Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-11-14, síða 34
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 14. november 2013síða 34

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 132 · 15. november 2013 2 VIKUSKIFTI Orðabøkur Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Sprotin hevur nú latið gjørt eina app við orðabókum, sum forlagið hevur givið út. Appin er ókeypis fyrstu tíðina og kann nú takast niður á snildtelefonina ella teldilin. Í appini eru 10 orðabøkur mill­um føroyskt og onnur mál umframt 3 før­ oyskar orðabøkur. Samheita­orða­bókin er júst løgd inn, so nú eru fleiri enn 600.000 leitorð í orða­bóka­skipan­ini. Sniðið í appini er einfalt og lætt at nýta. Funkur, sum eru í net­orða­bók­ unum, eru eisini í appini – til dømis før­ oysk bendingasnið til flestøll føroysk leit­orð, tú kanst deila orð á sosialu miðl­unum og samskifta við tann, sum varðar av orðabókini, sum tú ert í. Appin er á føroyskum og enskum. Nýggj tíð Jonhard Mikkelsen, sum er stjóri fyri forlagið Sprotan, sigur, at orðabøkurnar mugu fylgja tíðini og vera har, ið fólk eru stødd tøkniliga. – Vit hava roynt at fylgt við og verið á teimum miðlum, sum fólk brúka. Vit hava 7.000 brúkarar um vikuna av okk­ara orðabókum á netinum, og fyri trim­um árum síðani sóu vit týðuliga, at vit máttu koma á fartelefonir og teldlar eis­ini, sigur Jonhard Mikkelsen. – Fólk flyta seg skjótt tøkniliga og krevja at fáa tað, tey hava brúk fyri, á teir nýggju miðlunum, og tí mugu orðabøkurnar eisini fylgja við. Tíðin er l farin frá orðabókunum á hillini, sigur hann. Á síðu 9 í Vikuskifti verður nýggja appin ummæld. Kom niður á jørðina Redaktørur: Eyðun Klakstein Útgevari: Sosialurin, www.sosialurin.fo Sniðgevi/umbróting: Pætur Eyðunsson Jensen, Sosialurin Forsíðumynd: Páll Nolsøe / Mynd: Álvur Haraldsen klumman Randi Jacobsen Nú ber til at fáa 13 føroyskar orðabøkur við 600.000 leitorðum í lumman Bæði føroyingar og útlendingar hava víst á tað dámliga í Føroyum við, at bæði løgmaður og landsstýrisfólk trygt kunnu ganga úti uttan vanda fyri at verða álopin. Eitt danskt blað skrivaði eina ferð, at sjálvt løgmaður einsamallur kundi fara til handils. Tað er hjá okkum einki sjáldsamt í, at løg­maður og landsstýrisfólk fara í føðingar­ dag, í býin á ólavsøku, til sjónleik, konsertir og onnur tiltøk. Summi fara á fjall, og summi í grind. Landsstýrismaðurin og bóndin Bjørn Kunoy fer stundum til Havnar í hvítari skjúrtu koyrandi sín pickup, og lands­ stýris­maðurin og røktingarmaðurin Jacob Vestergaard hevur fleiri ferðir parkerað sín pickup í Klubbagarðinum, tá ið løgtings­ fundur er. Heðin Mortensen, borgarstjóri í Havn er eisini dagliga at síggja á gøtuni og til at kalla hvørt tiltak í býnum. Ikki er neyðugt við nøkrum lívverja. Tað er ein sjarma við hesum landinum, at hetta ber til. Her er ikki so stórur munur millum høg og lág. Í danska sjónvarpinum sunnukvøldið kom ein útsøgn um, at ráðharrar einki vita um viðurskiftini hjá fólkinum. Eitt er, at tey ikki kenna trupulleikarnar hjá teimum lágløntu á sín egna kropp, men tey livað avbyrgt frá fólkinum. Ráðharrarnir koyra ikki i toki ella bussi, teir koyra í ráðharrabilum. Henda skipanin er við til at halda politikarar frá fólkinum. Hinvegin loyvir ein framstundandi danskur politikari sær at fara í býin, verður við­komandi hongdur út við ófantaligum myndum sum prógvi. Nú ætlar landsstýrið sær at herma eftir teimum størri londunum. Løgmaður og lands­stýris­fólkini skulu hava hvør sín ráð­ harrabil, óivað við førara. Hvat skal hetta til? Eg meini, at Havnin ella allar Føroyar eru í stødd bara sum ein bygd í Danmark. Latum okkum heldur varðveita skipanina við, at politikarar ikki eru annað enn vanlig fólk. Vit mugu ikki fáa somu gjógv, sum onnur lond hava. Tað eigur framvegis at verða so, at politikarar­nir ganga úti millum fólk og kunnu møta sínum veljarum og fáa spurningar. Eingin leypir á í hesum friðarliga landi. So segði hann... Tíðin farin frá orðabókum á hillini – Mín uppgáva sum leiðari av Føroya landi er at tryggja mær, at okkara ungdómur ikki verður oyðilagdur av rúsevnum, tí vit hava mangulfulla lóggávu á økinum. Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður, sum geva løgregluni nýggjar møguleikar at avlurta og kanna samskifti (Kringvarpið) Nú kanst tú lættliga blaða í føroyskum orðabókum umvegis tína snildtelefon ella tín teldil