mikudagur 20. november 2013síða 4
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 20. november 2013 · Nr. 134
4
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Rólant Waag Dam
Tískil eftirlýsir hon eina
psykiatriska skaðastovu.
- Ein psykiatrisk skaða
stova kundi umframt sítt
virksemi tikið sær av skip
aðari sálarligari krepputil
búgving, og til dømis eisini
havt eina telefonráðgeving,
sum sjúklingar og avvarðandi
altíð kundu vent sær til. Á
altjóða psykiatridegnum 10.
oktober í ár varð skipað fyri
almennum tiltaki, og har
bleiv millum annað víst á fólk,
sum hava tað vánaligt, og tey,
sum eru sjálvmorðshótt, ofta
mangla ein at ringja til, um
framt at ráðgeving og skúl
ing kring landið mangla í
stóran mun. Spurningurin
er tí, um lagt er upp fyri
nøkrum nýggjum virksemi
á Psykiatriska økinum í 2014,
so vit framhaldandi dagføra
og betra psykiatrisku tæn
astuna, stendur at lesa í
viðmerkingunum í skrivlig
um fyrispurningi frá Sirið
Stenberg til Karsten Han
sen.
Fyrireika lívslinju
Hergeir Staksberg, stovnari av
Fountain House grunninum
og undangongumaður, er
annars farin í gongd við at
fyrireika eitt líknandi til
boð í Føroyum. Hann ætlar
at gera eina sonevnda lívs
linju, sum er ein tænasta
til sjálvmorðshótt fólk, har
tey dulnevnd kunnu ringja
og greiða frá sínum trupul
leikum.
- Fólk hava tosað um eina
lívslinju í Føroyum í tíggju
ár, men einki er hent. Men
nú fara vit so í gongd, segði
Hergeir Staksberg við Sosial
in fríggjadagin.
-
Vit
leypa
politisku
skipanina um. Tað hendi jú
einki við einum føroyskum
Fountain húsi, fyrr enn vit
fóru ígongd og byrjaðu at
leggja trýst. Men so hendi
brádliga ein rúgva. Vit vita,
at vit kunnu gera mun, so vit
fara bara í gongd, heldur enn
at bíða, førdi hann fram.
Sjálvur heldur Hergeir
Staksberg, at tað er átroðkan
di neyðugt við eini lívslinju í
Føroyum. Millum annað vísti
hann í Sosialinum fríggja
dagin á, at í Føroyum hava
vit upplivað tvey sjálvmorð
seinastu tíðina.
- Vit kunnu ikki venda
blinda eygað til henda veru
leikan. Sjálvmorð er nakað,
sum hendir í Føroyum. Og
helvtin av teimum hoyra til
psykiatriina. Tí er tað ein
tørvur á eini lívslinju her. Øll
kunnu vera samd um, at tað
er keðiligt við sjálvmorðum,
men tað er so skjótt hjá teim
um flestu at gloyma tað aft
ur. Tey, sum verða rakt, tey
gloyma tað tó ongantíð, segði
Hergeir Staksberg.
Eingin psykiatrisk skaðastova
PSYKIATRI Sjálvmorðshótt fólk mangla ofta ein at ringja til, umframt at ráðgeving
og skúling kring landið mangla í stóran mun, sigur Sirið Stenberg
- Vit kunnu ikki venda blinda eygað til henda veruleikan. Sjálvmorð
er nakað, sum hendir í Føroyum, sigur Hergeir Staksberg
Rólant Waag Dam
Seks spurningar, sum allir
snúgva seg um framtíðar
ætlanir á psykiatriska øki
num. Tað hevur Sirið Sten
berg,
løgtingskvinna
fyri
Tjóðveldi, sett Karsteni Han
sen, landsstýrismanni við
heilsumálum í skrivligum
fyrispurningi tann 23. okto
ber.
Hetta ger hon í kjalar
vørrinum av, at Sosialurin
fyri tíð síðani í samrøðu við
Tormóðir
Stórá,
leiðandi
yvirlækna á Psykiatriska
deplinum, varpaði ljós á eina
norðurlendska livikorskann
ing av livialdrinum hjá fólki
við sálarsjúku.
- Tað er sera órógvandi, at
livialdurin hjá sálarsjúkum er
15-20 ár styttri enn hjá øðrum
borgarum.
Hetta
krevur
eisini nakrar politiskar rað
festingar av psykiatriska
økinum, sum er við at dragna
afturút. Stígur er eisini kom
in í víðkan og útbyggjan
av viðgerðartilboðnum til
vaksin við sálarsjúku, segði
Tormóður Stórá við Sosialin
tann 9. oktober – dagin fyri
altjóða psykiatridagin.
Órógvandi vitan
Hetta hevur fingið Sirið
Stenberg at ógvast við. Í
viðmerkingunum til fyri
spurningin, sum hon hevur
sett Karsteni Hansen, sigur
hon millum annað:
- Hetta er sera órógvandi
vitan. Føroyskir sjúklingar
eru ikki við í kanningini, men
serfrøðin á økinum í Føroy
um metir ikki, at orsøk er til
at halda, at støðan er øðrvísi
í Føroyum.
Áður umrødda livikors
kanning varð almanna kunn
gjørd í tíðarritinum PLOS
ONE og byggir á kanningar av
270.000 sjúklingum í Svøríki,
Danmark og Finlandi millum
2000 og 2006, sum hava verið
innlagdir á psykiatriskum
sjúkrahúsum.
Sambært Sirið Stenberg
verður mett, at kanningin fer
at viðføra, at miðvís átøk vera
sett í verk fyri júst henda
málbólk fyri at hækka um
miðallivialdurin, og fyri at
bøta um heilsu og lívsgóðsku
hjá psykiatriskum sjúkling
um. Og tí er tað, at hon hevur
spurt landsstýrismannin á
økinum nakrar spurningar.
- Hvøjri átøk metir lands
stýrismaðurin, at vit eiga at
seta í verk í Føroyum fyri at
skapa møguleikar fyri batum
fyri júst hend viðbrekna bólk
av fólki, spyr Sirið Stenberg.
rolant@sosialurin.fo
Psykiatriska økið á politiska breddan
PSYKIATRI Sirið Stenberg, løgtingskvinna fyri Tjóðveldi, bíðar í løtuni eftir svari frá
landsstýrismanninum við heilsumálum um framtíðarætlanir á psykiatriska økinum
- Hetta er sera órógvandi vitan. Føroyskir sjúklingar eru ikki við í kanningini, men serfrøðin á økinum í Før
oyum metir ikki, at orsøk er til at halda, at støðan er øðrvísi í Føroyum, sigur Sirið Stenberg