Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-11-20, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 20. november 2013síða 18

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

18 Sosialurin NØVN Hugskot og viðmerkingar — send sms til 225000 Mikudagur 20. november 2013 - Nr. 134 Hjartaliga takka vit ollum, ið á ymiskan hátt sýndu samkenslu og hjálpsemi, tá kæri pápi okkara, verfaðir, abbi og langabbi okkara Jógvan Joensen Svínoy (Jógvan í Heimistovu) andaðist og varð jarðaður. Tøkk til Hera Joensen, prest, fyri góð og troystarrík orð. Tekk til kirkjutænarar, gravarar, berarar og bilføraran. Stóra tøkk øll tit, sum gjørdu mat og borðreiddu, bakaðu og á annan hátt hjálptu til við ervinum. Tekk fyri gávur til Svínoyar kirkju og annað uppmerksemi. Øllum tykkum, sum vístu tann heiður at koma í kapellið og somuleiðis tykkum, sum fylgdu honum ta seinastu ferðina frá Svínoyar kirkju, takka vit hjartaliga. Familjunnar vegna Jóannes, Símun Gutti, Jóhanna og Súsanna við familjum Hjartaliga takka vit ollum, sum á ymiskan hátt sýndu samkenslu og hjálp, tá okkara elskaða mamma, vermamma, omma og langomma Anna Poulina Lamhauge Streymnes andaðist og varð jarðað. Tøkk til tykkum á Mørkini fyri góða røkt tey seinastu árini. Tøkk til Bergtórur Hjelm Bjarkhamar, prest, fyri troystarrík orð, tøkk til sangarar og kirkjutænarar. Eina stóra tøkk til tykkum, ið hjålptu til við at matgera og borðreiða til ervið. Takk fyri blómur, kransar og peningagávur til Rektarheimið á Mørkini. Ein tøkk til tykkum, sum fylgdu henni til hennara seinasta hvíldarstað. Familjunnar vegna Danial Petur, Martin, Hanus og Armann ni Hjartaliga takka vit ollum, sum á ymiskan hátt sýndu okkum samkenslu tá góði pápi, verpápi, abbi og langabbi okkara Kalle Hansen Klaksvík andaðist og varð jarðaður. Takk til heimahjálpina. Takk fyri blómur og kransar. Takk til Hanus og Jóhan, at tit bóru okkum Guds orð. Takk øll tit, sum komu at fylgja. Stóra tøkk fyri gávu til Emmaus. Eisini vilja vit nýta hevið at takka ollum, sum gleddu pápa á 80 ára degnum í summar. Við ynskju um Guds signing og frið. Petra, Kalli, Egga og Dagny Vit takka hjartaliga fyri sýnda samkenslu, tá kæri pápi, verpápi, abbi og langabbi okkara Viljormur Tórsheim andaðist og fór til gravar. Takk til tey á Landssjúkrahúsinum fyri gevandi umsorgan og takk til Hera Joensen, prest, fyri góð og vælvald orð. Takk til sangarar, Tórshavnar manskór, berarar, kirkjutænarar og gravarar. Takk fyri blómur og kransar, og somuleiðis takk til tykkum øll, sum bakadu til ervið. Og takk til tykkum øll, sum fylgdu honum til hansara seinasta hvíldarstað. Familjunnar vegna Randi, Marita og Vilbjorg Hjartaliga takka vit fyri sýnda samkenslu, tá góði pápi, verpápi og abbi okkara Oddmar Rasmussen andaðist og fór til gravar. Takk til tykkum bygdarfólk á Hvitanesi, ið komu út og heilsaðu, tá likbilurin koyrdi igjøgnum bygdina. Takk til Una Næs fyri hjálpina og góð orð í kirkjuni, takk til manskórið fyri vakra sangin, og til Ólavur Jacobsen fyri tað framúrskarandi flotta guitarspælið. Tøkk fyri vitjan, heilsanir, blómur, kransar, og oll tit, sum bakaðu stóra takk fyri. Takk til oll tykkum, sum komu í kirkjuna, at fylgja Oddmar til hansara seinasta hvíldarstað. Fyri tey avvarðandi heilsan børnini Harriet, Anita, Karl Oddmar og Kerstin Vit takka hjartaliga fyri sýndar samkenslu, tá kæri maður mín, pápi, verpápi, abbi og langabbi okkara Dániel Johan Frits Niclasen Miðvágur andaðist og varð jarðaður. Takk til sýnina fyri tað tit vóru fyri hann. Takk til Ingu prest, berarar, sangarar, og til tykkum, sum hjålptu til á ymiskan hátt. Somuleiðis ein tøkk fyri pengagávu til Missionshusi í Miðvági. Heilsan Ester og børnini v/ fam. Burtur år likaminum heima hjá Harranum.