hósdagur 21. november 2013síða 6
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 22. november 2013 · Nr. 135
6
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
tíðindi
Leo Poulsen
Nú fer jólamánaðurin at
nærkast so spakuliga, og tað
merkir jólahugni.
Jólatrøini verða so smátt
um smátt tendrað og jóla
borðhaldini fara so líðandi
at byrja.
Í Nólsoy hava tey valt
at sláa sum mest saman av
jólahugnanum, tí leygar
dagin leggja tey til brots
við
bæði
jólahugna
og
jólaborðhaldi.
Byrjað verður í skúlanum
klokkan 15 við jólahugnað,
ið Heimavirkisfelagið og
Nólsoyar Manskór skipa
fyri.
Stillaðir
verða
upp
sølubásar
við
heimavirkaðum vørum av
ymiskum slagi, ið limirnir í
heimavirkinum hava virkað
síðani summarsølan endaði.
Nólsoyar Manskór skipar
fyri tombola við góðum
lutum og lutaseðlasølu, ið
er til frama fyri Íslandsferð,
sum kórið ætlar at skipa
fyri komandi ár.
Endalig skrá er ikki
løgd fyri ferðina, men farið
verður úr Føroyum við
Norrönu til Seyðisfjarðar 2.
juli, og kórið verður aftur í
Føroyum 10. juli.
Ætlanin
er
fyrst
og
fremst, at manskórið skal
framføra
nakrar
sangir
á
vegnum
runt
Ísland,
og so hevur verið tosað
um
møguleikan
fyri
føroyskum
dansi
eisini.
Enn ein møguleiki er fyri,
at skipað verður fyri einum
blandaðum
kóri,
men
endalig støða er ikki tikin
um nakað slíkt enn.
Stór luttøka
Einki jólatiltak uttan rís
a'lamande, og tað verður
eisini at fáa á jólatiltakinum
í skúlanum.
Og so verður eisini møgu
leiki at hoyra Nólsoyar
Manskór
syngja
nakrar
jólasangir.
Tiltakið hjá Nólsoyar
Heimavirkisfelag
byrjar
sum nevnt klokkan 15, og
varðir fram til klokkan 19.
Nakað seinni, klokkan
20, byrjar so jólaborðhald í
Royndarhúsinum í Nólsoy,
har fleiri enn 80 nólsoyingar
fara at hugna sær.
Tað hevur verið langt
millum snapsirnar við til
tøkum í Royndarhúsinum
seinastu tíðina, men nú hev
ur nevndin skipað fyri einri
nátaveitslu í vetur og so nú
aftur jólaborðhaldi.
Tað verður sum vanligt
við góðum jólamati, ið Liljan
Hildibjartsdóttir fer at stan
da fyri, umframt skemt frá
Snæbjørn Hansen.
Tá so øll eru mett og
væl sett verður dansur út á
náttina, har Ólavur av Váli
og John Johannesen spæla
undir.
Líkt er sum nevnt til,
at nólsoyingar aftur hava
hug at hugna sær saman,
tí tá nátaveitsla var seint
í september, var luttøkan
eisini stór, upp móti 90
fólkum. Og tað má sigast at
vera væl, tá hugsað verður
um, at fólkatalið í bygdini
ber liggur gott og væl oman
fyri 200.
Stórur hugnadagur í Nólsoy
Leygardagin ætla nólsoyingar rættiliga at hugna
sær viðå jólatiltaki seinnapart í skúlanum og
jólaborðhaldi um kvøldið í Royndarhúsinum
Í spildurnýggjari Gallup
kanning eru føroyingar
spurdir, í hvønn mun teir
høvdu roynt at forðað
tí, um teir síggja ein,
sum ætlaði sær at koyra
bil, hóast hann ella hon
hevur drukkið rúsdrekka
og væntandi hevði ov
høga promillu.
Kanningin vísir, at 82
prosent av føroyingum
heilt víst høvdu roynt
at forðað tí. Av teimum
spurdu siga 13 prosent, at
tey kanska høvdu roynt
at forðað tí. Bert 1 prosent
av teimum spurdu siga, at
tey ikki høvdu lagt seg útí.
