hósdagur 14. november 2013síða 31
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
31
Fríggjadagur 15. november 2013 · Nr. 132
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
ítróttur
fótbóltur
Í kvøld verður fyrri dysturin ímóti Kroatia spældur á Laugardalsvøllinum, og týskvøldið verður tað greitt,
um tað verður Kroatia ella Ísland, sum næsta summar skulu luttaka í HM endaspælinum í Brasil
Íslendingar eru um at bresta av spenningi
Jóannes Hansen
Tað er so javnan, at tað
prutlar undir lokinum í
Íslandi, og tað er ikki so langt
síðani, at landið seinast varð
mint á veldugu kreftirnar,
sum lúra og viðhvørt av
álvara gera um seg.
Í hesum døgum prutlar
tað av álvara undir lokinum
í Íslandi, men nú er tað ikki
vulkanir og eldur og øska og
heitar keldur og jarðskjálvtar,
sum eru ovast á dagsskrá. Nú
er tað spenningurin, um tað
man fara at eydnast íslendska
fótbóltslandsliðnum at spæla
seg í HM endaspælið, sum í
juni og juli næsta ár verður
í Brasil. Fyrri parturin av tí
svarinum fæst í kvøld, tá
ið Ísland og Kroatia bresta
saman í Reykjavík, har fyrsta
bríkslið verður klokkan 8 i
kvøld.
Tað er ikki bara í Íslandi
og millum íslendingar, at
áhugin fyri tí, sum nú er á
skránni, er stórur. Sambært
heimasíðuni hjá íslendska
fótbóltssambandinum, KSÍ,
fara ikki færri enn átjan út
lendskar sjónvarpsrásir at
senda av Laugardalsvøllinum
í kvøld.
Kroatia skal
venda gongdini
Einasti snávingarsteinurin,
sum er á vegnum ímóti
Suðuramerika, er Kroatia.
Landsliðið av Balkan er
komið til Reykjavíkar, og
Niko Kovac, venjarin, sigur
seg vera sannførdan um, at
tað fer at eydnast hansara
monnum at spæla seg í HM
endaspælið:
– Lagið er gott, og spælar
arnir, sum nú bíða eftir at
spæla ímóti Íslandi, eru
sera fokuseraðir á avbjóð
ingina, sum bíðar. Eg síggi í
eygunum á teimum, at teir
so fegnir vilja vísa, at teir eru
betri, enn úrslitini seinastu
mánaðirnar hava bent á,
sigur venjarin, sum hevur
ikki frítt av ampa av, at
onkrir spælarar eru ivasamir,
og at møguleiki er fyri, at
aðrir verða leikbannaðir týs
kvøldið, tá ið liðini hittast í
Kroatia.
Dysturin á Laugardals
vøllinum í kvøld er tann
fyrsti,
har
fyrrverandi
kroatiski stórspælarin, Niko
Kovac, hevur ábyrgdina av
liðnum. Um miðjan oktober
varð Igor Stimac sagdur úr
venjarastarvinum. Tað var
hann, tí Kroatia ikki megnaði
at kvalifisera seg beinleiðis
í HM endaspælið. Tað var
stórt vónbrot í Kroatia, tí
eftir fyrstu umførini í undan
kappingini sá tað heilt gott
út, og Kroatia tóktist hava
beina kós ímóti Brasil. Men
so fór at ganga illa, og úrs
litini í 2013 hava ikki verið
góð. Í mars vann Kroatia
tveir teir fyrstu dystirnar –
2-0 ímóti Serbia og 2-1 ímóti
Wales, men síðani hevur tað
ikki roynst væl: 1-0 og 2-0
tap ímóti Skotlandi, 1-1 ímóti
Serbia og 2-1 tap á heimavølli
ímóti Belgia.
Jarðbundnir
íslendingar
Í Reykjavík og kring alt
Ísland er spenningurin øgilig
ur undan finaluni, sum fer at
gera av, um Ísland fyri fyrstu
ferð skal luttaka í HM enda
spæli. Í OL í 2008 var íslenska
hondbóltslandsliðið í final
uni. Tá var spenningurin í
Íslandi so stórur, sum hann
ongantíð áður hevur verið,
og í hesum døgum er spenn
ingurin soleiðis, sum hann
var tað í døgunum upp undir
OL finaluna fyri gott og væl
fimm árum síðani.
