mikudagur 20. november 2013síða 14
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 20. november 2013 · Nr. 134
14
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Búgva vit bæði í sama landi Annika Olsen?
Signar P. Dam
kommunulækni
24 januar 2013 var eg vitni
til eitt skelkandi dømi um
politiska arrogansu og igno
ransu.
Tað var tá Annika Olsen
landstýriskvinna í almanna
málum í sjónvarpinum segði
sína hugsan um ein part av
eldraøkinum, nevniliga tørvin
á røktarheimsplássum.
»Ikki fleiri røktarheims
pláss-økið er væl útbygt« segði
hon í sjónvarpi og bløðum.
Samstundis møti eg, hvønn
tann einasta dag, dømi um
tørv á røktarheimsplássum.
Hesi dømini eru ikki um
fólk sum kunnu hjálpast
heima, sjálvt við maksimalari
heimahjálp.
Hetta eru fólk sum verða
passaði av sínari familju 24
tímar um samdøgurið.
Kunnu tey hjálpast við
øktari heimahjálp? – Nei !
Yndlingsfrasan hjá Ann
iku er : »Ja tað mugu okur so
hyggja uppá«.
»Nú mugu okur síggja um
tey ikki kunnu hjálpast við
»rehabilitering« ( 85 ár og eldri
!! ) og meira heimahjálp«-
Er tað veruliga ikki gingið
upp fyri Anniku ,at heima
hjálp er ikki til at fáa, og at
játtanin ikki verður økt so
tað munar nakað?
Hvønn dag –og eg meini
hvønn tann einasta dag - so
klaga fólk um at tey onga
heimahjálp fáa.
Eitt dømi: 89 ára gomul
kona, sum í mong ár passaði
sín sjúka mann 24 tíma um
samdøgurið, biður nú um
heimahjálp, tí hon er so úss
arlig.
Hon kann ikki fáa ein
hálvan tíma um dagin.
Eitt annað dømi: Demens
sjúklingur sum famljan hev
ur ábyrgd av 24 tímar um
samdøgurið. Søkt verður um
heimahjálp.
Fær játtað ½ tíma dag
liga.
Eitt triðja dømi: 77 ára
gomul kona ,sum hevur
passað sjúka bróðurin í 33
ár, biður um at hann kann
sleppa til umlætting.
Onki pláss !!
Fekk játtað heimahjálp 15
minuttir um vikuna at hjálpa
honum í brúsu !
Politikarir eru í løtuni við
at detta um beinini á hvørjum
øðrum í skundani eftir at
niðurleggja røktarheimspláss
og sambýlispláss .
Allir eru teir offur fyri
mytuni um at flest øll vilja
vera sum longst í egnum
heimi.
Hetta er ikki so.
Jú nógv, sum eru væl
fyri, vilja vera heima sum
longst,men hetta eru aloftast
fólk, sum hava familjuna
rundan um seg .
Sera nógv gomul eru
einsamøll
og
hava
eina
trista tilveru, og vitjan av
heimahjálp, um tað so er
tríggjar ferðir um dagin, kann
aldrin erstatta samveruna
við onnur, sum ein jú fær á
einum búplássi.
Ofta eru tey gomlu bangin
fyri at okkurt kann henda
teimum meðan tey eru einsa
møll.
Á røktarheimum og sam
býlum kenna tey seg tryggan
í vitanini um at hjálp altíð er
til handa.
Annika tosar so nógv um
eitt dømi um røktarsjúkling
sum ikki sleppur á røktar
heim tí hann býr í skeivari
kommunu.
Nei Annika hann býr ikki
í skeivari kommunu,men í
skeivum landi, har Annika
Olsen er sosialministari!
At tveir føroyingar –
Annika Olsen og Signar Dam-
kunnu síggja so ymiskt uppá
sama veruleika, er mestsum
ófatuligt .
Kanska liggur frágeiðingin
í tí, at undirritaði hevur havt
hesi problemini inni á lív
inum í 40 ár og at
Annika hevur sitið sum
almannaráðskvinna í tvey
ár ,og at hon heldur at : ” Den
som vorherre giver embetet
giver han også forstanden ”
Annars
vildi
P.M.Dam
vent sær í grøvini um hann
visti at ein fólkaflokkskvinna
situr sum »ministari fyri
neyð og elendigheit« sum Óli
Breckmann so smagfult segði
tað. Eitt hugtak sum hevur
ein óhugnaligan aktualitet í
dag.
Annika! Onki kann rætt
vísgera tín holdning til henda
velduga trupulleika.
Tú metir ikki at tørvur er
á fleiri røktarheimsplássum.
