fríggjadagur 22. november 2013síða 4
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 22. november 2013 · Nr. 135
4
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Johan Dahl endurtekur sína útsøgn um, at tað eftir hansara tykki er skeivt at hava
føroyska flogfelagið skrásett á keypsskálunum. – Atlantsflog eigur at vera eitt felag,
sum kemur føroyingum til gagns, sigur landsstýrismaðurin í vinnumálum
Jón Brian Hvidtfeldt
Bæði
almenningurin
og
løgtingslimir
hava
sett
spurnartekin við leiklutin
hjá
landsstýrismanninum
í vinnumálum í aktuella
stjóraskiftinum í Atlants
flog. Vinnumálaráðið um
boðar tveir triðingar av
partabrøvunum, og hevur tí
avgerandi orðið í felagnum.
Í spyrjitímanum miku
dagin, har ófráboðaðir fyri
spurningar vóru á skránni,
reistu tinglimir spurningin,
hvat Johan Dahl nú eisini veit
um knappliga stjóraskiftið, ið
fór fram seint leygarkvøldið.
– Johan Dahl umboðar
eigaran, sum er føroya fólk.
Og tí má eg spyrja lands
stýrismannin, hvønn leiklut
hann hevur havt í samband
við stjóraskiftið, sigur Høgni
Hoydal.
Formaðurin í Tjóðveldi
eftirlýsir somuleiðis at fáa út
greinað, hvat liggur í nýggju
strategiini fyri felagið, sum
er orsøk til knappliga stjóra
skiftið.
Men landsstýrismaðurin
sigur seg vita eins lítið og øll
onnur. Johan Dahl upplýsti
fyri løgtinginum mikudagin,
at
nevndarformaðurin
í
Atlantsflog ringdi til sín
umleið klokkan ellivu leygar
kvøldið. Tástani fekk lands
stýrismaðurin ta kunning,
sum varð send út til almenn
ingin løtu seinni.
– Eg skilji væl spurning
arnar, men eg má bara stað
festa tað, at eg havi ongan
leiklut í felagnum, segði
Johan
Dahl
av
tingsins
røðarapalli.
Sambært
innliti,
sum
Sosialurin hevur fingið í
málið, hevur Johan Dahl ikki
verið á fundi við nevndina
í Atlantsflog síðani sama
dag sum aðalfundurin var í
felagnum, 8. mars í ár.
Sambært einum telefon
notati ringdi Niels Morten
sen til Johan Dahl millum
klokkan 23 og 23:30 leygar
kvøldið. Ørindi hjá nevndar
formanninum var at kunna
landsstýrismannin um, at
nevndin hevði gjørt eina frá
faringaravtalu við Magna
Arge og sett Jørgen Holme
sum stjóra í eitt tíðarskeið á
upp til tvey ár.
Sambært
telefonnotat
inum var grundgevingin hjá
Niels Mortensen, at man vildi
seta út í kortið av nýggjum.
Tí metti nevndin tað vera
best við einum nýggjum for
stjóra, ið kundi koma inn í
felagið við nýggjum eygum
og hugsanum.
Á børsin
Fyrsti triðingurin av almenna,
føroyska flogfelagnum varð
seldur á keypsskálanum í
Reykjavík í desember 2007.
Seinni er felagið eisini skrá
sett á keypsskálanum í Keyp
mannahavn. Við skrásetingini
á keypsskála broyttist stýr
ingin av felagnum markant.
Ein grundtanki við keyps
skálanum er, at allir eigarar
og onnur áhugað skulu fáa
somu upplýsingar í senn.
Ein avleiðing av skráset
ingini er, at Vinnumálaráðið
ikki kann halda regluligar
fundir við felagið, hóast
landsstýrismaðurin
eigur
tveir triðingar av partabrøv
unum.
Vanligt
er
annars,
at
Vinnumálaráðið hevur reglu
ligar fundir við tey feløg, sum
liggja undir ráðnum. Men so
leiðis er ikki við Atlantsflog.
– Orsøkin er heilt einfalt,
at Atlantsflog er skrásett á
virðisbrævamarknaðinum,
upplýsir Bjørgfríð Ludvig,
aðalstjóri í Vinnumálaráð
num og heldur fram:
– Fundurin, ið liggur beint
áðrenn aðalfundin í Atlants
flog, er sostatt einasta høvið
hjá landsstýrismanninum at
hitta nevndina og umrøða
aktuell viðurskifti í felag
num.
Skeiv avgerð
Johan Dahl hevur fleiri ferðir
givið til kennar, at honum
dámar illa verandi støðu,
har landsstýrið í ávísan mun
hevur mist stýringina á flog
felagnum, sum tað almenna
annars eigur.
Í samband við síðsta aðal
fund í felagnum ásannaði
Johan Dahl, at neyðugt
er at finna eina loysn á
eigaraviðurskiftunum
í
Atlantsflog.
