fríggjadagur 22. november 2013síða 36
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 135 · 22. november 2013
4
VIKUSKIFTI
SAMRØÐA
Rólant Waag Dam
rolant@sosialurin.fo
»Ávegis til triðja partin av danska
kongaríkinum. Søgur um lundar, flag
tøk og fyrimyndarligan fiskiskap«.
Soleiðis skrivaði Rufus Gifford á
Twitter, tá hann stóð á flogvøllinum í
Kastrup, og var á veg til Føroya. Sam
an við boðunum hevði hann lagt eina
mynd av skerminum í Kastrup, sum
segði nær fráferðin til Føroya var. Síð
ani hann kom til Føroya, hevur hann
lagt myndir av flagtekjum, Nólsoynni
og ymsum øðrum út.
Rufus er ógvuliga virkin á sosialum
miðlum, Twitter og serliga Instagram,
har hann letur fólki koma heilt nær at
tí, hann tekst við í gerandisdegnum. Í
so máta er Rufus munandi øðrvísi enn
síni undangongu fólk. Og tað er hann
á so nógvar aðrar mátar.
Frá Hollywood til Obama
Rufus Gifford er føddur í 1974. Hann
er sonur fyrrverandi stjóra í Bank of
Boston, sum seinni gjørdist partur av
Bank of America, har pápin eisini var
stjóri og nú er nevndarlimur. Familja
hansara er ógvuliga væl fyri fíggjarliga,
og tað lá onkursvegna í kortunum, at
Rufus Gifford skuldi vera knýttur at
banka- og fíggjarheiminum, eins og so
mong onnur í hansara familju.
Men Rufus vildi tað øðrvísi. Hann
arbeiddi í mong ár í Hollywood, har
hann skrivaði handrit til stórar filmar
fyri eitt nú 20th Century Fox.
Millum annað var hann við at gera
»Dr. Dolittle 2« við Eddie Murphy,
»First Daugther« við Katie Holmes og
»Life or something like it« við Angelina
Jolie. Hann hevur enn tá sjálvur havt
ein leiklut í Garfield filminum frá
2004.
Tá Rufus Gifford var í Hollywood,
hjálpti hann John Kerry eitt sindur í
hansara royndum at gerast valevnið
hjá demokratunum til forsetaembætið.
Tá tað gjørdist greitt, at John Kerry
gjørdist valevnið hjá demokratunum,
legði Rufus Gifford Hollywood aftur
um seg, og fekk ábyrgdina av pengainn
savnanini hjá Kerry á amerikansku
vesturstrondini.
Við Huffingtonpost hevur John
Kerry sagt, at Gifford hevði stóran alsk
til filmsídnaðin, men alskurin til landið
og tess kós var uppaftur størri.
– Hann gjørdist ein legenda í okkara
innsavnan, hevur John Kerry sagt.
Seinni fekk Gifford somu uppgávu, tá
Barack Obama fór undir sítt valstríð.
Gifford stóð á odda fyri at savna
omanfyri eina milliard dollarar til
valstríðið hjá sitandi amerikanska
forsetanum.
Tað er eisini tí, at hann er vorðin
sendimaður. Amerikansku forsetarnir
hava fyri vana at gera trúgvar og
drúgvar stuðlar til sendimenn, sum
løn fyri stríðið og hjálpina, teir hava
veitt teimum.
Er altíð sendimaður
– Mær dámar væl at taka kjansir. Eg
fylgi hjartanum í tí, sum eg geri og
lati lívið føra meg har til, sum eg skal
fara. Eg royni ikki at yvirhugsa mínar
avgerðir. Eg elski at merkja passjón og
lívið har, sum eg eri. Tí vil eg eisini so
gjarna hitta onnur fólk enn politikkarar
Serstakur
Nýggi amerikanski sendiharrin í Danmark, Rufus Gifford, er ikki
sum sendiharrar flest. Hann er sonur fyrrverandi stjóra í Bank of
America. Hann hevur skrivað handrit til fleiri stórar Hollywood-
filmar. Hann skaffaði eina milliard dollarar til valstríðið hjá Barack
Obama. Nú hann vitjar í Føroyum fyri fyrstu ferð sigur Rufus Gifford,
at føroyingar skulu merkja, at hann er okkara sendimaður
sendiharri