Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-11-21, síða 34
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 21. november 2013síða 34

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 135 · 22. november 2013 2 VIKUSKIFTI Bók Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Monika Stauss Joensen, sum er ættað úr Sveis og býr í Leirvík, hevur í bókini Edelweiss og sólarkaffi savnað saman upp­livingar, stuttligar minnisbitar og myndir frá barnaárunum og tíðini, tá ið hon kom til Føroya. Hon hevur kryddað tað við góðum ráðum, yndis­ upp­skriftum og løttum ítrivi fyri børn og vaksin – stutt sagt eitt sindur av hvørj­um úr Sveis og úr Føroyum! Edelweiss og sólarkaffi er ikki ein bók, tú endiliga skalt lesa úr einum enda í annan. Bókin er býtt sundur í fýra partar, sum fylgja árstíðunum. Hetta sæst aftur í bæði teksti og teim­ um nógvu myndunum, sum eru í bók­ ini. Gomlu familjumyndirnar úr Sveis, sum pápi Moniku hevur tikið tær flestu av, og nýggju myndirnar, ið eru tiknar serliga til bókina, eru allar knýttar at tekstinum og eru við til at gera hann livandi og bókina vakra og prýðiliga. Samanrenningin Monika Stauss Joensen er fødd og upp­ vaksin í Sveis. Í 1982 kom hon til Før­ oyar, giftist og búsettist í Leirvík. Hon er mamma at fýra børnum. Monika er violinleikari, hevur starv­ ast í Musikkskúlanum síðani 1983 og verið í Føroya Symfoniorkestri, síðan tað var stovnað. Hon hevur spælt kon­ sert­ir bæði í útlondum og runt um í Føroy­um. Hon hevur tvær ferðir givið fløgu út við klassiskum tónleikaperlum saman við klaverleikaranum Birgitte Schnakenburg. Og nú roynir hon seg sum høvund av eini øðrvísi og frískari bók. Heitið á bókini sipar til, at Monika er úr Sveis, og at bókin speglar hesa samanrenningina millum Sveis og Føroyar. Jólagávur Redaktørur: Eyðun Klakstein Útgevari: Sosialurin, www.sosialurin.fo Sniðgevi/umbróting: Pætur Eyðunsson Jensen, Sosialurin Forsíðumynd: Rufus Gifford / Mynd: Álvur Haraldsen klumman Monika Stauss Joensen hevur í nýggjari bók savnað upplivingar, minnisbitar og myndir frá barnaárunum í Sveis og tíðini, tá ið hon kom til Føroya at búgva Minnast tit, hvussu tað var fyri nøkrum árum síðan at keypa eina jólagávu til onkran kæran uttanlands? Bundnaturriklæði, sið­ bundnar hosur, vøttur og troyggjur. Onki ilt um tað, men tað var so nøkulunda úrvalið! Jú, og so ikki at gloyma lundarnar á smá­ steinum og dukkurnar í tjóðbúnanum, sum vórðu seld sum minnislutir um Føroyar. Mintu onkursvegna um kiksaðu krússini við Margrethu drotning og prinsgemalinum málað á, sum tú kundi vinna í Tivoli í Keyp­ mannahavn. Í dag er úrvalið eitt heilt annað: Smúkkur, brúkslutir, pyntilutir, taskur, klæði – bundin ella seymað o.s.fr. Hugflogið er stórt og framleiðslurnar á hædd við einhvørja út­ lendska vøru, vit eru von við at keypa. Ikki at gloyma bókaútgávurnar, sum eru bæði nógvar og fjølbroyttar. Tú finnur lætt til bøkur til einhvønn áhuga og til allar aldursbólkar. Og tað er jú óført, tá mær dámar sera væl at keypa føðingardags- og jólagávur! Hugsi altíð nógv um, hvat hvør skal fáa. Finni eg føroyskt framleiddar vørur, er tað bara óført. Gleði meg longu til jólagávukeypið, sum tykist fara at vera hugaligari enn nakrantíð, tí úrvalið er so fjølbroytt. So eg vænti, at í ár verður tað ikki bara vinkonan í Danmark, sum fær føroyskt fram­ leidda gávu frá mær. Og tit góðu handils­ fólk: Seljið eisini gávu­ kort. Havið tey klár, tí kundarnir tíma ikki at bíða eftir nøkrum sum helst. So segði hann... Minni úr Sveis og lív í Føroyum – Tað er greitt, at vit hava nakrar avbjóðingar. Vit hava ein yvirkapasitet av flogførum, og tí mugu vit fáa fleiri ordrar í bókina. Jørgen Holme, nýggjur stjóri í Atlantsflogi Monika í fyrsta flokki í Sveis BFL Monika StauSS joenSen eitt Sindur av hvørjuM úr SveiS og úr FøroyuM Edelweiss og sólarkaffi mynd: Privat Simona Weihe