Orðini hjá landsstýris
manninum fullu í kjalar
vørrinum
á
kritikki
frá
privatu eigarunum í felag
num, sum kendu seg snýttar
av landsstýrinum, tí einskilj
ingin steðgaði við fyrsta trið
ingin.
Nevndir
vóru
tvinnir
møguleikar – antin at ein
skilja ein størri part av felag
num, ella at landsstýrið
keypir aftur tann triðingin,
sum varð seldur á keypsskál
anum í Reykjavík í desember
2007.
– Vit hava havt málið fyri
á landsstýrisfundi, og tað er
ikki undirtøka fyri at gera
nakað beint nú, segði Johan
Dahl við Sosialin 11. mars.
Í løgtinginum mikudagin
var spurningurin um leik
lutin hjá tí almenna í Atlants
flog aftur uppi og vendi.
– Ja, eg havi áður sagt, at eg
haldi tað vera skeivt at felagið
nakrantíð fór á keypsskálan.
Og tað meiningina havi
eg framvegis, segði Johan
Dahl av tingsins røðarapalli
mikudagin.
Við orðunum staðfesti
landsstýrismaðurin í vinnu
málum, at hann hevur ikki ta
ávirkan á felagið, sum hann
kundi hugsað sær.
Av tingsins røðarapalli
segði Johan Dahl soleiðis um,
hvat hann kundi hugsað sær
við Atlantsflog:
– Eg haldi at Atlantsflog
eigur at vera eitt felag, sum
kemur føroyingum til gagns,
eisini prísmessuga, við flutn
ingi til og frá hesum land
inum, soleiðis at fólk kann
liva og virka her og kanska
enn tá arbeiða uttanlands.
Og tað vóni eg eisini verður
eitt av aðalmálinum hjá teim
um, sum mynda felagið í dag,
og at tað eisini verður endin
á tí, sum fer fram. At man
fær gjørt felagið soleiðis,
at tað verður til gangs fyri
brúkaran, fyrst og fremst.
Brúkaran, sum er føroya fólk
og tey ferðafólk, sum skulu
hendavegin,
segði
Johan
Dahl.
Johan Dahl ynskir ikki at
útgreina, hvat hann leggur í
hesi orðini, ið hann segði av
tingsins røðarapalli miku
dagin.
– Eg fái ikki sagt meira.
Nú má nevndin og nýggja
leiðslan fáa frið at gera sítt
arbeiði. Og so mugu tey
geva eina kunning til parta
eigararnar um sínar ætlanir
og hugsanir fyri framtíðina
hjá felagnum. Og so mugu vit
taka tað harfrá, sigur Johan
Dahl.
Aðalfundurin
Hóast hann við tveimum
triðingum av partabrøvunum
er nógv tann størsti parta
eigarin í felagnum, hevur
Johan Dahl ikki fingið út
greinað, hvat liggur í nýggju
strategiini, ið nevndin vil
seta út í kortið við stjóra
skiftinum.
Í síni fyrstu viðmerking
eftir stjóraskiftið í Atlants
flog segði Johan Dahl seg
ganga út frá, at leiðslan hev
ur eina góða kunning um
nýggju strategiina á næsta
aðalfundi í Atlantsflog.
Aðalfundurin í felagnum
er formliga einasta høvið hjá
landsstýrismanninum at siga
sína hugsan um, hvat hann
ynskir við felagnum. So
leiðis var eisini í ár, tá Niels
Mortensen varð settur sum
nýggjur nevndarformaður.
Undan tí aðalfundinum
var eisini ein fundur millum
landsstýrismannin
og
ta
nevndina, sum skuldi veljast
á aðalfundinum seinni sama
dag.
Sosialurin fær ikki innlit í
fundarfrásøgnina, men sam
bært aðalstjóranum í Vinnu
málaráðnum
varð
tosað
um framtíðar strategi fyri
felagið.
– Tosað varð um ferða
seðlaprísir,
um
raksturin
og um ætlaða samstarvið
við Atlantis Rejser, sigur
Bjørgfríð Ludvig.
Á fundinum gav Johan
Dahl somuleiðis til kennar,
hvussu hann ynskti nevndina
setta saman. Eitt nú, at hann
vildi hava Niels Mortensen
til nevndarformann. Tosað
varð eisini um Magna Arge,
stjóra. Landsstýrismaðurin
segði seg vera ónøgdan við at
stjórin hevði úttalað negativt
um Vága Floghavn í samrøðu
við eitt ferðavinnublað. Hesi
viðurskifti vóru eisini um
rødd á aðalfundinum seinni
um dagin, og har fekk stjórin
møguleika at svara fyri seg.
Sambært
innlitinum
hjá Sosialinum hevur ikki
verið fundur millum lands
stýrismannin og nevndina í
Atlantsflog síðani 8. mars.
jonbrian@sosialurin.fo
Skeivt at Atlantsflog
er á keypsskálanum
Savnsmynd