Á Laugardalsvøllinum er
pláss fyri umleið tíggju tús
und áskoðarum. Nú úrslitini
eru vorðin støðugt betri, er
áhugin fyri at síggja lands
liðið øktur munandi. Eftir
trimum tímum vórðu at
gongumerkini rivin burtur,
og tað hevði einki verið fyri
at selt tvífalda talið og fleiri
enn so.
Svenski Lars Lagerbäck
hevur við hepnari hond
havt ábyrgdina av íslendska
liðnum, sum við manning, ið
hevur royndir í europeisku
landskappingunum
og
í
europeisku liðkappingunum,
fyri fyrtu ferð hevur strítt og
spælt seg fram til at standa á
gáttini til HM endaspælið.
Svenski
venjarin
veit,
hvat tað snýr seg um. Tá ið
hann var venjari hjá svenska
landsliðnum, megnaði liðið
at spæla seg í fimm HM og
EM endaspæl á rað.
– Eg havi ongan ampa av
hugburðinum hjá spælar
unum. Hann hevur altíð
verið góður, men tað er
neyðugt hjá okkum at hava
bæði beinini á jørðini. Hetta
verður avgjjørt í tvær ferðir
90 minuttir. Átta av okkara
spælarum eru eitt gult kort
frá leikbanni í Zagreb týs
dagin, so tað ræður um ikki
at leypa framav í kvøld, sigur
íslendski venjarin, sum fegn
ast um, at tað tær seinastu
ferðirnar hevur verið longri
millum gulu kortini, enn tað
var fyrstu umførini.
Íslendski venjarin sigur
seg vera sannførdan um,
at tað ber til hjá honum og
hansara monnum at spæla
seg í HM endaspælið. Um tað
eydnast, so fer Ísland næsta
summar at skriva søgu í
Brasil. Tað búgva 321.857 í
Íslandi. Fólkafátækasta tjóð
in, sum higartil hevur lut
tikið í HM endaspælinum
er Trinidad og Tobago, har
íbúgvaratalið er 1,3 milliónir!
Umstøðurnar
einki at siga
Hetta er ikki besta ársins
tíðin
at
spæla
fótbólt
uttandura í Íslandi. Tað
eru tveir mánaðir síðani, at
landskappingin var liðug,
men tað bilar ikki so nógv
fyri dystarvenjingina hjá
íslendsku spælarunum. Tað
eru bara tríggir – millm teirra
tveir av teimum trimum
málverjunum - sum spæla í
íslendskum feløgum. Hinir
umboða feløg, sum hvørja
viku spæla landskappingar
dystir.
Í Reykjavík hava teir upp
undir
týdningarmiklasta
fótbóltsdystin nakrantíð í
Íslandi lagt nógva orku í at
syrgja fyri, at Laugardals
vøllurin er í so góðum standi,
sum tað á nakran hátt ber
til.
Hvussu
veðrið
verður
í kvøld kunnu íslendingar
ikki gera nakað við, og Lars
Lagerbäck sigur seg ikki
ganga so høgt upp í, um tað
verður vindur ella regn ell
kavi:
– Um líkindini verða vána
lig, so verða tey vánalig fyri
báðar partar. Flestu spæl
ararnir kenna til at dystast á
vetrartíð, tá ið tað er møgu
leiki fyri kava og vátaslettingi
og vindi. Báðir partar mugu
fyrihalda seg til veruleikan,
sum hann verður í kvøld,
sigur íslendski venjarin.
Tróndur Arge
B68 hevur sett navn á nýggju
venjararnar felagnum. Talan
er um tveir kendar mans á
Toftum. Jógvan Martin Olsen
og Øssur Hansen standa á
odda fyri besta liðnum, um
framt at taka sær av allari
venjing í felagnum. Eisini er
avtala gjørd við Evrard Ble
fyri komandi kappingarár.
