, vóru Eingríms
synir, Jøkils kvæði, Álvins
táttur, ( 2, tátt í Hábars Kvæði),
men hann skipaði eisini vísur
m.a. Hjalmar og Huldu. Jens
Ludvík var tiltikin fyri gott
kvæðalag.
Her vil eg siga frá einum
minni um dans í Dali. Eitt
vikuskifti skuldi verða ein
veitsla í Eiriksgarið, ártalið
minnist eg ikki, men eg
mundi vera 8-9 ár tá. Tað var
Dansifelagið í Havn, sum
varð boðið suður til hesa
veitsluna. Eg bleiv ikki leingi
uppi, men eg svav í Stórhúsi.
Um 4-5 tíðina um morgunin
vaknaði eg av fólkapráti í
køkinum. Har mundu vera
eini 10 fólk, sum vórðu boðin
inn. Eg fór upp og niður í
køkin, tá segði Leonia ,,Hygg
nú kemur Andrass beiggin ,,
hettar segði hon altíð, tá ið
eg kom til teirra, men so fóru
tey at kvøða eitt ørindi úr
Falka rímuni, ,,Nú er Andrass
komin nú hava tit meg her,,
Hetta situr mær fast í minni.
Inni í Stórhúsi er ein gam
al komfýrur, sum er 100 ár,
Leonia og Jens Ludvík fóru
væl um henda gamla kom
fýrin, som hitaði teimun
køkin og meir enn tað , so
stórur sum hann er við
trimum eldholum. Tað er so
hugaligt og nossligt inni. Tey
brendu torv og torvið gav ein
serliga góðan lukt. Á hesum
komfýrinum gjørdi Leonia
góðar drýlar og breyð, tað
varð ofta sitið og ligið uppi
á komfýrinum, tá hann var
flógvur, helst tá tað var kalt
úti, hesin komfýrur er sum
nýggjur í dag. Nú eg nevndi
komfýrin at brenna torv í,
vil eg siga eitt sindur um
torvarbeiði, sum var gjørt
tá torvið var skorið. Vanliga
síðst í mai varð farið undir
at skera torv. Torvarbeiðið
fór fram í fleiri stigum. Fyrst
var at skera torvið, síðan at
bera burtur,reisa ella seta
upp, misskifta,koyra saman
í eldar, og at enda fáa torvið
til hús. Smærri torvgravir
nevndu tey torveygu. Flag og
annar avgrevstur var lagdur
afturí aftur, so hvørt sum
torvið varð skorið og vatn
varð veitt burtur.
Eg mundi vera fyrsu ferð
í Dali 1974, at vitja systur,
og her kom eg til at kenna
hesu hjúnini í Stórhúsi, síð
ani tá havi eg verið nógv
í Dali, tá vóru fleiri børn í
bygdini sum eg kom skjótt
at kenna, og sum heild kom
eg at kenna alla Dalsbygd,
man var har suðuri í Dali so
ofta sum man kundi. Tá í 70-
unum vóru fleiri børn í Dali.
Tey tóku væl ímóti mær og
høvdu meg við í spælinum á
skúlatúninum. Teimum vil eg
eisini her takka fyri ta deiligu
tíðina, eg havi verið í Dali.
Dalur hevur nógv góð minni
fyri meg, og tí kalli eg hana
fyri mína aðru heimbygd.
Ja, at koma til Sandoynna
er nakað serstakt,ein sera
vøkur oyggj. At koma til
Skopunar
og
koyra
við
bussi eystur til Dals er hug
takandi. Tá so bussurin
koyrir gjøgnum bergið, har
vegurin er so smalur, at
man sær niður yvir tað bláa
havið, og tað brøttu líðina. Í
lundatíðini kemur tað fyri,
at man kann síggja lundar
flúgva fram við bussinum.Tá
vit koma til Hamarsenda og
síggja Dalin liggja niðanfyri
okkum, er tað fyrsta, sum eg
hyggi eftir Stórhús. At síggja
roykin úr skorsteinuinum
fara upp í luftina var nakað
heilt serligt. Bussurin steðg
aði í skúlatúninum og so til
gongu Millum Garðarnar,
móti portrinum inn í túnið,
har hjúnini bæði komu í
móti okkum at ynskja okk
um vælkomin, síðan inn í
gongina og inn í køkin har
komfýrurin var heitur, har
torv var brennið. Jú, man
Leonia og Jens Ludvík – hjúnini bæði við komfýrin