Hetta
vísir,
at
ein
munandi partur tekur
frástøðu frá rúsdrekka
koyring, men at tað kort
ini er ein partur, sum ikki
heldur seg hava skyldu at
forða tí.
Hyggja vit at kynsbýti
num í Gallupkanningini,
er munurin ikki tað stórur
– 84 prosent av kvinnum
og 80 prosent av monnum
siga seg heilt vist forða
rúsdrekkakoyring.
Í
aldursbýtinum
er
greitt, at eldru ættarliðini
í minni mun vilja leggja
seg útí enn tey yngru.
Millum føroyingar 60 ár
og eldri, svara 74 prosent
játtandi, meðan tað mill
um tey 25-39 ára gomlu
eru 89 prosent, sum heilt
vist høvdu forðað sínum
medmenniskjum at koyra
við ov høgari promillu.
-
Hetta
stuðlar
undir varhugan av, at
hugburðurin
til
rús
drekka
er
munandi
broyttur seinnu árini, og
fólk í alt størri mun taka
frástøðu frá rúsdrekka
koyring, sigur Ráðið Fyri
Ferðslutrygd.
Taka frástøðu
frá rúsdrekka
koyring
Á barnarættardegnum í gjár
handaði Kiwanis í Tórshavn
230.000 krónur til vælgerð
andi felagsskapir
Teir tríggir felagsskap
irnir,
Krabbameinsfelagið,
Fountain House Grunnurin
og Ítróttarsambandið fyri
Brekað, ÍSB, fingu hvør sína
peningagávu frá Kiwanis
Tórshavn ”fyri teirra stóra
og munagóða arbeiði, sum
tey gera á hvør sínum týdn
ingarmikla øki”, sum tey í Ki
wanis siga.
Krabbameinsfelagið,
ið
arbeiðir fyri krabbarakt og
avvarðandi teirra, fekk hand
að ein kekk á 100.000 krónur.
Somu
upphædd
fekk
Fountain House Grunnurin,
ið arbeiðir fyri at fáa bygt
eitt hús til ung fólk við sálar
ligum trupulleikum, sum
kunnu vera í vanda fyri at
taka sítt egna lív.
Triðja gávan frá Kiwanis
Tórshavn fór til ÍSB, ið
arbeiðir fyri best møguligum
umstøðum at íðka ítrótt hjá
fólki við breki. Hendan gáv
an er markað til tvær serút
gjørdar súkklur, ið kosta um
leið 30.000 krónur at útvega.
- Eg havi næstan ikki orð
fyri, hvussu takksom vit eru.
Hetta er ein viðurkenning
av okkara arbeiði, sum í
stóran mun verður gjørt av
sjálvbodnum, segði Jansy
Gaardlykke, dagligur leiðari
í Krabbameinsfelagnum, tá
hon fekk handað kekkin.
Gávan til Krabbameins
felagið er markað til arbeiðið
fyri krabbarakt børn og
familjur teirra.
- Vit vita tað, at umstøð
urnar á Eirargarði ikki eru
serliga góðar til ung fólk við
sálarligum
trupulleikum.
Tí er stórur tørvur á hesum
húsinum, segði Mortan Ras
mussen, nevndalimur í Foun
tain House Grunninum.
Tróndur Ravnsfjall, ið er
ítróttarráðgevari hjá ÍSB,
fegnaðist
somuleiðis
um
gávukekkin til felagsskapin.
- Hetta verður ein góð
hjálp hjá fólk við breki, tá
tey millum annað fyrireika
seg til kappingar uttanlands,
sum tey altíð gleða seg so
ómetaliga nógv til, segði
Tróndur Ravnsfjall.
230.000 krónur til
vælgerandi endamál
Á myndini eru tað, frá vinstru, Mortan Rasmussen og Súsanna Winther Poulsen, Fountain House Grunn
urin, Anna Maria Østerø og Jansy Gaardlykke, Krabbameinsfelagið og Tróndur Ravnsfjall, ÍSB
Mynd: Hilbert Elisson