fríggjadagur 22. november 2013síða 23
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
23
Fríggjadagur 22. november 2013 · Nr. 135
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Bilvask
Vit vaska bilin
innan og uttan
Verkstaður
Dekk, oljuskift
og umvælingar
Leigubilar
Persón- og
vøruvognar.
Góðir og bíligir
Flutnings-
hjálp
Vit flyta bilar,
maskinur o.m.a.
JT electric er ein av mest spennandi føroysku fyritøkunum við
breiðum virksemi í Føroyum og uttanlands. Vit sóknast eftir stjóra at
standa á odda fyri okkum.
Leitað verður eftir einum framfýsnum, ábyrgdarfullum og dugnaligum
persóni til hetta starvið.
Starvið
Tú verður við til at menna eina tænastu- og sølufyritøku.
Tú sleppur at standa á odda fyri einum virki við sera breiðum
virksemi.
Tú fert at stimbra virkishugin og tryggja lønsemi í ymsu deildunum.
Tú hevur ábyrgd at skipa virksemi og innføra mannagongdir og knýta
tær at KT.
Tú hevur beinleiðis tilvísing til nevndina.
Lønin verður ásett eftir nærri avtalu.
Umsøkjarin
Dentur verður lagdur á, at umsøkjarin:
- hevur royndir innan fyrisiting og fíggjarstýring
- hevur góð samstarvsevni og leiðsluroyndir
- hevur jaliga og motiverandi atferð
- dugir væl at málbera seg í skrift og talu á føroyskum, norður-
lendskum og enskum
T ekniskur førleiki er ein fyrimunur.
Umsóknir
Umsókn saman við prógvum, viðmælum v.m. skal sendast til
Numo, Løggilt grannskoðanarvirki umvegis t-post til ba@numo.fo
í seinasta lagi mánadagin 25. november. 2013.
Hava tit spurningar um starvið, ber til at venda sær til Bjarna
Arnason á tel. 566 565.
Starvið verður sett skjótast gjørligt.
Allar upplýsingar og umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði.
Les meira um JT electric og starvið á jt.fo
Stjóri til JT electric
Um JT electric
JT electric er millum størstu el-innleggjaravirki í Føroyum við
virksemi í 20 ymiskum londum. 22 fólk starvast í fyritøkuni, ið
heldur til í nýggja høvuðssætinum á Kamsdali umframt á deildini í
Danmark.
JT electric veitir breiðar tænastur innan elektriskt virksemi herundir
nógv undirvatnsvirksemi, eitt nú innan trolmyndatól og alivinnu.
JT electric var fyrst í heiminum at framleiða:
- Undirvatnsljós til aling
- Videomyndatól til trolfiskiskap við fullari HD-myndagósku
JT electric hevur júst ment ein av heimsins størstu fóðurflakum til
alivinnuna.