mikudagur 20. november 2013síða 32
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 20. november 2013 · Nr. 134
32
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Boks 139, Heiðavegur 26, 600 Saltangará
Tel 41 70 00, runavik@runavik.fo
www.runavik.fo
VERKFRØÐINGUR,
ELLA BYGGIFRØÐINGUR
TIL TEKNISKU DEILD
Høvuðsverkevni
• útstykkingar og byggibúning
• byggimál
• lendis- og býarplansmál
• málsfyrireiking
• luttøka í dagliga arbeiðinum
á teknisku deild.
Førleikakrøv
• verkfrøðingur ella byggi-
frøðingur
• nakað av royndum innan
omanfyri nevndu arbeiðsøki
• hollan telduførleika, serliga
við vanligum kontórforritum
og við AutoCad
• góðan munnligan og
skrivligan málførleika
• opin og fyrikomandi og evni
at samstarva.
Løn sambært sáttmála við avvarandi
yrkisfelag.
Nærri upplýsingar fáast við at venda
sær til tekniska leiðaran á telefon
417000, ella teldupost
drh@runavik.fo.
Starvið verður sett 1. Februar 2014, ella
eftir nærri avtalu.
Skrivlig umsókn saman við avriti av
prógvi og møguligum viðmælum,
skal vera kommunuskrivstovuni í hendi
í seinasta lagi 22. november 2013.
Um ikki nóg nógvir skikkaðir umsøkjarar
eru, skilar kommunan sær rætt til at
søkja av nýggjum.
Runavíkar kommuna er ein kommuna í menning og broyting, har tú hevur møguleika at gera tína ávirkan galdandi. Runavíkar kommuna er trið størsta kommuna í
landinum og búgva uml. 3.800 fólk í teimum 15 bygdunum, sum hoyra til kommununa. Á Teknisku deild, sum er eitt spennandi og fjølbroytt arbeiðspláss, starvast
starvast ein verkfrøðingur og ein byggifrøðingur, umframt leiðaran. Harumframt hava umleið 15 starvsfólk beinleiðis tilknýti til leiðaran á Teknisku deild.
k r e a
..............................................................................................................................
..............................................................................................................................
..............................................................................................................................
www.portoftorshavn.com
TÓRSHAVNAR HAVN
Havnaumsjónarfólk til Tórshavnar havn
Tórshavnar havn søkir eftir havnarumsjónarfólki.
Arbeiðið er skipað í skiftandi vaktum. Av tí at
arbeiðsplássið er lítið, kann roknast við ymiskum
uppgávum.
Tú skalt, á jøvnum føti við hini havnaumsjónarfólkini,
kunna veita loðstænastu.
Tú hevur ein kundavinarligan framburð, og kann
arbeiða sjálvstøðugt og saman við øðrum.
Roknað verður við, at tú hevur fingið vinnubræv
sum skipsførari, hevur í minsta lagi 2 ára royndir sum
yvirstýrimaður ella skipsførari, gildugt heilsuprógv fyri
sjófólk og dugir væl at orða teg í skrift og talu á
føroyskum og enskum, umframt hegni og hug til teldu.
Setanartreytir
Starvið verður sett eftir sáttmála millum Starvsmanna-
felagið og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið.
Meira fæst at vita
um starvið við at venda sær til Jónsvein Lamhauge,
havnarmeistara, telefon 311762.
Umsókn
saman við viðmælum, upplýsingum um útbúgving
og royndir skal vera hjá Tórshavnar havn, Postboks
103, 110 Tórshavn, í hendi í seinasta lagi 4. des. 2013.