fríggjadagur 22. november 2013síða 18
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 22. november 2013 · Nr. 135
18
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Tað er tú, sum tekur endaliga avgerð um tína
útbúgving, men nú kanst tú fáa svar upp á
spurningar um lestur her í Sosialinum. Holger
Arnbjerg, sum starvast á Altjóða Skrivstovuni
við Fróðskaparsetur Føroya, og Bjørg Róin,
lærari á Føroya Studentaskúla í Hoydølum,
vegleiða teg um tínar møguleikar innan
útbúgving og um tey fíggjarligu viðurskiftini.
Holger og Bjørg arbeiða dagliga við at vegleiða
fólki, sum ætla sær undir útbúgving í Føroyum
ella uttanlands, antin tað er styttri ella longri
útbúgving, verklig ella ástøðilig.
Tú kanst senda spurningar um útbúgvingar
til post@sosialurin.fo, og so svara Holger og
Bjørg tær her í Sosialinum.
Nýtt
Útbúgvingarskipanin í Føroyum
spurningar
Spurnarsíðan
Spyr og fá svar um útbúgvingar.
Allar. Allastaðni.
Spurningur 1
SU til danska útbúgving, men búgva í
Føroyum?
Kann mann fáa SU til eina danska, su-
góðkenda útbúgving, tá ið mann býr í
Føroyum og hvat ger mann so, um mann ikki
hevur danskt CPR.nr.?
Svar (Su-styrelsen)
Ja. Um føroyingar ikki hava eitt danskt
CPR.nr., skulu studentarnir fylla eitt
pappírsoyðublað til hægri útbúgvingar fyri
2013 út. Hetta er at finna á www.setur.fo/
ASK. Framferðarhátturin hjá studentunum
er síðani:
Teir senda útfylta oyðublaðið til útbúgving
arstaðið í Danmark. Tá útbúgvingarstaðið
hevur móttikið umsóknina, fáa vit (SU-
styrelsen) eitt CPR-nummer til vega hjá
SKAT. Fyri at kunna tað, skal eitt kopi av
passinum hjá tí lesandi vera lagt við.
SKAT gevur tí lesandi boð um tað nýggja
CPR-nummarið. Tá CPR-nummarið er
komið, setur tann lesandi seg í samband við
útbúgvingarstaðið, sum viðger umsóknina
um SU.
Vinaliga
Holger og Bjørg
Spurningur 2
Sjálvlesandi
Eg eri studentur frá 2012, sum nústani veit,
hvat eg vil lesa víðari. Men fyri at sleppa at
útbúgva meg til hetta, má eg supplera, tí mær
manglar tvey fak. Eg havi tey á c-stigi, men
kravið er, at eg í minsta lagi skal hava tey á
b-stigi. Av tí at eg arbeiði í Føroyum og vil
halda fram við hesum, ætli eg mær at vera
sjálvlesandi. Hvussu skal eg bera meg at?
Takk fyri!
Svar:
Nú fer øll tilmelding sum sjálvlesandi fram
centralt hjá MMR.
Tú skalt fara inn á www.innskriving.fo
Har stendur millum annað :
Treytir fyri innskriving í miðnámsskúla:
1. Tú skalt sjálv/ur í seinasta lagi 1. februar
2014 hava tosað við lestrarvegleiðara á
skúlanum, tú hevur innskrivað teg til sum
sjálvlesandi.
2. Hevur tú ikki í seinasta lagi 1. februar 2014
tosað við lestarvegleiðara og faklærara/r
og avtalað fyribils pensum, ert tú ikki
innskrivaður til provtøku, og inngoldna
upphæddin verður ikki goldin tær aftur.
3. Tú skalt í seinasta lagi 25. februar 2014
hava avtalað endaligt pensum við
faklærara/r í tí/teimum lærugrein/um, tú
hevur innskrivað teg til próvtøku í.
4. Tá ið tú innskrivar teg til próvtøku í
lærugrein á A- ella B-stigi, skalt tú í
nógvum lærugreinum hava lokið stigið
beint undir.
5. Innskrivingin kostar 300 kr. fyri hvørja
lærugrein.
Meira útgreinað vegleiðing er eisini á:
innskriving.fo
Á studentaskúlanum í Hoydølum
eru eisini hesar treytir :
Tá tú hevur innskrivað teg, skalt tú umframt
prógv (nevnd omanfyri) eisini senda
navnabræv/dópsváttan til skúlan, og tá
skúlin hevur móttikið hesi skjøl, fært tú navn
á lærarum, sum skulu føra teg til próvtøka,
og tú fært pensumlista.
Vinarliga
Holger og Bjørg
Hevur tú ætlanir um at lesa í
Stóra Bretlandi í 2014?
UCAS-vegleiðing á Føroya Handilsskúla 2. desember kl. 19.
Altjóða Skrivstovan skipar fyri kunning og vegleiðing í at
fylla UCAS-umsóknarbløð fyri 2014 út.
ÚSUN-skipanin verður ikki broytt kortini
ÚSUN verður ikki lagt um til lán kortini.
Fyrr í ár var talan um at leggja ÚSUN um til lán, um
móttakarin av studninginum ikki kom heim aftur til Føroya
innan eitt ávíst áramál eftir loknan.
Nú hevur Mentamálaráðið viðgjørt spurningin um umlegging
av studningi partvíst til lán til føroyingar, ið lesa uttanlands
(ÚSUN), av nýggjum, og niðurstøðan er, at ongar ætlanir eru í
løtuni um at broyta ÚSUN-skipanina.
Fólkaskúlin er 9 ella 10 ár. Undirvísingarskyldan er 9 ár.
Síðani kanst tú velja at fara víðari til antin gymnasialar
miðnámsútbúgvinger ella yrkisútbúgvingar, um tú ikki fert
úr skúlanum og finnur eitt arbeiði. Útbúgvingar á hesum stigi
vara 2 – 4 ár.
Stuttar framhaldsútbúgvingar
eru
1-2½
ára
langar
útbúgvingar sum t.d. Teldustøðingaútbúgving, Framleiðslu- og
byggitøkningur.
Proffessiónsbachelorútbúgvingar hava vit ikki í Føroyum
í løtuni, men nógv taka slíkar útbúgvingar í Danmark, t.d.
ergoterapeut, journalist og socialráðgevi.
Universitetsútbúgvingar
eru
deildar
upp
í
3
ára
bachelorútbúgvingar og við 2 árum áftaná verður mann
kandidatur/master. Vit hava 10 bachelorútbúvingar í Føroyum
í 2013, t.d. lívfrøði, søgu, og eina masterútbúgving, sum er í
føroyskum.
Ph.d.-lestur er ein 3 ára granskaraútbúgving.
Les meiri: www.mmr.fo, www.fh.dk, www.tst.fo, www.setur.fo
Ph.d.-lestur
Kandidat-/Masterútbúgvingar
Stuttar
framhalds-
útbúgvingar
Professións-
bachelor-
útbúgvingar
Bachelor-
útbúgvingar
Yrkis-
útbúgvingar
Fólkaskúlin
Gymnasialar
útbúgvingar
Pílarnir við upptrekktum strikum geva beinleiðis atgongd til næsta stig, meðan
pílarnir við brotastrikum geva atgongd við møguligari supplering/frítøku.