Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-11-20, síða 26
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 20. november 2013síða 26

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 20. november 2013 · Nr. 134 26 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Menning og íblástur á bókadøgum Á fyrsta sinni verður skipað fuyri bókadøgum yvir fýra dagar, frá 21. til 24 november Tað er ynski um at geva før­ oyskum rithøvundum størri møguleika fyri menning og íblástri, samstundis sum sterkari alment ljós verð­ ur varpað á føroyskar bók­ mentir, at tað á fyrsta sinni verður skipað fyri bóka­døg­ um yvir fýra dagar frá 21. til 24. november 2013. Tveir av døgunum verður skipað fyri verkstovum, sum verða fimm í tali. Fyrstu tveir dagarnir, hós­dagin 21. og fríggjadagin 22. november, eru ognaðir høv­und­unum og øðrum, ið arbeiða við at skriva ella myndprýða. Skipað verður fyri fimm ymiskum verkstovum, um­ framt fyrilestrum. Lut­tak­ar­ arnir fáa høvið at skifta orð um hugskot og royndir, sam­ stundis sum tey kunnu fáa vitan og íblástur. Talan er sum nevnt um fimm verkstovur, og tær verða : • Skriviverkstaður v/ Oddfríður M. Rasmussen og Nina Malinovski • Portrett v/Nils Thorsen • Poetry Slam v/Bárður Persson og Sissal Kampmann • Orð og myndir v/Janus á Húsagarði og Lena Ulf- Frolander • Orð og tónar v/Petur Pólson Verkstovurnar eru ætlaðar viðurkendum eins væl sum spírandi høvundum, tíðinda­ fólkum og fólki, ið hava áhuga í at skriva og lesa. Pláss er bert fyri 12-15 fólk­ um á hvørjari verkstovu. Tað er Rithøvundafelag Føroya, ið er høvuðs­fyri­skip­ ari, og Norðurlandahúsið og Bóka­deildin hjá Føroya Lærara­felag eru viðfyri­ skiparar.