hósdagur 14. november 2013síða 22
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
22
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Fríggjadagur 15. november 2013 · Nr. 132
Guðrið Poulsen. At leita og finna
Gáva og tanki; tað er tað, sum er eyðkent í listini hjá Guðrið Poulsen
Nils Ohrt
Týðing Malan Johannesen
Hon er útbúgvið leirlistafólk, men
hevur sum so mangir av hennara
starvsfeløgum framt eitt cross over
til skulpturin, tó trúføst mótvegis
leirinum sum tilfar.
Sum leirlistafólk hevur Guðrið
Poulsen brotið upp úr nýggjum
í Føroyum, har brúkiligt leir ikki
er at finna í náttúruni. Kanska er
tað júst henda óvanliga bakgrund,
sum er atvoldin til, at hon ikki hev
ur verið ”tyngd” av sterku figura
tivu siðvenjuni í føroyskari mynd
høgglist. Hóast nakað kennist aftur,
so er listabúnin hjá Guðrið Poulsen
abstraktur.
Guðrið Poulsen er útbúgvið leir
listafólk við tí yrkisførleika, men
eisini við teirri avmarking, henda
sterka siðvenjan gevur. Leirlista
yrkið hevur hon tikið til sín og
kennir seg tøkniliga sum leirsmið.
Hinvegin sleit hon seg skjótt frá
brúkslistini og hevur í mong ár
gjørt skulpturar úr leiri og stein
toyi.
Sum skulptørur hevur Guðrið
Poulsen altíð arbeitt við abstraktum
formum við yvirtónum av tí veru
leika, sum gav henni íblástur. Leingi
vóru tað livandi, náttúruskaptir
formar, sum vóru kjarnin: tað kundi
vera eitt fræ, ein reivvera, eitt lin
dýr. Í fyrstani vóru lutirnir stillir,
seinni meira livandi sum myndir
av sjálvum lívsmáttinum.
Hesi seinastu árini er menn
iskjaheimurin komin inn í listina
hjá Guðrið Poulsen. Hetta er serliga
hent við mongum byggilistaligum
skulpturum í skapi av dukkuhúsum
ella rimaskap í fleiri hæddum, bæði
við rót í føroyska veruleikanum.
Meðan tað fyrr var skelin uttaná,
sum var áhugin hjá listafólkinum,
gjørdist tað nú tað inni í, rúmið,
sum kom framum. Listin hjá Guðrið
gjørdist bókstaviliga meira innan
hokin.
Tey geometrisku rúmskapini eru
tó alt annað enn kaldlig rational
isma. Geometriin er har, men hon
hevur ein livandi dám; hon er krókut
og skeiv, merkt av bleytu og ójøvnu
skorpuni á leirinum. ”Húsini” eru
ikki bara sansalig, men bera eisini
boð um, hvussu vit menniskju eru
bundin at náttúruni og tíðini og
við hesum okkara vøkstur, okkara
lív, okkara niðurgangur og okkara
deyði.
Rúmini hjá Guðrið Poulsen
snúgva seg um okkara lívsrúm.
Vit menniskju eru sett á eitt pláss
á foldum, og tað gera vit til okkara
við at ferðast í tí og við at seta okk
ara dám á tað. Plássið verður til eitt
lívsrúm, og til hetta hoyra serliga
tey rúm, sum vit búgva í, arbeiða í
og ferðast millum, ja, av og á sjálvi
byggja.
Tað eru rúm, sum ikki bara hava
hent endamál, men sum í seinasta
enda gera okkum til menniskju.
Ikki minst okkara bygdu rúm eru
”eghús”, tey rúma minni og dreym
ar, men eisini angist og miss; rúmini
kunnu eisini vera torfør og avbjóð
andi – eins og lívið sjálvt.
Tað er avgjørt tilveran, sum
er innihaldð í listini hjá Guðrið
Poulsen, frá ótilvitaða lívsmáttinum
til menniskjans tilvitsku um lívið.
Tí er tað eisini umráðandi fyri hana,
at samskifta eitt slíkt innihald í
virðing fyri tí listabúna, sum er
hennara.
Her kemur støddin inn. Guðrið
Poulsen hevur fortalt, hvussu
stóra ávirkan tað hevði á hana at
vitja Holocaust Memorial í Berlin.
Ein risastór villiniborg av hvassliga
skornum og jarngráum kubbum, tú
ikki fært skil á og lættliga kanst vill
ast í. Upplivingin av hesum minn
isvarða yvir 6 mio. deyðum verður
sostatt ein kropslig og skakandi
uppliving, sum ikki slepst av við.
Stødd ávirkar, og framsýningin
hjá Guðrið Poulsen á Listasavninum
er soleiðis eisini stýrd av tveimum
stórum skapum úr viði, eitt opið
rúm úr rimaverki og eitt afturlatið
kronglut rúm, ið minnir um bað
stovu. Hesi bæði skapini eru so stór,
at tað ber til at fara inn í tey og flyta
seg í teimum.
Á henda hátt geva tey stóru
“húsini” saman við einum stórum
leirgólvi frammanfyri eina krops
liga uppliving av teimum rúmum,
sum Guðrið Poulsen tey seinastu
árini hevur arbeitt við í sínum
leirlistaligu skulpturum. Vit skulu
ikki bara kaga inn, men kunnu upp-
liva rúmini á okkara egna kroppi.
Eitt høvuðsverk í listini hjá
Guðrið Poulsen er prýðingin av
plássinum
Himmalspegilin
við
FIMI í Gundadali frá 2011. Hóast
verkið ikki er við á framsýningini,
sveimar tað kortini omanfyri sum
ein einastandandi mynd av henn
ara listaligu evnum og tonkum um
lívið
Plássið umfatar í høvuðsheit
unum ein stóran sirkul við einari
rúgvu av sirkulbrotum innií. Við
hesum knýtir tað sambandið millum
menniskjans gongd her á foldum og
gongdina hjá himmalkroppunum
úti í alheiminum. Bæði tykjast
fløkjalig, men har er eisini ein skip
an aftanfyri, grundað á sirkulin –
tað gamla guddómliga symbolið.
Eisini á annan hátt vísir Himmal
spegilin til eina aðra dimensjón í
listini hjá Guðrið Poulsen, nevniliga
hennara evni til at endurnýggja
seg, hennara áhaldandi leitan eftir
einum skapi til at geva eina mynd
til tilveruna.
Av røttum hevur stjórin á Dan
marks Keramikmuseum, Lise Seis
bøll sagt um Guðrið Poulsen:
”Guðrið
Poulsen
er
Føroya
fremsta umboð fyri altjóða leirlist,
sum í hesum árum mennir seg so
blómandi eftir ymiskum royndar
virksemisleiðum. Sítt stóra tøkni
liga hegni samskipar listakvinnan
við framúrskarandi kenslu fyri tí,
at mynda nútíðar huglag menn
iskjans við livandi, rúmkendum
skapum. Við hesum vísir Guðrið
Poulsen uttan at himprast, hvussu
skulpturella leirlistin fullkomiliga
er loyst úr teimum bondum, sum
vanliga hevur bundið pattamakara
yrkið til framleiðsluna av brúks- og
prýðislutum.”
ummæli