– Felagið hevur valt at
seta Jógvan Martin Olsen og
Øssur Hansen, sum høvðus
venjarar hjá B68 komandi
kappingarár. Hartil koma teir
at hava ábyrgd av, at menna
alla venjing í felagnum, sigur
Beinta Mikkelsen, forkvinna
í B68 við in.fo.
– Felagið er sera fegið um,
at hava fingið gjørt avtalu
við júst teir báðar. Vit meta
at felagið hevur fingið fatur
á tveimum venjarum, ið hava
sera góðar førleikar til at
menna alt felagið í framtíðini.
Báðir hava nógvar royndir,
bæði sum spælarar og sum
venjarar í felagnum, sigur
Beinta Mikkelsen.
Hartil hevur felagið gjørt
avtalu við Jonleif Højgaard,
Niclas
Joensen,
Kristian
Anton Andreassen, Jóhan
Dávur
Højgaard,
Niklas
Poulsen, Aron Højgaard, Emil
Ronaldsson, Otto Petersen,
Esmar
Clementsen,
Ari
Johannesen, Ragnar Lind
holm, Búa í Hjøllum, Mads
Nesá og Evrard Blé.
– Felagið arbeiðir eisini
við, at skriva avtalur við fleiri
lokalar spælarar, ið vit vænta
koma endaliga uppá pláss
í nærmastu framtíð, sigur
Beinta Mikkelsen at enda.
B68 hevur verið sett í
samband við eitt nú Hjalgrím
Elttør, liðskipara hjá KÍ, og
Henry Heinesen, somuleiðis
úr KÍ.
Sostatt
manglar
bara
Skála at seta nýggjan venjara
til
komandi
kappingarár.
Hini 9 feløgini hava øll sett
venjara fyri komandi kapp
ingarár.
Jógvan Martin og Øssur venja B68
Tað sigur Jógvan Martin
Olsen, sum er høvðus
venjari hjá B68 saman
við Øssuri Hansen, sum
var venjari í fjør. Jógvan
Martin
hevur
annars
leingi boðað frá, at hann
ætlaði sær at halda frí
hetta kappingarár. Tað
boðaði hann longu frá í
fyrru hálvu av landskapp
ingini. Men í summar
steðginum fór hann frá
sum venjari hjá Víkingi.
Sostatt hevur hann havt
frí í eina tíð nú.
– Tað hevur eydnast
teimum at yvirtala meg,
sjálvt um eg ætlaði at hava
frí komandi kappingarár.
Men uppá tí aðru síðuna
so dróð nógv innaní mær
at sleppa á vøllin aftur,
sigur
Jógvan
Martin
Olsen, nýggjur venjari hjá
B68
trondur@sosialurin.fo
Ætlaði at halda frí
Íslendska liðið:
Málverjar
Hannes Þór Halldórsson, KR
Gunnleifur Gunnleifsson, Breiðablik
Haraldur Björnsson, Fredrikstad
Verja
Birkir Már Sævarsson, Brann
Ragnar Sigurðsson, FCK
Kári Árnason, Rotthermam United
Eggert Gunnþór Jónsson, Belenenses
Ari Freyr Skúlason, OB
Hallgrímur Jónasson, Sönderjyske
Kristinn Jónsson, Breiðablik
Sölvi Geir Ottesen, Ural
Miðja
Emil Hallfreðsson, Hellas Verona
Aron Einar Gunnarsson, Cardiff City
Helgi Valur Daníelsson, Belenenses
Jóhann Berg Guðmundsson, AZ Alkmaar
Birkir Bjarnason, Sampdoria
Rúrik Gíslason, FCK
Ólafur Ingi Skúlason, Zulte Waregem
Gylfi Þór Sigurðsson, Tottenham Hotspur
Guðlaugur Victor Pálsson, NEC
Álop
Eiður Smári Guðjohnsen, Club Brügge
Kolbeinn Sigþórsson, Ajax
Arnór Smárason, Helsingborg
Alfreð Finnbogason, Heerenveen