Eg veit at tørvurin er har
og at hann verður størri alt
eftirsum fleiri gerast heilt
gomul og røktartørvandi.
Barnarættindadagur
Djóni J. Eidesgaard
Dagligur leiðari
Barnabati
Dreymurin um at børn og
foreldur skulu liva tætt sam
an í gleði og virðing, er møgu
liga ein av teimum sterk
astu dreymunum í okkara
mentan. Myndin av kjarnu
familjuni við mammu, pápa,
einum ella fleiri børnum, er
fyri flest okkara ein vanlig
familja, hóast vit væl vita at
samansetingin hevur fleiri
litir.
Í byrjan av farnu øld vóru
fleiri amerikufólk stúrin fyri,
at børn og foreldur mistu
sambandið við hvønn annan,
ella mistu tað kærleiksfulla
sambandið, tá ið børnini fóru
úr reiðrinum.
Úr eini roynd at hjálpa
børnum og helst foreldrum
mest, at varðveita hesar góðu
kenslur, føddist mammu
dagurin, og fá ár eftir kom
eisini pápadagurin.
Í einum smáriti stutt fyri
2. veraldarbardaga verður
stuðla undir, at børn skuldu
royna at verða saman við
mammu ella pápa sínum
henda dag, og um hetta ikki
bar til, so átti ein at sent eitt
postkort. Sum barn skuldi
man hjálpa til við tí húsliga
meira enn vanligt, bera kaffi
til seingjakantin og biða um
fyrigeving fyri tann órætt
sum er farin í undanfarna
ári.
Í øllum ruðuleikanum
eftir
2.
veraldarbardaga
skaptist Sameindu Tjóðir
(ST), sum ein roynd at skipa
ein stovn, har øll heimsins
lond kunnu samarbeiða og
koma fram til friðarligar
loysnir á trupulleikum, sum
áður hava elvt til blóðigar
samanbrestir. ST er ikki
bert ein stovnur sum húsar
samráðingum, men her hev
ur man eisini átikið sær
uppgávuna, at skapa norm
ar, ella viðurkendar reglur,
fyri hvussu tað góða menn
iskjansliga lívi átti at sæð
út, eitt nú við at orða yvir
lýsingina um mannarætt
indi (1948). Yvirlýsingin er
síðani blivin byrjanarstøði
til millumtjóða- og altjóða
sáttmálar. Hesir sáttmálar
eru bindandi fyri limalond
ini. Eitt dømi er barnarætt
indasáttmálin,
har
man
viðurkennir hvørji rættindi
eitt hvørt barn skal hava til
eina og hvørja tíð.
Í dag er 20. november, dag
urin vit hava ogna børnum
okkara kring allan heim. Vit
hátíðarhalda at yvirlýsingin
um barnarættindi bleiv sam
tykt henda dag í 1959, og at
henda yvirlýsing 30 ár seinni
bleiv ein altjóða sáttmáli. Ein
dagur har tørvur og rætt
indini hjá børnum eiga ser
ligan ans, serstakliga millum
tey sum stýra okkara landi.
Sum allir merkisdagar
vit halda einaferð um árið,
gevur mammu-, pápa- og
barnadagurin høvi til bæði
gleði, samanhald og um
hugsan. Meiningin við hes
um merkisdøgum er ikki,
at vit skulu geva hvørjum
øðrum gávur ella blómur í
hópatal, men at vit, við at
geva hesa gávu, skulu hugsa
gjølla um henda gáva hevur
eitt symbolskt virði sum
samsvarar okkurt í veru
leikanum.
Veitsluhald broytir kanska
ikki støðuna hjá okkum, men
vit toyggja okkum tað lítla
eyka júst henda dag, fyri
at minna okkum sjálvi á,
hvat vit áttu at gjørt hvønn
dagin.
Neyvan er tann fullkomna
familjan at finna og vit
nýtast ikki at samanbera
okkum við onnur.
Barnadagar eiga at geva
okkum høvi at steðga á og
hugsa um umstøður og pláss
okkara børn hava í sam
felagnum, skúlanum og í
familjuni.
Hvør hevur ábyrgdina av
at barnarættinda-sáttmálin
verður hildin?
Tað hava vit øll sum
búgva her á landi - sjálvt um
eg veit at Føroya Landstýri
hevur ábyrgdinia, við tað
at barnarættindasáttmálin
bleiv settur í gildi í 1992. Vit
hava við vissu bundi okk
um til at verkseta hann,
men fyri at hetta veruliga
skal eydnast, mugu vit øll
hjálpast at.
Góðan barnarættindadag
øll somul.
eblaðið
sos.fo