Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-11-14, síða 27
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 14. november 2013síða 27

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

27 Fríggjadagur 15. november 2013 · Nr. 132 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Tórshavnar kommuna Tórshavnar kommuna er høvuðsstaðarkommuna. Í kommununi starvast tilsamans 1400 fólk, harav 130 fólk í sjálvari umsitingini. Vit leggja stóran dent á fakliga menning og trivnað. Arbeiðsumhvørvið er fjølbroytt, og vit hava ein nútímans leiðsluhátt, har starvsfólkamenning er avgerandi. Vit hava ein virknan starvsfólkapolitikk og raðfesta innanhýsis samskifti og samskifti við borgaran høgt. Hetta fyri at tú og borgarin altíð skulu kenna tykkum væl í Tórshavnar kommunu. Les meira um starvsfólkapolitikkin á www.torshavn.fo www.torshavn.fo Tórshavnar kommuna leitar eftir býar- arkitekti við hugfl ogi og byggilistarligum dirvi. Vit sóknast eftir einum miðvísum leiðara, ið stendur á odda at menna høvuðsstað okkara. Dámar tær at ganga nýggjar leiðir, ert tú kanska rætti persónurin til starvið sum býararkitektur í Tórshavnar kommunu. Starvið er avbjóðandi og fjøltáttað við stórari ábyrgd og nógvum týðandi uppgávum. Títt ábyrgdarøki Talan er um spennandi og fjølbroytt starv í einum skapandi umhvørvi. Týdningarmestu arbeiðsupp- gávurnar eru m.a. at: • mynda framtíðar byggilistina í Tórshavnar kommunu og skapa arkitektur til fólkið • arbeiða tætt saman við stjórn kommununnar og politiska myndugleikanum um framhaldandi menning av kommununi við støði í framskygdum ætlanum um framtíðar byggilistina í høvuðs- staðnum • leiða og samskipa arbeiðsøkini undir býarskipanar- deildini og hava umsitingarligu og fíggjarligu ábyrgdina av økinum um hendi • arbeiða tætt saman við øðrum deildum til tess at tryggja eitt dygdargott tvørgangandi samstarv • tryggja, at býarskipanardeildin hevur gott samskifti við borgaran, viðskiftafólk og landsstovnar Tórshavnar kommuna hevur orkuna at fremja stórar eins og smáar byggiverkætlanir og áræði at standa á odda fyri býarendurnýggjan. Býararkitekturin fyrireikar saman við stjórn kommununar øll mál á økinum hjá deildini til politiska støðutakan. Virkisøkið hjá býararkitektinum Býararkitekturin er deildarleiðari á býarskipanar- deildini og arbeiðir tætt saman við stjórn kommunu- nar, teknisku nevnd og fíggjarnevndini. Hetta fyri at tryggja størst møguliga heildartilgongd og samskipan tvørtur um fyrisitingarmørk. Deildin umsitir m.a. kommunuplanin, býar- og lendisskipanarlig viðurskifti og arkitekturpolitikk kommununnar. Býararkitekturin vísir bygnaðarliga til tekniska stjóran. Útbúgving og royndir Umsøkjarin skal hava útbúgving sum arkitektur og harumframt ávísan kunnleika til býarskipanarlig viðurskifti. Leiðslu- og fyrisitingarligar royndir úr privatum ella almennum starvi er ein fyrimunur. Umsøkjarin skal duga væl føroyskt. Setanarviðurskifti Starvið verður sett og lønt sum deildarleiðari sambært akademikarasáttmálanum. Umsókn Umsókn saman við prógvum, viðmælum og upp- lýsingum um útbúgving og royndir verða at senda til: Tórshavnar kommunu, postboks 32, 110 Tórshavn, ella torshavn@torshavn.fo, í seinasta lagi mánadagin 6. januar 2014, kl. 12.00. Merkið umsóknina „Býararkitektur“. Meiri fæst at vita um starvið við at venda sær til Jákup Egholm Hansen, tekniska stjóra, ella Ingibjørg Berg, kommunustjóra, telefon 302010. Býararkitektur Vinningurin hesaferð er gávukort, virði 4000,- frá Cosméto